hósdagur 13. juli 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 13. juli 2006
5
tíðindi
- Men tað mátti
kortini verið
óneyðugt hjá honum
at leita til beinleiðis
ósannindi fyri at verja
seg, heldur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður
Yvirtøkan av
flogvøllinum
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Sjálvandi er tað ør-
kymlandi hjá Høgna Hoy-
dal, at vit hava klárað at
loyst eitt álvarsmál, sum
hann stríddist við í seks ár
til fánýtis.
- Men kortini mátti tað
verið óneyðugt hjá honum at
leita til beinleiðis ósannindi
fyri at verja sína støðu.
Jóannes
Eidesgaard,
løgmaður sigur, at á ein
hátt skilir hann álopið frá
Høgna Hoydal í bløðunum
síðst í farnu viku.
- Hann er í andstøðu, so
okkurt skal hann væl hava
at finnast at.
Tað, sum Høgni Hoydal
finst so hvassliga at í farnu
viku, er, at flogvallarmálið
hevur fingið tað loysn,
sum nú er avtalað ímillum
føroyskar og danskar myn-
dugleikar.
Men tað undrar løgmann
stórliga at nakar kann verða
ímóti, at flogvallarmálið
nú er loyst, eftir at tað
hevur verið eitt politiskur
trupulleiki í nógv ár.
Løgmaður vísir á, at danir
bjóðaðu samgonguni hjá
Høgna Hoydal at yvirtaka
flogvøllin, sum hann lá.
Men tað tók samgongan
ikki undir við og kravdi, at
hann var útbygdur, áðrenn
hann var yvirtikin.
- Tí undrar tað meg, at
formaður tjóðveldisfloksins
er so negativur, nú tað hevur
eydnast at fáa flogvøllini
bæði yvirtiknan og útbýgd-
an fyri 365 milliónir krónur
so at hann lýkur tey krøv,
sum verða sett til ein
nýmótans flogvøll.
Ùtbyggingarnar
bera
í sær, at vøllurin verður
longdur 350 metrar, upp í
1600 metrar, at farstøðin
verður gjørd munandi størri
og at annar aðrar útbygg-
ingar verða gjørdar.
Eitt ár um at rakna við
Men Løgmaður vísir ei-
sini á, at andstøðuleiðarin
førir beinleiðis ósannindi
fram, tá ið hann roynir at
tileinkisgera tað loysn,
sum
nú
er
funnin
á
flogvallarmálinum.
Høgni Hoydal staðfestir,
at eftir stýrisskipanarlógini
eigur løgmaður at ráðføra
seg við uttanlandsnevndina
hjá Løgtinginum í einum
máli sum hesum.
Men í hesum føri, er
Løgtingið als ikki eftirspurt
og ”hvørki orð ella eið
hevur verið í uttanlands-
nevndini”, sigur Høgni
Hoydal.
-Hetta er beinleiðis ósatt,
sigur Løgmaður.
Hann sigur, at 1. apríl í
fjør var hann á fundi við
uttanlandsnevndini
og
greiddi frá málinum.
- Eg greiddi uttanlands-
nevndini frá ætlanini at
yvirtaka og byggja flogvøllin
út og eg greiddi eisini frá,
at ætlanin var at fíggja
útbyggingina við pengum
úr Íleggingargrunninum.
- Longu sama dag fekk
eg skriv frá uttanlandsnevn-
dini, har hon boðaði frá, at
hon tók undir við ætlanini.
Annars fær Løgtingið
eisini høvi til at viðgerða
málið, tá ið ríkilógartilmæl-
ið um at fíggja útbyggingina
av flogvøllinum úr Ílegg-
ingargrunninum,
verður
lagt fyri Løgtingið.
-Veruleikin er sostatt,
at Høgni Hoydal og Tjóð-
veldisflokkurin hava kent
til hetta málið í meiri enn
eitt ár.
- Men tað er ikki fyrrenn
nú, at hann ger vart við seg,
staðfestir Løgmaður.
Mistekur seg um
Ìleggingargrunnurin
Løgmaður sigur, at tað,
sum Høgni Hoydal førir
fram
í
sambandi
við
Ìleggingargrunnin, er eisini
skeivt.
-
Íleggingargrunnurin
er ikki ein grunnur, sum
føroyingar eiga. Talan er
um ein grunn, sum varð
stovnaður á sinni eftir sam-
ráðingar ímillum føroyskar
og danskar myndugleikar.
Allur peningurin í grunn-
inum er goldin yvir donsku
fíggjarlógina og peningurin
skuldi brúkast til at fíggja
útbyggingar í Føroyum.
- Tað er ein misskiling, tá
ið Høgni Hoydal førir fram,
at
Íleggingargrunnurin
er beinleiðis knýttur at
Marshall-hjálpini. Mars-
hall-hjálpin var fleiri ár
frammanundan og varð
brúkt til at byggja vatn-
orkuna út við og til onnur
endamál.
- Eitt nú var hon við til at
geva stovnsfæið til Realin.
Løgmaður vísir eisini á, at
lógin fyri Íleggingargrunnin
er donsk.
- Samgongan hjá Høgna
Hoydal royndi at yvirtaka
Íleggingargrunnin, men tað
eydnaðist ikki.
Jóannes Eideagaard hel-
dur, tað einasta, sum kundi
verið at funnist at í sambandi
við at útbyggingin av flog-
vøllinum skal betalast úr
Íleggingargrunninum, er, at
tað kundi tikið fígging frá
øðrum útbyggingum.
- Men í føroyska sam-
felagnum eru fíggingar-
møguleikar
ikki
ein
trupul-leiki. Er talan um
skilagóðar
verkætlanir,
tróta heldur ikki fíggingar-
møguleikar. Tað er ætlaði
undirsjóvbartunnilin
til
Havnar eitt gott dømi um.
- Sostatt hevur tað ongant
ýdning fyri framtíðar út-
byggingar í Føroyum, at
útbyggingin verður fíggjað
úr Íleggingargrunninum.
Hinvegin er tað ógvuliga
átrokandi, at flogvøllurin
verður útbygdur.
Kunnu yvirtaka
nær sum helst
Høgni Hoydal fýlist eisini
á, at Løgmaður framvegis
letur danir hava ræðið á
loftferðsluni, sum er góð
inntøkukelda hjá summum
londum.
- Hetta er eisini ein
misskiljing. Í fyrra lagi
hevur spurningurin um
loftferðslumyndugleikan
onki at gera við spurningin
um
sjálvan
flogvøllin.
Í
seinna
lagi
stendur
beinleiðis í yvirtøkulógini
at vit kunnu yvirtaka loft-
ferðslumyndugleikan, nær
sum helst.
- Sostatt kann loftferð-
slumyndugleikin yvirtakast
so skjótt semja er um tað á
Føroya Løgtingi, staðfestir
Løgmaður.
Annars ásannar hann
eisini, at Føroyar eru vorðin
ein loftferðslutjóð og tí
kundi tað verið hóskandi at
tikið spurningin upp.
Men samstundis við-
gongur hann eisini, at
loftferðslumyndugleikin er
ikki eitt málsøki, ið stendur
á yvirtøkulistanum hjá hesi
samgonguni.
Nervar ikki aðrar
útbyggingar
Annars heldur løgmaður, at
tað er løgið at Høgni Hoydal
tvíheldur um, at bara hann
helt fast um ætlanina hjá
undanfarnu
samgongu,
høvdu vit fingið í posa og
sekk.
Ætlanin hjá undanfarnu
samgongu var at tengja
tengja
yvirtøkuna
av
flogvøllinum saman við
einum kravi um, at danska
stjórnin
viðurkendi,
at
Íleggingargrunnurin
er
ein føroyskur grunnur. So
kundu vit liva við, at vit
sjálvi bygdu flogvøllin út.
- Tá var nevniliga upp-
lagt at gera flogvøllin til
eitt
alment
partafelag,
sum síðani fíggjaði út-
byggingina við lánum úr
Íleggingargrunninum fyri
Føroyar.
- Hví fekk Høgni Hoydal
so ikki málið loyst øll
tey seks árini hann sat í
samgongu, tá ið tað er so
einfalt, sum hann nú ger tað
til, spyr Løgmaður.
- Men veruleikin er, at tað
einasta, Høgni Hoydal fekk
burturúr, var, at vit kundi
yvirtaka flogvøllin, sum
hann lá. Men gjørdu vit tað,
er ómøguligt at vita, hvussu
frammaliga
útbyggingin
hevði verðið raðfest ímil-
lum allar aðrar útbyggingar
í samfelagnum.
- Nú hava vit so yvirtikið
flogvøllin og fáa hann
bygdan út, leysar av øllum
øðrum útbyggingum í land-
inum og sostatt uttan at
nerva aðrar ætlanir – og
eisini enntá uttan at tyngja
flogvøllin
fíggjarliga
í
framtíðini.
Løgmaður sigur, at pol-
itikkur snýr seg um at fáa
eina loysn, heldur enn at
halda lív í einum kjaki, sum
ikki førir til nakað kortini.
- Annars góvu danir
okkum eitt tilboð um at
yvirtaka flogvøllin og fáa
20 milliónir við í posan.
Tað longsta, sum danir
annars vildu strekkja seg,
men tí tilboðnum vístu vit
aftur. Og úrslitið er tann
loysnin, sum nú liggur á
borðinum, sigur løgmaður
og tað er hann væl nøgdur
um.
Høgni Hoydal havt meiri
enn eitt ár um rakna við
- Flogvøllurin verður nú bæði útbygdur og yvirtikin í einum. Og tað ørkymlar
sjálvsagt Høgna Hoydal, tí tað stríddist til fánýtis við í heili seks ár. Men politikkur
snýr seg um at finna loysnir, heldur enn at halda lív í einum kjaki, sum kortini onki
førir við sær, heldur Løgmaður
Høgni Hoydal um flogvøllin
Hetta er nakað av tí, sum Høgni Hoydal førir fram ímóti
loysnini, sum nú er fingin á flogvallarmálinum:
1. Føroyingar skulu nú yvirtaka ein flogvøll, sum hevur
verið heilt forsømdur í 30 ár og Danmark sleppur undan øllum
fíggjarligum skyldum og ábyrgd av vøllinum.
2. Danmark varðveitir ræðið á loftferðslumyndugleikanum
og hevur harvið framvegis avgerðarrættin um eitt nú loyvini at
lækka og hækka prísir á ferðaseðlum, at geva undantaksloyvir
og góðkenningar til flogvallarviðurskiftini og til eftirlit og
loyvir at flúgva í føroyskum loftrúmi (ið hjá fleiri londum er
góð inntøkukelda).
3. Danskir myndugleikar hava fingið staðfest ræðið á
Íleggingargrunninum fyri Føroyar, sum hevur eina eginogn
uppá 700 mió. krónur, sum landsstýrið annars frammanundan
hevur tvíhildið um var undir føroyskum ræði og ogn. Afturfyri
skal Danmark allernådigst “geva” føroyingum 350 mió. aftur
av teimum 700 mió.
4. Danski forsætisráðharrin og embætisfólk hansara
hava sitið við borðið og tikið avgerð um, hvussu framtíðar
flogvallarviðurskiftini í Vágum skulu útbyggjast (fyri føroyskar
pengar), meðan løgtingið als ikki er eftirspurt.
Eftir stýrisskipanarlógini skal ráðføra seg við
Uttanlandsnevnd Løgtingsins í málum sum hesum. Men
hevur løgmaður ráðført seg við Uttanlandsnevnd Løgtingsins,
áðrenn hann skrivar undir uppá at sleppa øllum krøvum og
grundgevingum, sum føroyskir myndugleikar fyrr hava arbeitt
fyri í flogvallarmálinum? Nei, hvørki orð ella eið hevur verið
í Uttanlandsnevndini.
FAKTA