hósdagur 13. juli 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 133 - 13. juli 2006
Mugu hava
alternativa havn
Tað kom sera dátt við hjá flest øllum av okkum at
frætta, at Norrøna nú aftur hevði rakt við molan í
Havn. Hesaferð á veg av Havnini til Íslands. Ikki
aftur nú – hvat sørin bagir munnu mong hava orðað
seg, nú tað, sum ikki skuldi henda, kortini hendi.
Hóast Smyril Line í tíðindaskrivi sigur frá, at skaðin
er ikki so stórur, og at hetta var eitt ”hendiligt óheld”,
sum tikið verður til, so fær slík hending mong av
okkum at yppa øksl og spyrja, hvat gongur fyri
seg. Hetta er nevniliga ikki fyrstu ferð, at flaggskip
okkara ber við land í ringum veðri. Øll minnsast
ófrættadagin fyri nøkrum árum síðani, tá Norrøna
ikki bert nam við land ta einu ferðina, men fleiri
ferðir sama dag.
Nú hildu vit so, at hetta var tað. Slíkt kundi ikki
henda aftur. Men gakk. Tað gjørdi tað, líka mikið
um hesin skaðin var lítil. Slíkt eigur rætt og slætt
ikki at koma fyri. Tað má ikki endurtaka seg.
Reiðaríið sigur, at Tórshavnar havn framvegis
er ein trygg havn. Tí ivast vit heldur ikki í, men
spurningurin er bara, um hon er nóg trygg og um
Norrøna hevur neyðugu maskinorkuna at standa
ímóti nógvum vindi, eitt nú tá hann bráddliga tekur
seg upp.
Er bara tann minsti ivi eigur ikki at verða lagt at
í Havn. Hetta er so upp til skiparan at meta um,
men tá hann ikki hevur alternativan møguleika, so
spennir hann helst bogan so langt sum hann kann.
Var tann alternativa havnin tøk, so hevði hann fleiri
valmøguleikar, á sama hátt sum tá flogfarið ikki far
lent og fer til aðra floghavn.
Júst tí er tað rætt og neyðugt at umrøða spurningin
um eina alternativa havn hjá Norrønu. Tá hugsað
verður um, hvussu týðandi Norrøna er fyri ferða
mannavinnuna í Føroyum, eigur tað almenna eisini
at vera partur av eini slíkari loysn. Tað átti at borið
til at sannført bæði almennar og kommunalar mynd
ugleikar um, at teir eiga at vera við til at fíggja eina
íløgu, sum ger tað møguligt hjá Norrønu at leggja
at í alternativari havn, tá verðurlíkindini ikki eru
til at leggja at í Havn.
Seinasta hendingin eigur tí av álvara at seta gongd
á aftur kjakið um at fáa Norrønu og øðrum skipum
við eina alternativa havn í landinum, og her er Runa
vík væl tann mest upplagda.
Sosialurin
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
- Lættasta dømi um at tilfeingisgjald ikki er ókent hugtak, er
at minna á, at oljufeløgini, sum ætla at fáa olju upp úr land
grunninum, betala tilfeingisgjald, og tað í fleiri umførum.
Rolf Guttesen
SAMBAND
eirikur lindenskov
post@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Viðv. Eiði 2 og kæru frá FNU
til úrskurð friðingarnevndar
innar fyri Eysturoyar Sýslu
sambært skrivi dagfest 6.
juni.
Nevndin fyri Føroya
Náttúruverndarfelag, FNU,
hevur á fundi 10. juli við
gjørt málið viðv. Eiði2 og
framhaldandi vatnorkuút
byggingar í Eysturoy og
landinum sum heild.
Vit loyva okkum at vísa til
at FNU frá byrjan av Eiðis
verkætlanina legði áherðslu á
at umráðandi var at fara upp í
hæddina við vatngoymsluni.
Hetta fyri partvís at fáa sum
mest av orku og partvís fyri
at varðveita so stóran part av
áunum sum gjørligt.
Hesum fekst ikki undirtøka
fyri sjálvt um serfrøðingar
fra Berdal og táverandi
Orkuráðnum høvdu sama
tilmæli. Úrslitið av Eiði 1
og 3 síggja vit í dag. Áirnar
eru turrlagdar og sermerkta
náttúran, bygdaumhvørvið
og møguleikin at njóta frið
sæla og órørda náttúru er
farin fyri skeytið í norðaru
helvt av Eysturoy.
Nógva rumbli um árins
kanningar vísir eisini at
framferðarháttur og niður
støður í vatnorku-útbygging
unum ikki eru sambærligar
við tær ásetingar, ið onnur
lond brúka í líknandi verk
ætlanum. Staðfesting í
árinskanningini av Eiði 1
og 3 av náttúru á landi og
sjógvi, at einki árin sæst ella
kann mátast, er ikki á nakran
hátt haldbært. Lívfrøðingar
vita at lívfrøðilig tilgongd
gongur yvir fleiri áratíggir,
og tí ikki gevur nakað hald
bart grundarlag at gera nið
urstøðu út frá, fá ár eftir at
inntriv er gjørt í náttúruna
og umhvørvið.
Grundgeving fyri at ikki er
neyðugt at fremja árinskann
ingar av Eiði 2 við ávísing til
at slík kanning er gjørd áður
og enntá fyri heilt annað økið,
er tí púra burturvið. Norðara
helvt av Eysturoy kann ikki
samanberast við syðru helvt.
Álvarsligt spurnartekin kann
setast við árin á lívfrøðina í
Sundinum har allar áir við
Eiði 2 ætlanini hvørva. Vit
síggja hvussu turr t.d. Vest
urdalsá er vorðin. Alt tos
um at vatnútskiftingin í
Sundalagnum verður so og
so nógv procent minni, er
undanførsla og uttanumtos.
SEV hevur sjálvt ført fram
at tað er bert tá áarføri er,
at feskt vatn rennur í áirnar.
Alla summarhálvuna er lít
ið vatn og kemur tí ólag í
vistfrøðiligu skipanina tá
áirnar koma at liggja turr
ar mesta partin av árinum.
Hvørji árin hetta hevur er
uttan iva av stórum týdn
ingi.
Skálafjørður, sum er tann
fjørður, ið hevur lægstu
útskifting í landinum, misti
við Vesturdalsá stóran part av
feska vatninum í innara parti
av fjørðinum. Framhaldið av
Eiði 2 er Eiði 4, ið er vestari
armur á Skálafjørðinum.
Hetta er næsta stig í Eiðis
verkætlanini. Við tí ætlan
SEV hevur í syðru helvt
av Eysturoy vil tað, ið eftir
er av lívi í Skálafjørðinum
hvørva og fjørðurin doyggja.
Harnæst kann tørvur og
nýtsla av feskum vatni til
búseting og vinnuvirki blíva
ein stórur trupulleiki.
Nevndin loyvir sær at vísa
til ásetingar í Náttúrufrið
ingarlógini, ið á ongan hátt
kunnu loyva at farið verður
fram soleiðis sum lagt er
upp til í Eiði 2 og 4 verk
ætlanini.
Afturat Náttúrufriðingar
lógini eru altjóða sáttmálar
m.a. Rio-sáttmálin og
fylgjandi Norðurlendska
Umhvørvisætlanin
frá
1998, ið Føroyar samtyktu
at taka undir við. Her
verður áherðsla løgd á, at
umhvørviskrøv skulu tak
ast við í málsviðgerð í øll
um størri verkætlanum, ið
hava inntriv í náttúru og
umhvørvið. Sagt verður
at verkætlanir skulu verða
burðardyggar á tann hátt at
tríggjar meginreglur fyrst
skulu lúkast. Síðan koma
onnur krøv til mentan, sið
alæru, frítíðar- og onnur
áhugamál, ið eisini gera seg
galdandi í málsviðgerðini.
Tær tríggjar meginreglur
nar eru:
1. Verkætlanir skulu, í
hesum føri orkuverkætlan,
geva so stóra úrtøku sum
gjørligt.
2. Verkætlanir skulu í sam
felagsligari heildarmeting
vera búskaparliga skilagóð
ar.
3. Verkætlanir skulu taka
øll neyðug fyrilit fyri vernd
av náttúru og umhvørvi.
Hesar meginreglur, líka
sum áður nevndu áhugamál,
eru ikki gingin á møti í
framdu verkætlanum á Eiði,
og er enn minni lagt upp til
at fremja nakað, ið líkist
burðardyggari menning í
syðru helvt av Eysturoy.
Umrødda sera týdningar
mikla hædd á vatngoymsluni
og innsavning av regnvatni í
somu hædd er minsta krav
til einhvørja vatnorkuút
bygging. Vit loyva okkum
her at seta spurning um
hvussu tað ber til, at onnur
verkætlan lagd út í kortið
nevnd “Víkarvatn”, ið liggur
í norður – eystara parti av
Streymoy, gevur fyri hvønn
ferðkilometur 2,6 ferðir so
nógva orku sum Eiði 1 og 3
tilsamans, og enntá til helvt
arkostnað?
Sum Eiði 2 er lagt upp
til at verða framd, verður
eitt orkutap á nógvar mill.
kilowattímar vegna tað at
frástøðan norður til vatn
goymsluna á Eiði er so stór,
um 20 kilometrar. Hæddar
munurin er um 100 metrar
frá Gjógvará.
At borimaskina ikki skal
kunna snara við minni rad
ius enn longri niðri í lendi
num er lítið virðiligt at føra
fram av tøkniliga vitandi
monnum.
FNU vil mæla til at verk
ætlanaruppskotið frá Berdal
á Veðranesi, Orkuráðsins
tilmæli frá 1986 at savna
vatn í 300 metra hædd til
verandi Eiðisvatn, og upp
skot FNU´s at gera savning
arbrunn í 300 metra hædd
Skálafjarðarmegin við til
hoyrandi orkuverki, verða
tikin fram aftur og kannað
nærri.
Føroya Náttúruverndarfel
ag vil vísa til at landsstýrið
í løtuni arbeiðir við gerð
av nýggjari el-veitingarlóg
og at uppskot skal leggjast
niðan í Tingið til heystar.
Lógin leggur upp til at tað
í framtíðini verður lands
stýrið, ið fær allar heim
ildir í framhaldandi orku
útbyggingum. Árinskann
ingar skulu fremjast og
landsplanskipan skal gerast
har orkuøki skulu leggjast
út, og fara vit tí at heita á
yvirfriðingarnevndina at
útseta eina støðutakan til
nýggja lógin er samtykt.
Vit vilja eisini her vísa til at
alneyðugur tørvur í løtuni ikki
er á vatnorkuútbyggingum.
Onnur nýggj tøkni ger stór
framstig í hesum tíðum, og
nýggj orkusparandi tøkni
verður sett upp í heimum
sum á virkjum.
Vinarliga
nevndin fyri Føroya
Náttúruverndarfelag
Kári Thomsen
Zakarias Wang
Eliesar Olsen
Anna Antonisen
Leivur Nattestad
Óli Mikkelsen
Erling Simonsen
FNU við Yvirfriðingarnevndina:
Bíðið við Eiðið 2