Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 133 - 13. juli 2006 Pætur Franklin Sørensen, Klaksvík, ættaður av Kirkju, andaðist á norðuroyðar ellis og vistarheimi, 96 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Álitismaður 80 ár 13. juli fylti Havstein Ell­ ingsgaard 80 ár. Hann er eiðismaður, føddur á Látrinum í 1926. Foreldrini vóru Jóhanna av Trætistykkinum og Jørgen Ellingsgaard, úr Garði. Hann vaks upp í trygg­ um umhvørvi á Eiði, hóast kørgu tríatiárini ikki altíð vóru so hugalig, komu øll væl undan. Undir krígnum fekk hann arbeiði frá eing­ ilskmonnum sum bygdu hús uppi á Kolli, og í 1944 fór hann til Íslands at arbeiða á bóndagarðinum hjá gitna íslendska rit­høv­ undanum, Gunnari Gunn­ arsson, har hann var í hálvt­ annað ár. Í 1946 fór hann á Føroya Fólkaháskúla og á heysti 1947 á keypmansskúla í Keypmannahavn. Heim­ aftur­komin av lestrarferð fekk hann starv á heilsøl­ uni hjá Poul Hansen, og eftir at starvast har í eitt ár vóru boð eftir honum at koma á starv á skrivstovuna hjá D.P. Højgaard á Toftum, og 1. mai 1950 tekur hann við starvinum har, og var hann í arbeiði hjá teimum í 20 ár. Tá D.P. Højgaard lat timburhandil upp í Runa­ vík í 1953 var hann biðin um at átaka sær starvið sum stjóri, og tað starvið røkti hann til 1970. Um hetta mundi hevði hann tvey stjórastørv, tí árið fyri tók hann við stjóra­starvi­ num á Lynfrost, og var stjóri har í 10 ár. Aftaná hetta drúgva tíðarskeið segði hann stjórastarvið frá sær, og gjørdist umboðs­ maður fyri Føroya Bruna­ trygging og Føroya Lívs­ trygging. Seinni fór hann at arbeiða við øllum trygg­ ingarmálum, til hann fór frá 67 ára gamal. Havstein hevur eisini røkt almenn álitisstørv. T.d. kann nevnast at tá Ráðfiskagrunnurin varð stovnaður í 1975, fekk hann sæti í nevndini fyri grunnin sum boð fyri ráðfiska­ keyparnar. Hetta starv røkti hann í trý ár. Í 1953 bygdi hann hús í Runavík, og 1954 giftist hann við Odu Højgaard av Toftum. Tey eiga fimm børn, fýra døtur og ein son. Fyri tveimum árum síð­ ani høvdu tey bæði gull­ brúdleyp, og dagurin var hildin saman við familj­ uni. Aftaná at hava búð í 45 ár í Runavík, fluttu tey bæði í nýggj hús á Toftum fyri 8 árum síðani, sum tey sjálvi lótu byggja, beint við síðuna av barnaheiminum hjá Odu. Havstein hevur verið virkin innan heima­missi­ ónina. Veriði formaður fyri Missións- og Ungdóms­ húsið á Glyvrum í fleiri ár, og tá hann flutti til Toftir á búgva legði hann hetta starv frá sær. Traðarlívið hevur verði ein týðandi táttur í lívi hansara, og hevur hann trúliga vitja missións- og kirkjugátt. Havstein er fryntligur, góðsligur og røkin maður. Altíð við tí góða orðinum, og er góður í ráðum. Nú hann er komin upp í árini, er hann framvegis virkin á sín hátt. Ikki so sjáldan síggjast konan og hann til gongu, og tá veðrið er til vildar eru tey eisini virkin í urtagarðinum. Nú mundi eg gloymt goymdu evnini sum listamaður. Hann hevur framleitt mong listaverk gjøgnum árini, sum ikki standa aftanfyri teir bestu. Spell at hann ikki hevur gjørt meira burtur úr hesum ítrivi. Ein álistimaður rundar nú áttati ár, og vit eru mong sum hava notið gott av tínum blíðskapi, og takk fyri tað sum tú hevur verði fyri okkum øll. Vit ynskja tykkum báðum nógv góð ár aftrat. Hjartaliga til­ lukku. Lasse Ása Østerø: 50 ára starvsdag í Skálabúðini Tann 1. juli hevði Ása Østerø 50 starvsdag í Skálabúðini í Dr. Jacob­ sensgøtu í Havn. Ása er so at siga upp­ vaksin í Skálabúðuni. Sum smágenta hjálpti hon for­ eldrunum í handlinum, og síðan 1956 hevur hon verið í føstum starvi. Í dag eru tað hon og beiggin, Kári Skála, sum reka handilin. Ása hevur verið við í menningini av Skálabúð­ ini, sum er ein av stóru klædna- og gardinuhandl­ unum í býnum. Mótahandlin »Mótaskálin« hoyrir eisini til Skálabúðina. Handilin var settur á stovn í 1946 undir navni­ num »Magnus Mikkelsen Manufaktur«. Tað var Mag­ nus Mikkelsen á Toftum, sum rak handilin tey fyrstu árini. Handilin varð manna millum nevndur “hjá Tofta­ manninum”. Seinni yvirtóku foreldr­ ini hjá Ásu, Hanna og Óla Christian Skála, handilin sum fekk navnið Skála­ búðin. Leygardagin 1. juli hevði Ása Østerø 50 starvsdag í Skálabúðini Atlantsflog heldur fram at mennast. Og í gjár fekk føroyska flogfelagið ein flúgvara afturat. Sostatt hevur Atlants­ flog nú seks flúgvarar í flota­num. Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at talan er um eitt BE 146-200 ið er sama slag sum fýra av hinum flogførunum hjá felagnum. Atlantsflog hevur leigað flúgvaran til í november og so fer tíðin at vísa um grundarlag er fyri at hava tað longri enn tað. Talan er um ein flúgv­ ara, sum er útvið 20 ára gamal og hevur flogið fyri AIR Wisconsin í USA. Magni Arge sigur, at hetta er ein flúgvara, sum Atlantsflog skal hava at taka til, tá ið brúk verður fyri tí. Tað kann vera, tá ið Atlantsflog fær eyka upp­ gávur, ella tá ið brúk annars er fyri einum flúgvara. – Sostatt fer hesin flúgv­ arin at gera tænastuna hjá Atlantsflogi meiri álítandi og annars hevur felagið eitt flogfar at taka til, skuldu uppgávur tikið seg upp í eini knappari vending. – Flúgvarin er serliga leigaður fyri at at kunna veita eina trygga tænastu, nú besta ferðamannatíð er og nú flúgving eisini verður í sambandi við oljuleitingina undir Før­ oyum. Annars sigur Magni Arge, at Atlantsflog hev­ ur alla tíðina antennurnar úti eftir meiri flúgving. Og fyribils er tað komið burturúr, at Atlantsfelag er leigað at flúgva ímillum Danmark, Írland og Kek­kia í einar seks vikur seinni í ár. Flogferðsla Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Flotin hjá Atlantsflogi veksur alsamt Í gjár kom sætti flúgvarin hjá føroyska flogfelagnum og í heyst hevur Atlantsflog fingið sáttmála um leiguferðir niðri í Evropa 14. juli. Bonaventura, deyður í 1274. Hann var úr Italiu og æt upprunaliga Giovanni Fidanza, men halgisøgan sigur, at tað var sjálvur hin heilagi Frans, sum gav honum navnið Bonaventura, ið merkir eydnurík hending. Bonaventura varð seinni biskupur í Albano, og hann gjørdist ein tann mætasti lærumeistarin hjá katólsku kirkjuni í miðøld. Dagurin í morgin