Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 133 - 13. juli 2006 tíðindi Í vikuni frættist, at arbeiðsfólkini á virkinum hjá Faroe Seafood í Vági eru uppsøgd, samstundis sum lítið og einki fiskaarbeiði er á Palm Seafood Vágur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Tað vísir seg, at tað skal bara ikki gangast okkum væl í fiskavirkisvinnuni í Vági. Viðhvørt hómast glott­ar, og so dregur saman aftur á luftini. Tað sigur Rannvá Dalá, formaður í ar­beiðs­kvinnu­ felag­num, Fjallbrúður, í Vági. Hon sigur, at fel­ag­ið hevur stívliga áttati limir, men heldur, at flestu av hesum hava einki arbeiði, sum gevur teimum eina inn­ tøku, sum er at liva við. - Nú frættu vit so eisini í vikuni, at limir okk­a­ra á virkinum hjá Faroe Sea­ food eru uppsagdir. Einki fiskaarbeiði hevur verið á virkinum leingi, og sama er galdandi á virkinum hjá Palm Seafood. Men har eru fólk okkum kunnugt ikki uppsøgd. Hon vísir á, at rætt­i­liga lítið fiskaarbeiði er í Vági til limir felagsins. - Tað var rímiliga gott við arbeiði fram til páskir ella har um leið, men síðan hevur sum heild verið lítið at gera. Rannvá Dalá vísir á, at nøkur fólk arbeiða hjá Løð­­ hamri, sum Mikkjal Djur­ huus rekur og nøkur fá hava eisini verið á virkinum hjá John Absalonsen. Á báðum virkjunum verð­ur fiskurin skorin og saltaður. - Jú, vit merkja væl, at arbeiðsloysið í økinum er stórt. Spurd, hvussu nógvir limir í arbeiðskvinnufelagnum eru arbeiðsleysir, heldur Rannvá, at tað munnu vera teir flestu. - Vit hava í løtuni fáar limir, sum kunnu liva av tí, sum fiskavirkisvinnan gev­ ur í arbeiðslønum. Líkt er til, at tað skal bara einki vera í Vági, sum er støðugt og í longdini gevur nakað av sær til limir okkara, sig­ ur Rannvá Dalá. Fiskavirkisvinnan leggur ikki nógvar arbeiðstímar eftir seg í Vági í hesum døgum Sær svart út í Vági Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag heldur ikki, at nakað ringt nýtist vera í, at virkir eru farin at keypa skip og fiskidagar fyri at tryggja sær rávørugrundarlag Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Eg haldi, at tað hevur verið minkandi við fiskaarbeiði kring um á virkjunum í seinastuni, og eg trúgvi ikki, tað verður verri, um nøkur virkir keypa sær rávørugrundarlag – skip og fiskidagar. Tað heldur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, nú Faroe Seafood hevur keypt alt virksemið hjá P/F Beta, sum hevur tveir lutfalsliga nýggjar ísfiskatrolarar og letur tveir trolarar aftrat byggja. Umframt hetta, hevur felagið tvey ísfiskaloyvir aftrat. - Vit hava sæð, hvussu nógvur fiskur seinastu árini er farin óvirkaður av landinum, og kann ein slík gongd byrgja uppfyri einum parti av hesum útflutningi av okkara rávøru, kann tað vera positivt, at virkir keypa sær skip, heldur hon. Ikki verri Ingeborg Vinther sigur seg vóna, at strámannavirksemi, sum hon rópar tað, kanska verður eitt sindur minni við tað, at virkir, sum hava brúk fyri rávøru, keypa sær skip og fiskidagar. - Tá ið virkir soleiðis brúka nógvan pening til at tryggja sær atgongd til rávøru, kunnu vit vóna, at hetta samstundis fer at síggjast aftur í fleiri arbeiðstímum til limir okkara, sigur hon. Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag vísir á, at nógv tann størsti parturin av útflutningi Føroya er fiskur, og tí er ógvuliga umráðandi, at vit ikki síggja fiskivinnuna sum nakað, ið vit kunnu vera fyriuttan. - Eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu vit sum samfelag skulu kunna yvirliva uttan eina útflutningsvinnu, leggur Ingeborg Vinther dent á. Ingeborg einki ímóti at virkir keypa skip Við í keypinum hjá Faroe Seafood eru Bakur og Stelkur, umframt nýggju trolararnir, sum Beta nú byggir í Spaniu. Aftrat hesum eru tvey ísfiskaloyvi, sum felagið átti Mynd: Álvur Haraldsen - Tá ið virkir brúka nógvan pening til at tryggja sær atgongd til rávøru, kunnu vit vóna, at hetta fer at síggjast aftur í fleiri arbeiðstímum til okkara limir, sigur Ingeborg Vinther Mynd: Vilmund Jacobsen Aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum byrjar klokkan 11, og klokkan 14 fer Bergtóra Hanusardóttir at seta stevnuna í Skúvoy Skúvoy Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í morgin verður útoyggjastevna í Skúvoy, og nógv verður gjørt burt­ ur úr, bæði við góðari skrá og góðum ferða-og gistingarmøguleikum. Skráin fyri stevnuna byrjar stundisliga í morgin, tá ið morgunmatur verður í Missiónshúsinum klokkan 10. Klokkan 11 verður sjálvur aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum settur, og eftir fundin verður døgurði fyri limirnar í felag­ num. Eftir formella fundin, heldur skráin fram, sum skúvoyingar hava lagt. Ongum nýtist at ganga svangur, tí millum klokkan 11.30 og 13.00 verður matsøla í neystunum. Tað verður Bergtóra Hanusardóttir, sum klokkan 14 fer at seta stevnuna, og tá verður eisini felagssangur á skránni. Klokkan 14.30 fara útoyggjarnar at togtogast, og her fær vinnandi oyggin ferðasteyp. Setanin og togtoganin verður við skúlan, har latið verður upp fyri kaffisølu klokkan 15, samstundis sum matsølan í neystunum letur uppaftur. Klokkan 15 byrja tiltøkini fyri børn – og vaksin, tá ið hoppiborg, tombola og annað verður við neystini. Vakra náttúran og bygdasøgan í Skúvoy eru ikki gloymd í skránni. Skipað verður bæði fyri gongutúri – og túri gjøgnum bygdina. Báðir túrarnir byrja klokkan 16. Gongutúrurin verður norður í Fagradal við Jóhan Hentze sum frásøgumanni – og á túrinum gjøgnum bygdina verður Eyðun Andreassen frásøgumaður. Klokkan 18 verður høvi at síggja Skúvoyar kirkju. Deknurin, Meinhard Hentze, fer at greiða frá, og limir í sangkórinum, Glymi, fara at syngja. Sum kvøldið líður, verður bæði føroyskur og enskur dansur tjaldi, sum sett verður upp í sambandi við stevnuna. Skúvoyingar bjóða til útoyggjastevnu Í sambandi við aðalfundin hjá Útoyggjafelagnum í morgin, skipa skúvoyingar fyri útoyggjastevnu Mynd: Vilmund Jacobsen