Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 133 - 13. juli 2006 tíðindi VESTANSTEVNA Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Tá vit ein seinnapart koma á gátt hjá Jenny og familju hennara, fáa vit alt fyri eitt varhugan av, at tað er eitt sprell livandi heim, vit eru komin í. Telefonin ringir støðugt, tvær vinkonur detta inn á gólvið og børn­ ini spæla og hugna sær kring húsið. Rokan í fjør­ uni – eingin ivi um tað, men kortini hevur lívsglaða Jenny tíð til øll. Eisini okk­ ara. Og hon smæðist so avgjørt ikki burtur. – Eg klári at gera alt, eg vil. Einasti munurin er, at eg ikki altíð røkki eftir øllum, sigur Jenny við einum smíli, meðan hon fer upp á krakkin í køkinum eftir koppum í skápinum og skeinkir okkum nýgjørt kaffi í hugnaliga køkinum heima í Sørvági. Skurðviðgerð Í dag er Jenny 1,35 metur til longdar, men tað hevur hon ikki altíð verið. Jenny hevur nevniliga tvær ferðir longt beinini hjá sær – í 1993 og 1998 – og er hon tilsamans vaksin 15 sentimetrar av viðgerðini: – Men hóast hetta, vil eg mæla øllum frá at fara undir slíka skurðviðgerð. Ein verður í roynd og veru rúseitursmisnýtari í fleiri ár aftaná, tí ein verður noydd­ ur til at fylla seg sjálvan við pínutablettum alla tíðina fyri yvirhøvur at vera til, sigur Jenny heldur álvarsom. Hon forteldur okkum síð­ an, at hon var bundin at tablettunum í um fýra ár eftir viðgerðina. Somuleiðis noyddist hon støðugt at fáa sálarliga viðgerð og at fara á Ríkissjúkrahúsið til avvenjingar: – Tað var ræðuligt. Eg fekk sansahvørvingar, var hugtung og máttleys. So tað er ikki bara bara. Eg var rætt og slætt púra lamin og sat í koyristóli í tvey ár. Eisini noyddist eg alla tíðina at venja beinini upp aftur, og verri var pínan, sigur Jenny og reisir seg, tí dóttirin, Sólja, rópar eftir henni úr stovuni. Men hóast Jenny noyddist ígjøgnum fýra slítandi og strævin ár, valdi hon at fara til skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum enn eina ferð: – Eg var noydd til at gera tað aftur. Lørini passaðu als ikki til restina av kropp­ inum, og eg fekk illa ging­ ið, tí nú vóru tjúkkarnir brádliga 8 sentimetrar longri enn áður, sigur Jenny og leggur afturat, at næsta skurðviðgerðin var ikki lætt­ari enn tann fyrra: – Hesi árini vóru sera, sera tung at koma ígjøgnum – serliga tí sonurin jú var so lítil. Men eg fekk sera góða hjálp frá manninum, bróðirdóttrini, familjuni og vinum, sigur hon og skoytir uppí, at flest øll, ið fara undir eina slíka viðgerð, verða bundin at pínutablettum, og um ein veruliga ynskir at leingja beinini, er best at gera tað sum yngri: – Tí tá eru beinini so frálíka bleyt, og pínan tískil nógv minni, sigur Jenny, sum tó er glað fyri at vera eitt vet longri, nú hon endi­liga er sloppin av við pínuna og tablettirnar: – Tað er stórur munur á at vera 1,20 metur og so 1,35 metur til longdar. Tí brádliga kundi eg eitt nú keypa mær aðrar buksur og lata hurðar upp uttan at toyggja meg. Og bara tað at kunna seta meg niður heldur enn at lyfta meg upp á stólin er framúr. Men hetta eru sjálvandi bara smátlutir Eitt stórt menniskja 36 ára gamla Jenny Gudmundsen úr Sandavági er vakstrartarnað. Men hóast hetta livir hon eitt lív sum onnur flest. Hon er gift og eigur tvey væl skapt børn: – Alt ber til, um ein bara vil, sigur 135 sentimetra langa Jenny Gudmundsen Familjan heima í Sørvági. Í dag er Jenny 1,35 metur til longdar, men tað hevur hon ikki altíð verið. Jenny hevur nevniliga tvær ferðir longt beinini á sær, og er hon tilsamans vaksin 15 sentimetrar longri av viðgerðini.