hósdagur 13. juli 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 13. juli 2006
7
tíðindi
Norrøna bar við land
Tað var um hálvgum sjey
tíðina í gjárkvøldið, at
Norrøna bar við land. Væl
av vindi var vestaneftir, tá
skiparin legði afturendan
bakborð móti fendaranum
á landi. Tá skipið fór útfrá,
gleið tað av fendaranum og
bar við keikantin, og eitt
lítið hol, umleið 25 cm. til
longdar, kom á klædningin
undir fendaranum.
Skaðin varð kannaður alt
fyri eitt, og staðfest varð, at
skipið trygt kundi sigla
norður til Ánirnar, har
skaðin skuldi umvælast.
Umleið klokkan 21 kom
Norrøna at góðshavnini hjá
Klaksvíkar kommunu í
Ánunum. Norrøna legði
fyrst stýriborðssíðuna at,
men fór síðani frá aftur og
legði bakborðssíðu at, fyri
at tað skuldi verða lættari
at koma til skaðan. Nakað
fyri midnátt fóru skipa
smiðjumenn at umvæla
skaðan, og arbeiðið tók
sum væntað einar seks
tímar.
Eitt lítið hol kom á
Norrønu, tá skipið
skuldi fara av
Havnini til Íslands í
gjárkvøldið. 1100 fólk
vóru umborð
ÓHAPP
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Hendrik Egholm, markn
aðarleiðari á Smyri Line,
upplýsir, at Norrøna legði
frá landi klokkan 7.15 í
morgun, og væntandi verð
ur skipið á Seyðisfirði um
8-9 tíðina í kvøld. Ætlanin
var at sigla 24 sjómíl, og
sostatt hevur verið roynt at
sigla skjótt fyri at vinna
tíð.
Men
hóast
Norrøna
skundaði sær, og ferðin var
nógv, er skipið seinkað
einar
10
tímar,
sigur
marknaðarleiðarin.
Hendrik Egholm sigur, at
tað altíð eru eitt ella tvey
ferðafólk, sum sýna ónøgd,
men at viðskiftafólkini eru
tilvitað um góðsku, og tað
tí hevur týdning, at mann
ingin tók sær av teimum,
hóast tað altíð er keðiligt at
verða seinkað. Hann vísir
á, at skiparin kunnaði tey
1100 ferðafólkini um hvat
hendi. Fyrst varð rópt í
hátalarunum, at talan var
um tekniskar trupulleikar,
og tá tað var greitt, hvussu
støðan var, bleiv kunnað
um hetta.
Ætlanin var í fyrstu syftu
at sigla inn á Runavík, men
illveður var, og tí var mett
at vera best at fara til
Ánirnar, og hetta fekk
ferðafólkið eisini at vita,
sigur Hendrik Egholm.
Ferðafólkinum stóð í
boði at fáa buffet, og tey
sum longu høvdu keypt
eina slíka, fáa ókeypis
morgunmat.
Ikki talan um treiskni
Hendrik Egholm sigur, at
starvsfólkið á Smyril Line
hevur ringt til hotell og
bóndagarðar í Ìslandi fyri
at kunna hesi um, at gest
irnir við Norrønu verða
seinkaðir, og at tey eisini
fara at ringja til viðskiftafólk
í t.d. Hanstholm, sum skulu
ferðast
við
Norrønu
komandi dagarnar.
– Vit náa ikki at vinna
seinkingina inn aftur fyrr
enn mikudagin, og tí fara
vit at lýsa í miðlum, nær
kekk-inn verður, metir
Hendrik Egholm.
Hann greiðir frá, at tá
skipið fór útfrá, gleið tað
av fendaranum og bar við
keikantin, og eitt lítið hol
kom á klædningin undir
fendaranum.
– Tað er ringt at geberda
seg ímóti, og hetta er bæði
sjarman og ósjarman við at
sigla her, sigur marknað
arleiðarin, og vísir á, at
tílíkt eisini kann henda fyri
strandfaraskip, og hetta
einki hevur við treiskleika
at gera, tí tey høvdu ikki
farið inn á Havnina, um
hetta var ótrygt.
Til spurningin, um tey
umhugsa at skifta havn,
sigur Hendrik Egholm, at
tey hava eitt gott samstarv
við Runavíkar havn, tá ikki
ber til at fara inn á Havnina,
men at tey ikki ætla at
broyta mannagongdir.
Óhappið kemur ikki at
føra við sær stórvegis
útreiðslur fyri reiðaríið.
– Vit mugu seta meira
ferð á skipið, og tá brúka
vit meira olju, og tað er
ikki ókeypis at bjóða 1000
fólkum buffet, men um
vælingin er lítil. Her er ikki
talan um stabilisatorar,
men um eina lítla plátu,
sigur Hendrik Egholm.
10 tímar
seinkað
Ferðaætlanin hjá
Norrønu kemur ikki
í fasta legu fyrr enn
mikudagin, av tí at
hon bar við land í
Havn í gjár. Smyril
Line ætlar tó ikki at
finna sær aðra fasta
havn í Føroyum
ÓHAPP
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Einki sjóforhoyr
– Vit hava verið og kannað
skipið, og ein frágreiðing
kemur ein av fyrstu døg
unum. Talan verður um
eina stutta frágreiðing. Vit
skulu analysera nøkur data
og skriva, hvat fór fram,
men hetta líkist øðrum
óhappum, sigur Óli Hans
Hammer Olsen, stjóri á
Skipaeftirlitinum
Umvegis Norsk Veritas,
ið umboðar klassan, góð
kendi Skipaeftirlitið, at
skipið kundi fara avstað í
morgun og halda leiðina til
Íslands.
Óli Hans Hammer Olsen
sigur, at Skipaeftirlitið ikki
fer at krevja sjóforhoyr, tí
teir meta óhappið at vera
so lítið.
– Hetta er plátuarbeiði
burturav, sigur stjórin á
Skipaeftirlitinum.
Spurdur, um talan kann
vera um kleyvarskap, sigur
Óli Hans Hammer Olsen,
at tað vil hann helst ikki
gera viðmerkingar til.
Stjórin metir ikki, at
talan er um treiskni hjá
Smyril Line at leggja við
bryggju í Havn í gjár.
- Tað veit eg ikki, tað tori
eg ikki at siga. Hann legði
at í Havn, men hatta hendi,
tá hann legði frá landi, vísir
Óli Hans Hammer Olsen á,
og leggur afturat, at Havn
in er betri pláss at leggja
at, enn summi onnur støð í
landinum og at veðrið ikki
var so vánaligt, tá Norrøna
legði at við bryggju í Havn
í gjár.
Skipaeftirlitið
metir ikki óhappið
hjá Norrønu vera
álvarsligt
ÓHAPP
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo