hósdagur 13. juli 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 133 - 13. juli 2006
tíðindi
19 hús eru ávegis
í Sandavági og 30
útstykkingar verða
gjørdar í næstum, har
alt er umbiðið.
Sandavágur er ein
bygd, sum blómar, og
ein teirra, sum júst
er fluttur inn í nýggj
hús, hevur lagað sær
ein heilan sermerktan
vegg úr føroyskum
gróti
VESTANSTEVNA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Sandavágur er ein bygd í
allar fagrasta blóma. Summ
arið er í nánd og hóast tað
hevur oysregnað onkran
dagin í vikuni, so hava vit
havt fleiri góðveðursdagar
í síðstuni. Hetta sæst eisini
aftur í Sandavági, har fólkið
seinastu tíðina hevur leitað
sær út um og snøggað um
havan og húsini.
Men tað er ikki einans
í havanum, at tað veksur
og blómar. Byggivirksemið
í Sandavági er øgiligt og
eru ikki færri enn 19 hús
ávegis. Tað er í niðaru
útstykkingini í Sørpum,
at 12 hús eru á veg, og
umframt tað, eru sjey hús í
ger aðrastaðni í bygdini.
Aftrat hesum koma so tey
30 grundstykkini í nýggju
útstykkingini oman fyri
vegin norðuri í Sørpum,
sum øll eru umbiðin.
Veggur úr
føroyskum gróti
Ein teirra, sum hevur
bygt sær hús í Sandavági
og nýligani er fluttur inn,
er Ottar á Lofti. Húsini
eru millum tey fyrstu tú
bert eyga við, tá tú kemur
koyrandi oman í móti bygd
ini, og eru tey rættiliga ser
merkt á at líta.
Aftrat sínum serliga sniði
er eisini ein endaveggur,
sum er lagaður í føroyskum
gróti. Sera snøgt og væl úr
hondum greitt arbeiði, sum
pápi Ottar hevur gjørt.
Tá Sosialurin var framvið
hjá honum í vikuni fyri at
forvitnast og síggja henda
óvanliga veggin, stóð Ottar
uttanfyri og málaði.
– Ja her er hugaligt
at byggja, nú so nógvar
barnafamiljur eisini byrja
at reiðrast her, sigur hann
smílandi, tá vit spyrja til
nógva byggivirksemi rund
an um í økinum.
Ottar býr uppi í Sørpum,
har fleiri hús eru í gerð,
men eisini eru nógv hús í
økinum, har fólk hava búð
í longri og styttri tíð. Ottar
og konan fluttu inn í mai.
Tapti tólv kilo
Ottar hevur sjálvur bygt
húsini, og tað var eisini hann
sjálvur, sum fekk hugskotið
um, hvussu húsini skuldu
síggja út. Hann fekk ein
starvsfelaga at hjálpa sær at
tekna og leggja inn á teldu,
og úrslitið er tað, vit síggja
í dag. Eini snøgg svart
málaði hús við flagtaki, har
sniðið berst kann sigast at
vera føroyskt.
Grótveggin vildi hann
hava, tí pápi hansara hevur
lagað alla staðni runt í
bygdini, og hevur sett sín
dám á Sandavág á tann
hátt, og tí skuldi hann eisini
sleppa at seta sítt merki
á húsini. At laga sjálvan
veggin tók eitt hálvt ár,
og tað tíðarskeiðið meðan
lagingin og húsabyggingin
annars stóð á, misti Ottar
tólv kilo.
– Grótið er frá har tunn
ilsmunnin er. Kálvadalur
eitur tað, og tað mundu vera
eini 40 túrar har vit sletaðu
grót, sum vit skuldu brúka
til húsini, so tá ruku nøkur
kilo av, greiðir Ottar frá,
meðan hann vísir okkum
runt húsini.
Tá vit so spyrja hann, um
húsini eru líka “føroysk”
innan sum uttan, flennir
hann og sigur, at tað eru tey
ikki, tí at hann ræður úti,
meðan konan ræður inni.
Enn er nakað eftir at mála
hjá Ottari, og sigur hann
seg vóna, at fáa eini tveir
góðveðursdagar aftrat, so
hann kann fáa málingina frá
hondini. – Tað hevði verið
óført, sigur hann, meðan
hann tekur nøkur træsprek
upp úr túninum. – Ja, eg
má eisini fáa rudda rundan
um húsini, flennir hann og
tveitur træsprekini í eina
tóma málingadós, áðrenn
hann tekur pensilin aftur og
fer at mála. Ein bygd sum
blómar
Ein bygd sum blómar
Sandavágur er ein bygd í allarfagrasta blóma. 19 hús eru ávegis og 30 útstykkingar verða gjørdar í næstum
Ottar á Lofti hevur valt at gjørt ein heldur sermerktan grótvegg í nýggja húsi sínum í Sandavági
Ottar og dótturin framman fyri nýggja húsinum
”Grótið er frá har tunnilismunnin er.
Kálvadalur eitur tað, og tað mundu
vera eini 40 túrar har vit sletaðu grót,
sum vit skuldu brúka til húsini, so tá
ruku nøkur kilo av.”
”