hósdagur 13. juli 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 13. juli 2006
21
tíðindi
hjá vanligum, frískum fólk
um, men stórverk í mínum
hugaheimi, greiðir Jenny
frá.
Eingin forðan
Men hóast viðgerðin hjá
Jenny enn er klár í huga
heimi hennara, hugsar hon
dagliga ikki um, at hon er
vakstrartarnað:
– Eg havi ongantíð hugs
að, at eg síggi øðrvísi út.
Og tað, at eg bert eri 1,35
metrar til longdar, hevur
ongantíð forðað mær í
at gjørt nakað sum helst.
Sjálvsálitið hevur altíð ver
ið í topp, sigur Jenny og
leggur afturat, at tað tó ofta
eru fleiri, sum hyggja eitt
sindur eftir henni og spyrja
ymiskt, tá tey síggja hana
á gøtuni:
– Nú ein dagin, eg var í
Leirvík, segði eitt barn við
meg: ‘Hví ert tú so lítil?’
Tá svaraði eg honum bara
aftur, at øll síggja ikki eins
út, og at summar mammur
eru lítlar, meðan aðrar
kanska eru langar, klænar
og tjúkkar. Og tað haldi eg
eisini, at hann skilti.
Børnini hjá Jenny hava
heldur ongantíð verið darv
að av, at hon ikki er líka
stór sum hinar mammurnar.
Heldur ikki Hilmar, sum
eftir summarfrítíðina byrjar
í øðrum flokki:
– Tað eru altíð so nógv
børn inni hjá okkum á vitj
an. Øll hava vant seg við,
at eg ikki eri so stór, og tað
halda tey ikki vera løgið,
sigur Jenny.
Tvey vælskapt børn
Vakstrartarnað hava ofta
trupulleikar við at fáa børn,
men Jenny hevur verið
heppin og fingið, sum sagt,
tvey væl skapt børn:
– 50% av okkum, sum eru
vakstrartarnað, fáa børn,
ið somuleiðis eru vakstrar
tarnað. Og tá eg fekk at vita,
at eg var við barn, vildi eg
ikki vita frá jarðarmóðurini,
um barnið hjá mær somu
leiðis hevði trupulleikar við
vøkstrinum, men tíbetur
høvdu børnini ikki hetta
brek, sigur Jenny og skoytir
uppí, at barnsburðarskeiðið
hjá henni gekk sum eftir
ánni:
– Hóast eg eri lítil, orkaði
eg væl at bera børnini hjá
mær. Eg tók ikki meira enn
trý kilo uppá, sigur hon
glað.
Keypir klæðir
allastaðni
Jenny ásannar, at tað onk
untíð kann vera trupult at
finna klæðir, ið passa til
hennara. Men hon keypir
tó ongantíð klæðir í einum
barnahandli:
– Serliga er tað trupult
at finna buksur, ið passa.
Men antin leggi eg tær upp,
ella keypi eg stuttar summ
arbuksur, ið sum oftast
hóska væl til mín, sigur
Jenny og leggur afturat, at
tað ongantíð er trupult at
finna blusur, jakkar ella
skógvar:
– Væl at merkja, um
eg altso røkki upp á hand
ilshillarnar, men so rópi eg
bara á starvsfólkini og sigi,
hvat eg skal hava, sigur hon
at enda við einum stórum
brosi.
Vit takka fyri gott gesta
blídni og gott drekka.
Jenny ger seg klára til at
taka myndir, og vit fara
út í garðin. Tá stingur
ein maður høvdið út um
grannadyrnar: – Sosialurin
á vitjan? Er fitta Jenny nú
aftur vaksin nakrar senti
metrar?,
sigur
grannin
flennandi. Myndamaðurin
tekur myndirnar og vit
takka fyri okkum og fara
rullandi við Snar, ið er bil
urin hjá Sosialinum, aftur
til Sandavágs.
Fall fyri
sjarmuni
Fyri tveimum árum síðani
giftust Jenny og Evan í
kirkjuni í Sørvági. Hóast
Evan er 1,80 metrar til
hæddar, hevur hann ongantíð
verið keddur ella hugsað um,
at kona hansara er um hálvan
metur minni enn hann. Og tá
Jenny minnir hann á, at hon
bert var 1,20 metur, tá tey
komu saman, svarar Evan
brosandi og argandi: - Ha?
Vart tú so lítil? Men hann
leggur tó alt fyri eitt afturat,
at hann við fyrsta eygnabrá
fall fyri sjarmuni.
Nú ein dagin, eg var í Leirvík, segði eitt
barn við meg: ‘Hví ert tú so lítil?’ Tá
svaraði eg bara aftur, at øll síggja ikki
eins út, og at summar mammur eru lítlar,
meðan aðrar kanska eru langar, klænar
ella tjúkkar. Og tað haldi eg eisini, at hann
skilti.
”
Trý ára gamla Sólja blaðar í einari fotomyndabók. Í bókini eru millum
annað myndir av Jenny á sjúkrahúsinum, og Jenny greiðir alt fyri eitt
Sólju frá, hvussu læknarnir royndu at hjálpa sær
Jenny til uppvenjingar stutt eftir skurðviðgerðina.