Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 - 13. juli 2006 13 Í døgunum 15.- 19. juli 2006 verður ein lista fram- sýning hjá Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir og Vigdis Sigmundsdóttir í Smiðjuni í Lítluvík. Aggi Ásgerð og Vigdis búgva báðar í Suðuroy, men fara í døgunum 15.- 19. juli at sýna fram listar- verk í Havn. Aggi Ásgerð, var í 1995 útbúgvin á Danska Lista- háskúlanum á Fyn og ar - beiðir burtuav við olju- málningum. Aggi hevur egið atelier í gamla skúla í Vági og hevur júst í samband við jóansøkuna, skipað bæði fyri egnari framsýning umframt stór- ari framsýning av mynd um hjá børnunum í verkætlan- ini »Skapandi spírar«, sum koyrir á øðrum ári. Mynd- listaverkstaðurin hjá Aggi Ásgerð hevði í fjør 108 børn í 4 liðum og í ár vóru tað umleið 80 børn úr Vági sum spíraðu. Á framsýningi í Smiðj- uni hevur Aggi Ásgerð 12 nýggjar oljumálningar, har dimensionella rúmið er tikið inn í myndaheimin. 6 málningar eru tengdir saman og kunnu tó standa frítt sjálvir, sum lutaeindir. Vigdis Sigmundsdóttir hevur í umleið 30 ár fing- ist við klippmyndir. Motiv- ini eru oftast úr føroyska bygda umhvørvinum og á hesi framsýningini eru 13 klippmyndir, umframt pla- katir. Motivini eru av Sumba, Tindhólmi, Kolla- fjarða kirkju, Tvøroyri, Klaksvík, Koltri, Vest- manna og fleiri øðrum støðum í Føroyum. Vigdis hevur verið sera virkin og hevur havt fleiri framsýningar í Noregi, Danmark, Íslandi og í Før- oyum gjøgnum árini. Hetta er aðru ferð at Aggi Ásgerð og Vigdis sýna fram saman og aftur hesaferð er tað í Smiðjuni í Lítluvík i Havn. Fyrru ferð tær sýndu fram saman var fyrst í 90´unum. Framsýningin letur upp leygardagin 15. juli kl 14. Opið er allar dagar frá kl. 14 – 18. Aggi Ásgerð og Vigdis í Smiðjuni TÍÐINDASKRIV Fyri 35 árum síðan: Skiparaprógv í juli 1971 Á Føroya Sjómansskúla tóku hesir skipararaprógv í juli 1971. Aftara rað f.v.: Torleif Samuelsen, Eiði, Hjalmar Lamhauge, Rituvík, Ólavur Jacobsen, Norðragøta, Jógvan Joensen, Sørvágur, Elias Hansen, Skáli, Hans Joensen, Vágur, Jens Eli á Lava, Tórshavn, Martin Midjord, Lopra, Leivur Olsen, Vestmanna, Jóannes Johannesen, Dalur, Karl Mikkelsen, Gásadalur, Torfinn Jacobsen, Gøta og Jógvan Klosslá, Sørvágur. Fremra rað f.v.: Tórur Jacobsen, Tórshavn, D. Bjarkhamar, Vágur, Hendrik Old, Vágur, Karl Vang, lærari, Jóhan Samuelsen, lærari, Asbjørn Djurhuus, Selatrað, og Heri Højsted, Funningur, Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1971 Í juli 1971 fingu maskinmeistarar og maskinistar prógv saman við teimum, sum tóku føroyskt maskinprógv á Føroya Sjó mansskúla. Aftara rað f.v.: Jónhard Berg, Tórálvur Johansen, Marius Hansen, Bergur Niclasen, Hans Djurholm, Magnus við Streym Hansen, Tórur Samuelsen, Hans P. Weihe, og Jóan Magnus Olsen. Miðraðið f.v.: Jákup A. Joensen, Kári Gaard, Pauli Joensen, Jens Weihe, Jón Eliasen, Johan Eysturoy, Terje Jacobsen, John P. Vilhelm, Kristian Tausen, Eirikur Jensen, Hartley Hofgaard, Høgni av Reyni, Wenningsted Jensen og Poul N. Mouritsen. Fremsta rað f.v.: Árni Olsen, Ísak Jacobsen, Wenzel Hentze, Hjørleif Hentze, lærari, Magnus Simonsen, lærari, Atli Jensen, lærari, K.B. Hansen, lærari, Tummas Andreasen, lærari, Mikkjal Absalonsen, Anfinn Hentze og Pól Joensen Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1971 Fyri 35 árum síðan: Maskinist- og maskin- meistaraprógv í 1971 1 Á Haldið Sosialin Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið borið út 5 ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: Undirskrift: Boks 76 FO-110 Tórshavn Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 Send lepan til: Tekna teg sum haldara nú 450,- um ársfjórðingin Sparið 395,- í mun til leysasølu! Besta keldan til: Vinnulívið Ítrótt Mentan politik Bilar Merkisdagar Heilsanir Tiltøk ...o.m.a.