Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sandavágur er ein bygd í vøkstri, og Rósa Samuelsen, borgarstjóri, bjóðar øllum vælkomnum á vestanstevnu í Sandavági. – Har fólk er inni, er hurð­in opin, sigur borgar­ stjórin VESTANSTEVNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Seinasta bygdastevnan áðrenn Ólavsøkuna, er vestan­stevnan. Vestmanna var vanliga ein av bygdunum, sum skiftist um at vera karmur um stevnuna, men síðani vestmenningar vórðu partur av Fjarðastevnuni, eru tað bara Sandavágur, Miðvágur og Sørvágur, sum skiftast um at skipa fyri. Hetta hevur hvørki gjørt stevnuna verri ella betri, men á Vágoynni eru tey bara glað fyri, at stevnan nú er oftari í heimbygd teirra. Í ár er stevnan í Sandavági. Borgarstjórin í Sandavágs Kommunu er Rósa Samuel­ sen. Hon er errin av, at bygdin stendur undir so stórum vøkstri. At so nógv fólk flyta til bygdina og byggja sær hús. – Tað sigur seg sjálvt, at tað ikki er pláss fyri øllum í Havn. Og tá tað er so deiligt í Sandavági, so er tað púra natúrligt at fólkið kemur henda vegin, sigur Rósa Samuelsen skemtandi. – Sandavágur er ein liv­ andi bygd, og tað er nokk fyrst og fremst tí, at so nógv velja at byggja her, greiður borgarstjórin frá. Samstundis vísir hon eisini á aðrar týdningarmiklar fak­torar, sum bíligu grund­ stykkini, góða umhvørvi og sentrala plaseringin. Hon vísir eisini á stóra arbeiði ítrottarfelagið í bygdini ger fyri bygdina. – Ítróttarfelagið ger eitt risa arbeiði. Tey skipa eisini fyri øðrum tiltøkum, sum ikki eru knýtt at ítrottini, og tað hevur nógv at siga, staðfestir Rósa Samuelsen. Aðrastaðni í stevnu­blað­ num kunnu tit eisini lesa um stóra vøksturin, sam­ røðu við ein, sum nýliga er fluttur inn í nýggj hús, umframt fleiri aðrar spenn­ andi greinar. Stevnan hevur týdning Til aðrar stevnur hevur onkur sagt, at tíðin er farin frá stevnunum og at tær ikki hava týdning longur. Hesum er Rósa Samuelsen ikki samd við: – Vestanstevnan hevur stór­an týdning. Fólkið í bygd­ini gleðir seg dag­ arnar frammanundan, og tú sært eisini at fólkið sták­ ast til stevnuna. Ser­liga fyri tað sosiala í bygd­­in er vestanstevnan týdn­ingar­ mikil, og tað hevur altíð verið soleiðis á stevnunum her, at er fólk inni, so er hurðin opin, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri i Sandavágs Kommunu, sum ynskir at bjóða øllum vælkomin á vestanstevnu í Sandavági. Vælkomin á vestanstevnu í Sandavági Borgarstjórin Rósa Samuelsen bjóðar øllum vælkomnum á vestanstevnu Mynd: Jens Kristian Vagn