hósdagur 13. juli 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 13. juli 2006
11
tíðindi
Jógvan Sundsstein hevði
eina áhugaverda grein
í Sosialinum 27.06.06,
sum kallaðist ”Vinnulív
– áhugi, vinningur ella
øvundsjúka”. Hon snúði
seg mest um søluna av
Krúnborg, at hon var
heilt eftir bókini. Og so
hevur greinin ein stuttan
stubba til endans um til
feingisgjald, sum JS sigur
møguliga kann umsetast
við orðinum ”øvund
sjúkugjald”
Politisk viðmerking:
Rolf Guttesen
Áhugaverd var greinin av fleiri
orsøkum:
• JS er ikki bara Palliba, men
fyrrverandi løgmaður og fólka
floksmaður.
• JS letist ikki at vita nakað um
tilfeingisrentu, men fær bein
anvegin í yvirskriftini nakað
inn, sum ger kritikkarnar av
fiskivinnulógunum mistonk-ilig
ar, ”øvundsjúka”.
• JS vísir við hesum nakað um
fólkafloks-ideologi, og hvussu
Fólkaflokkurin førir politik.
Hvat meinast við?
Har eru tveir spurningar í
greinini, sum JS, ikki gevur
nakað rættiligt svar uppá. Og
mín meting er, at tað er tilvitað,
at hann ikki roynir at geva
nakað klárt svar – tí hetta er nú
einaferð í Fólkafloksins áhuga.
• Fyrsta er, at JS umtalar orð
alagið í lógini um at fiskur á
føroyskum sjóøki er ”ogn Før
oya fólks”, og gevur tí eina for
bronglaða útlegging.
Hann sigur, at tað av flestu lut
takarum í orðaskiftinum verður
lagt út á ein hátt, at ”úrtøkan
av øllum, sum verður fiskað
á Føroya grunninum og av
føroyskum kvotum skal enda í
landskassanum”.
Hann fær tað at ljóða, sum at
alt avlop, ”úrtøkan”, skal fara
100% í landskassan.
Eg havi ongantíð hoyrt
hesa útlegging, men kanska
fylgi eg ikki nóg væl við. Eg
kann tó siga, at hetta á ongan
hátt hevur heimild í nakrari
økonomiskari teori ella læru.
Men hatta er vanligur politiskur
forskrekkilsis-taktikkur. (Ella:
Næsti tín ætlar bara at stjala alt
frá tær!)
• Annað er, hvat ið ”til
feingisgjald” (JS hevur tað í
gásaeygum) í veruleikanum
er. Tilfeingisrenta (resursu-
renta) er ein variantur av tí
vanliga hugtakinum jarðar-renta
(danskt: jordrente; eingilskt:
ground-rent).
Tilfeingisrenta er sum
økonomiskt hugtak væl og
virðiliga viðgjørt, bæði hjá
klassikarum, neo-klassikarum,
hjá Malthus, Smith, Ricardo,
Marx, Sraffa, og í nútíðar
lærubókum á øllum málum.
Ogn Føroya fólks, ja – men
Orðingin í lógini er í lagi. Tað
sum manglar, eru fylgilógir
ella reglur, sum siga hvussu
hesin ognarrættur fólksins skal
handhevjast ella praktiserast.
Sum støðan hevur verið, hava
skip við kvotu einki goldið fyri
rættindini at fiska burtur av
ognini hjá Føroya fólki.
Nú sleppa bert skip við
loyvi og kvotu (fiskidagatali)
frammat. Onnur sleppa ikki, og
tað vil siga at tilgongdin er ikki
longur frí.
Skipini sum hava kvotu
og loyvi, hava eitt de facto
monopol – sum tey einki gjalda
fyri. Onnur, sum gjarna vilja
sleppa frammat, royna at fáa
kvotu, keypa hana frá skipum/
reiðarum sum fingu hesa kvotu
tillutaða ókeypis í sínari tíð.
Ognin og kvoturnar av henni eru
í veruleikanum privatiseraðar og
frítt umsetiligar.
At hesar kvotur eru nógv
verdar, vísir júst sølan av
Krúnborg, og tað roknistykki
sum JS setir upp. Tað er
grundarlag fyri at krevja eina
vissa ”leigu” fyri rættin at fiska
av ”ogn Føroya fólks”.
Tilfeingisgjald er longu
vælkent í Føroyum og virkar á
øðrum økjum
Lættasta dømi um at
tilfeingisgjald ikki er ókent
hugtak, soleiðis sum JS letist
at gera tað, er at minna á, at
oljufeløgini, sum ætla at fáa olju
upp úr landgrunninum, betala
tilfeingisgjald, og tað í fleiri
umførum.
Oljufeløgini bjóða í uppá
ávísar blokkar, sum tey vænta
kanska hevur olju. So longu
langt áðrenn nakað er ”fiskað”,
eru tey fús at gjalda fyri tað,
sum tey vænta møguliga er at
finna. Seinni skulu tey so eisini
gjalda fyri tað, sum í framtíðini
møguliga verður framleitt av
olju, umframt fleiri onnur gjøld
og krøv (”keikantin”).
JS letist ikki at vita?
Sundstein sigur seg ikki hava
sæð nakra definitión av hesum
fyribrigdinum. Javel, tað er
eisini møguligt at látast at vera
blindur, ella sum tann eingilski
banditturin, Lord Nelson, at seta
kikaran fyri blinda eyga. ”Nei,
eg síggi einki”.
Men JS sigur seg hava
hoyrt ein økonom siga, at
tilfeingisgjald skal vera ”alt tað,
sum viðkomandi felag vinnur
útyvir tað, sum er vanligur ella
normalur vinningur”.
Tað ber altíð til at citera
tað mest tápuliga, sum man
(kanska) hevur hoyrt, og so er
lætt at argumentera ímóti tí.
Tað ger JS so eisini, tá hann
endar greinina við hesum
orðum ”Eg vil gjarna síggja
tann vinnulívsmann, sum ger
óløgur í eina vinnu, har allur
vinningurin ýtyvir tann vanliga
verður skattaður við 100%”
Eg kenni ongan politiskan
flokk ella økonom, sum meinar
sovorðið tokutos í álvara. Og
tað veit JS sera væl. Men best
er hjá JS at mana trøll fram
beinanvegin, so eingin kann ella
skal tora at seta spurnartekin
við, um tað er rímiligt ella
samfelagsgagnligt, at ”ogn
Føroya fólks” stillisliga verður
privatiserað, verður seld og
handlað við stórum vinningi.
Upprunaliga ætlanin var, at
fólkið skuldi fáa ein vissan
part afturfyri, at einstakir fingu
rættin at skava burtur av felags
ríkidøminum (eingin hevur
tosað ella hugsað um 100%!!!)
Hvar liggur feilurin so?
Gomlu eigarnir av Krúnborg
hava gjørt ein góðan handil. Har
er helst einki, sum ikki er eftir
bókini ella reglunum (millum
annað tí eingin roynir at
handhevja ”andan” í reglunum).
Jógvan Sundstein ger tað einasta
rætta sum fólkafloksmaður,
hann verjir kapitalistarnar
og kapitalismuna, sum helst
skal fungera uttan stórvegis
inntriv frá tí almenna og teim
”øvundsjúku”.
Fólkaflokkurin og teirra stuðlar,
reiðarar og kapitalistar, hava
vunnið ein stórsigur. Føroya
fólk annars: lønarbeiðarar,
starvsfólkk og fiskimenn, hava
tapt politiska spælið um hesa
ogn. Tað, sum kundi verið
inngoldið í tilfeingisrentu, skal
nú fyri ein stóran part krevjast
inn sum skattur á arbeiði
(lønum).
Tað er í síðsta enda Jóannes
Eidesgaard, løgmaður,
javnaðarmaður, sum kemur at
hava tað politisku ábyrgdina
av, hvussu ”ogn Føroya fólks”
verður vard og umsitin.
Spurningurin er hvat ið
landsstýrissamgongan, sum
hann stendur á odda fyri, vil?
Og Javnaðarflokkurin, sum
hevur avskrivað stættastríðið,
tykist at vera steindeyður.
Tó, - grundleggjandi ymisk
áhugamál eru framvegis millum
aktørarnar ella partarnar
á arbeiðsmarknaðinum
og í framleiðsluni. Eingin
náttúrlóg sigur, hvussu
stór lønarupphæddin (og
skattaprocentið) skal vera.
Lønin er eitt úrslit av
stættastríðnum.
Summi hava politiskan áhuga
í at kalla hetta sjónarmið
gamaldags. So hevur altíð verið.
Tað hevur altíð verið politiskur
taktikkur hjá konservativum og
fólkaflokkinum.
Men at Javnaðarflokkurin
proklamerar stríðið at vera av,
tað undrar meg og mong onnur.
Er tað av, so kann man spyrja:
hvør vann?
Øvundsjúka, búskapur ella stríð um dagligt strev?
Hvar eru hinir ella hin flog
vøllurin hjá føroyingum?
Egin
Henriksen
Í áravís hevur Útvarpið í
Havn júkað upp í saman
um flogvøllin í Vágum,
hvørja ferð tíðindi um
flogvøllin ella flogferðslu
eru á skránni.
Tað løgna er, at tú
hoyrir ongantíð sama
stovn tosa um útvarpið í
Havn, løgtingið í Havn,
landsjúkrahúsið í Havn
o.s.fr. – vælsagtans tí tað
bert er eitt av slagnum.
Fari tí at loyva mær at
spyrja Útvarpið, hvar
hinir vallirnir eru, ella
hví flogvøllurin altíð
skal nevnast flogvøllurin
í Vágum ?
Gott summar.
Í morgin ber til at
sleppa í Stóru Dímun,
tí tá ger Norðlýsið
útferð í oynna. Farið
verður í land, og við
ferðaleiðara verður
skipað fyri túri upp á
toppin
ÚTFERÐIR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Vit fara av Havnini kl 10
og verða í Stóru Dímun
millum kl 13 og 14, sig
ur Birgir Enni, skipari á
Norðlýsinum. Hann sigur,
at hetta er ein sera upp
livingarríkur túrur, tí stórt
fuglameingi er í oynni.
- Vit fara í land í fjøruni
og ganga upp gjøgnum
Kleivina. Tey sum orka og
hava hug sleppa heilt upp
á toppin á oynni. Men tað
er sera áhugavert at ganga
í fjøruni og síggja allan
fuglin har – og har er eisini
nógvur kópur at síggja, sig
ur Birigr Enni.
Hetta er fyrsti túrur hjá
Norðlýsinum til Dímunar
í ár, men væntandi verður
ein túrur gjørdur aftur
sunnudagin. Annars hevur
Norðlýsið gjørt regluligar
túrur til Dímunar seinastu
16 árini.
Steðgurin í Dímun í
morgin verður í umleið fýra
tímar. Farið verður av Bursa
tanga í Havn í morgin kl 10
og komið verður væntandi
aftur kl 20.
Fyrsti túrur til Dímunar í ár