hósdagur 13. juli 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 133 - 13. juli 2006
tíðindi
Ísraelsk flogfør skutu
í morgun rakettir eftir
flogvøllinum í Beirut.
Miðeystur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
-Eg havi givið teimum
vápnaðu deildunum heim-
ild til at søkja at øllum
viðkomandi
málum
í
Libanon, segði ísraelski
verjumálaráðharrin, Amir
Peretz, í gjár, og løtu
seinni bumbaðu tey fyrstu
ísraelsku flogførini støðir
hjá Hizbollah-partisanum,
sum halda til við við markið
millum londini.
Í morgun bleiv ísraelska
álopið víðkað. Ísraelsk
herskip vóru at síggja í li-
banskum sjógvi, og ísraelsk
flogfør skutu tríggjar ra-
kettir eftir flogvøllinum í
libanska høvuðsstaðnum
Beirut. Ferðamannaflogfør,
sum
vóru
á
veg
til
Beirut, fingu boð um at
broyta kós og noyddust
at
lenda
aðrastaðni
í
Miðeystri.
Stutt
eftir
kunngjørdu libansku fjøl-
miðlarnir, at flogvøllurin í
høvuðsstaðnum var stong-
dur.
Útvarpið hjá ísraelska
herinum segði fyrrapartin,
at ætlanin er at avbyrgja
Libanon frá umheiminum
bæði í luftini, á sjónum og
á jørðini sum hevnd fyri, at
tveir ísraelskir hermenn eru
burturfluttir í Suðurlibanon,
sum er undir Hizbollah-
eftirliti.
Libanska løgreglan segði
í morgun, at minst 27 sivil-
fólk hava latið lív í ísraelsku
álopunum. Tíggju teirra
vóru úr sama húsi, og teirra
millum vóru fleiri børn,
sigur løgreglan. Sambært
libansku myndugleikunum
eru ísraelsku álopini tey
harðastu síðani innrásina í
1982.
Ísraelsku flogførini fóru
á flog, beint eftir at Hiz-
bollah hevði skotið raket-
tir eftir ísraelska býnum
Kiry Shmona. Sambært
útvarpinum hjá herinum
raktu fleiri rakettir eisini
býin Nahariya, har eitt fólk
doyði, og trý vórðu særd.
Eisini í Gaza
Samstundis hevur Ísrael
hert álopini í Gaza-geir-
anum. Í nátt bumbaðu
flogfør skrivstovurnar hjá
uttanríkisráðnum,
og
í
morgun stóð bygningurin
í ljósum loga, skrivar
Reuters. Fleiri hús nær-
hendis
uttanríkisráðnum
vóru eisini løgd í oyði
av bumbunum. Ísraelski
herurin sigur, at palestin-
ska uttanríkisráðið bleiv
bumbað, tí Hamas brúkti
bygningin til at leggja
ætlanir um álop á ísraelsk
mál.
Nú eru skjótt tríggjar
vikur, síðani tann vápnaði
vongurin av Hamas burtur-
flutti ein 19 ára gamlan
ísraelskan hermann. Hamas
krevur at fáa fangar í býti
við hermannin. Tað sama
krevur Hizbollah at fáa fyri
teir báðar hermenninar,
sum felagsskapurin hevur
burturflutt, men Ísrael hevur
svarað báðum pørtum, at tað
kemur ikki upp á tal at slaka
fyri yvirgangsmonnum.
-Vit fara tvørturímóti
at svara á ein hátt, sum
vit halda vera hóskandi
og neyðugan, hevur Ehud
Olmert, forsætisráðharri,
sagt.
Ísrael ætlar at avbyrgja
Libanon frá umheiminum
Flogvøllurin í Beirut mátti latast aftur í morgun, eftir at ísraelsk flogfør høvdu skotið rakettir eftir vøllinum.
Norðurkorea er
hvørki til at høgga
ella stinga í.
Rakettstríð
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Kina og Suðurkorea noyd-
dust í nátt at ásanna, at
tað var nyttuleyst at halda
fram við samráðingunum
við Norðurkorea um rakett-
royndirnar hjá landinum.
Sum skilst høvdu Kina
og Suðurkorea kravt, at
norðurkoreanar
skulu
gevast við at royna langt-
berandi rakettir, men tað
vildiu tey norðurkoreonsku
umboðini ikki góðtaka.
Kina
verður
vanliga
roknað sum tann fremsti
sameindi hjá Norðurkorea,
og tí kom samráðingarslitið
í nátt rættiliga óvart á
útlendskar diplomatar, skri-
var Reuters.
USA og Japan krevja,
at altjóða samfelagið skal
seta tiltøk í verk ímóti
Norðurkorea, men tað vilja
Russland og Kina ikki.
Suðurkoreanska stjórnin
segði í gjár, at tekur Norður-
korea
rakettroyndirnar
uppaftur, fer tað at fáa
álvarssamar
avleiðingar
fyri viðurskiftini millum
tey bæði londini.
-Vit góðtaka heilt einfalt
ikki fleiri royndir, segði
talsmaðurin hjá stjórnini.
Samráðingarslit
Bretski forsætisráðharrin,
Tony Blair, heldur, at
Kina,
India,
Brasil,
Meksiko og Suðurafrika
eiga at sleppa upp í G8-
felagsskapin hjá teimum
stóru ídnaðarlondunum.
Við blaðið The Guardian
sigur Blair, at tað hevði
styrkt samstarvið um
fleiri týðandi mál so
sum
altjóða
handil,
veðurlagsbroytingar og
Iran. Hann sigur, at tað
er serliga umráðandi at
fáa ein nýggjan sáttmála
um veðurlagið, men at
ein slíkur hevur lítlan og
ongan týdning, eydnast
tað ikki at fáa USA, Kina
og India at taka undir við
honum.
Um vikuskiftið halda
G8-londini fund í Russ-
landi, og har fer Blair
at skjóta upp, at Kina,
India, Brasil, Meksiko
og Suðurafrika sleppa
uppí, so felagsskapurin
í framtíðini skal eita
G13. Londini, sum nú
mynda G8-bólkin, eru
USA, Russland, Bretland,
Frakland, Týskland, Italia,
Kanada og Japan.
Tað gongur væl hjá
Vatikaninum, í hvussu
er fíggjarliga. Ársrokn-
skapurin fyri árið í fjør
vísir 70 milliónir krónur
í avlopi, og úrslitið er tað
besta í átta ár, skrivar AP
úr Rom
Dergio
Sebastiani,
kardinalur, sum umsitur
tey fíggjarligu viður-
skiftini hjá Vatikaninum,
sigur,
at
leiðslan
í
Vatikaninum er stak væl
nøgd við úrslitið í 2005.
Í fleiri ár hevði Vatikanið
hall, men í 2004 eydnaðist
at venda hallinum til 20
milliónir krónur í avlopi
við umfatandi sparingum.
Tann politikkurin helt
fram í fjør, og tað sæst
eisini á úrslitinum, segði
Sebastiani,
tá
hann
almannakunngjørdi árs-
roknskapin.
Umleið 850 fólk hava
fastan bústað í Vatika-
ninum í Rom.
Tólv norðurlendskar fyri-
tøkur hava fingið pláss
á einum yvirliti, sum
umfatar 500 tær størstu
fyritøkurnar í heiminum,
seks svenskar, tvær dan-
skar, tvær norskar og tvær
finskar.
Tann størsta fyritøkan í
Norðurlondum er norska
oljufelagið Statoil, sum er
nummar 70 á yvirlitinum.
Tann
næststørsta
er
svenska Volvo, sum er
nummar 178, og triðstørst
er Norsk Hydro, sum
er nummar 222. Hinar
svensku fyritøkurnar í
yvirlitinum eru L.M.
Ericsson,
Electrolux,
Vattenfall, Skanska og
Nordea Bank. Í Danmark
eru tað A.P. Møller og
Danske Bank, og tær
báðar finsku eru Nokia
og Stora Enso.
Yvirlitið vísir annars,
at oljufeløgini og bil-
verksmiðjurnar
eru
størstu
fyritøkurnar
í heiminum. Eitt nú er
oljufelagið Exxon heim-
sins
størsta
fyritøka,
og
bilverksmiðjurnar
General Motors, Daimler-
Chrysler, Toyota og Ford
Motor
Company
eru
ávikavist nummar fimm,
sjey, átta og níggju.
Heimsins
størsti
arbeiðsgevari er ameri-
kanska
handilsketan
Wall-Mart Stores, sum
hevur 1.800.000 fólk á
sínum lønarlista hvønn
mánað.
Blair vil hava
13 heldur enn 8
Gongur væl í
Vatikaninum
Blair vil hava
G13 heldur enn
G8.
Statoil størst
í Norðurlondum
»Vit fara at svara á ein hóskandi og neyðugan hátt«
ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Olmert
útlond
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk