Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 - 13. juli 2006 23 tíðindi Barnagarðurin í Sandavági – Sóljugarður – liggur í einum sonnum paradísi. Á víðførum grønum gras­ vølli og steinsettum gøtum spæla børnini um summarið úti í sólini. Í ánni, sum tutlandi rennur gjøgnum barnagarðsøki, spæla børn­ ini hvønn dag í tímavís. Og bert eitt hanagleiv frá barnagarðinum liggja fót­ bóltsvøllurin og fjøran. Ja, ikki ber til at siga annað enn, at umstøðurnar hjá børnunum í Sandavági eru í hásæti: – Somuleiðis liggur løg­ mansgarðurin beint yvirav, og har plaga vit at heinta ber um summarið. Og neytini hjá bóndanum eru altíð stuttlig at vitja, sigur Jana, sum starvast í barnagarðinum í Sandavági: – Vit hava lagt nógva orku í at gera garðin so góðan og hugnaligan, sum til ber. Tað er listamaðurin, Pól Skarð­enni, sum hevur desaina garðin hjá okkum. Og hvørja ferð vit hava garðdag, byggja vit saman við foreldrunum eitt nýtt spælistað, leggur Jana aft­ urat. - horsdal Lokkandi Sóljugarður Øllum verður ynskt eina góða vestanstevnu! Sørvágs Kommuna www.sorvag.fo Hegga Samuelsen er eitt av trimum mannfólkum í barnagarðinum Sóljugarður í Sandavági. Fleiri eru teir, sum ongantíð kundu ímynda sær at arbeitt í barnagarði, men hjá Hegga er tað ongin trupulleiki. - Her er lætt at vera mannfólk, sigur hann VESTANSTEVNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Mannfólk eru ein mangul­ vøra. Tað eru tað kanska ikki øll sum eru samd við, og tey eru helst mong, sum onkra løtuna hava ynskt øll mannfólk langt vekk. Men á dagstovnaøkinum er ta ein sannroynd, at mannfólk eru ein mangulvøra. Í omanfyri standandi grein ber til at lesa, um frágera góðu umstøðurnar dagstovnurin Sóljugarður hevur. Men tað er ikki ein­ ans har, at børnini í Sanda­ vági eru heppin. Í Sólju­ garði arbeiða heili trý mann­ fólk, og tað eru fáir stovnar, sum eru so væl stillaðir. Eitt av hesum mannfólk­ unum er Hegga Samuelsen. Hann er útbúgvin pedagog, og tá vit koma fram á hann, er hann á fótbóltsvøllinum í Sandavági við seks smá­ drongjum. Hann spælir fót­ bólt saman við teimum, og tað sæst, at lítlu knassarnir royna at gera sum Hegga, tá hann trillar runt við bólt­ inum. Tá vit rópa Hegga yvir til okkara, steðgar spælið eina løtu. Tað er eyðsæð, at piltarnir ikki eru nøgdir við, at hann má gevast eina løtu: – Ja, tað er lætt at vera mannfólk, smílist hann til okkara. Honum dámar væl starvið sum pedagog, og sær ongan trupulleika í at vera í millum so mong konufólk í gerandisdegnum: – Tað riggar fínt, og nú eri eg heldur ikki heilt einsa­ mallur, sigur hann, og vísir til hini bæði mannfólkini á stovninum. – Vit eru ofta á plenuni, og helst oftari enn vit ann­ ars vildu verið, um onki mannfólk var á stovninum, greiðir hann frá og sigur, at tá hann tímir at spæla fótbólt og børnini eisini tíma, so er tað upplagt. – Men sjálvandi er tað ikki bara fótbóltur. Vit gera eisini eina rúgvu av øðrum tingum, tí møguleikarnir her eru fantastiskir. Tak til dømis bara ánnað, so plaga vit góðveðursdagar at sigla í gummibátum í henni, og tað eru tað ikki nógvir stovnar, sum kunna, sigur hann. Smádrongirnir sum steðg­ aðu við spælinum í áðni, tá vit órógvaðu teir, tóku skjótt spælið uppaftur, men nú kundu teir gott hugsa sær at fingið Hegga við aftur upp í leikin, so vit sleppa honum og fara víðari. Lætt at vera mannfólk Børnini í Sóljugarði nýta nógva tíð á vøllinum saman við Hegga Samuelsen, pedagogi