hósdagur 13. juli 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 13. juli 2006
9
tíðindi
Er samband millum
hermannaburturflyt-
ingarnar hjá Hamas
og Hizbollah, kann
tað økja spenningin í
Miðeystri munandi,
siga serfrøðingar.
Miðeystur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Neyvt tvær vikur eftir at
Ísrael fór inn í Gaza at
leita eftir einum burturflut-
tum hermanni, vórðu tveir
aðrir ísraelskir hermenn
burturfluttir við libanska
markið. Tað er ein bólkur
hjá Hamas, sum hevur
burturflut
hermannin
í
Gaza, meðan teir, sum hava
burturflutt hinar báðar her-
menninar, eru úr Hizbollah-
felagsskapinum.
Søguliga
hevur
tann
shiamuslimski
Hizbol-
lah
ikki
samstarvað
við palestinunum, sum
yvirhøvur eru sunnimus-
limar, og undir libanska
borgarakrígnum í áttati-
árunum skipaði Hizbollah
fyri
fleiri
blóðugum
álopum
á
palestinskar
flóttafólkalegur.
Kortini
heldur Mið-eysturserfrøð-
ingurin hjá BBC, Roger
Hardy, at avgerðin hjá
Hizbollah at burturflyta
tveir ísraelskar hermenn
hevur til endamáls at stuðla
palestinunum í stríðnum
við Ísrael. Harafturat hevur
burturflytingin noytt Ísrael
at stríðast á tveimum her-
mótum, har suðuri í Gaza
og har norðuri við libanska
markið, og tað var uttan iva
eisini endamálið við bur-
turflytingini, heldur Roger
Hardy.
Neyvan samstarv
Hann og aðrir Miðeystur-
serfrøðingar eru á einum
máli um, at er samband
millum tær báðar burtur-
flytingarnar, kann tað ein
álvarssom hóttan ímóti
friðinum í øllum Miðeystri.
Teir vísa á, at fleiri av
leiðarunum í Hamas og
Hizbollah halda til í sýriska
høvuðsstaðnum Damaskus.
-Viðurskiftini
millum
Hizbollah og Hamas eru
ikki so spent, sum viður-
skiftini millum Hizbollah
og Fatah vóru. Báðir par-
tar fáa dyggan stuðul úr
Damaskus, og báðir hava
ein felags fígginda, sum
er Ísrael, sigur Miðeystur-
serfrøðingurin Kari Karame
við Dagsavisen.
Hizbollah hevur leingi
stríðst fyri valdinum í
Suðurlibanon, og felags-
skapurin hevur ongantíð
viðurkent markið millum
Libanon og Ísrael. Tað hevur
havt við sær, at bæði Hiz-
bollah og ísraelski herurin
hava eftirlit við markinum,
og tað var í hesum økinum,
at teir báðir hermenninir
vórðu burturfluttir.
Norski
Miðeystur-ser-
frøðingurin Åge Tiltnes
heldur kortini ikki, at
Hizbollah hevur burturflutt
hermenninar fyri at hjálpa
palestinunum í Gaza. Hann
sigur, at Hizbollah hevur
sítt egna stríð við Ísrael,
og at hermenninir helst eru
burturfluttir, so teir kunnu
brúkast í einum fangabýti
við Ísrael. Hetta hava teir
roynt fyrr. Í 2004 eydnaðist
tað Hizbollah at fáa 429
fangar
úr
ísraelskum
fongslum í býti við ein
ísraelsmann og leivdirnar
av trimum deyðum ísrael-
skum hermonnum.
Eisini Iran
Eitt annað, sum er hug-
vekjandi við burturflyting-
ini hjá Hiabollah er, at
felagsskapurin fær ikki
bara stuðul úr Sýrialandi,
men eisini úr Iran, og tí
kunnu burturflytingin og
ísraelsku álopini á mál í
Libanon hava við sær, at
kreppan fer at breiða seg til
størri partar av Miðeystri,
skrivar AP.
-Fyri aðru ferð í stutta
tíð hevur Ísrael fingið eina
avbjóðing, og fyri aðru ferð
hevur landið valt at svara
við hermegi heldur enn við
samráðingum. Tað fer fyrst
og fremst at raka sivilfólkið
í Suðurlibanon, sigur norski
granskarin Trude Strand
við Dagsavisen.
Ísraelski
forsætisráð-
harrin,
Ehud
Olmert,
hevur gjørt greitt, at Ísrael
slakar ikki ein tumma.
Landið tilskilar sær rætt
til at taka øll neyðug stig,
og tað kemur ikki upp
á tal at samráðast við
yvirgangsmenn, sigur hann.
Í gjár legði hann afturat, at
libanska stjórnin má átaka
sær ábyrgdina av, at teir
báðir ísraelsku hermenninir
vórðu burturfluttir á mark-
inum.
Kann enda við kreppu í øllum Miðeystri
Libanar renna undan
ísraelskum granatum.