Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 133 - 13. juli 2006 tíðindi Mikil stákan til vestan­stevnu Tá summarið er í hæddini, plagar Tóra í Horni altíð at keypa sær blómur í vakstrarhúsinum í Sandavági. Og nú vestanstevna er í nánd, fer Tóra at prýða havan hjá sær: – Tá vestanstevna er í Sandavági, stákast øll bygdin í fleiri dagar. Vit baka, mála, hjúkla um havan og rudda alla bygdina. Í dag havi eg keypt mær blómur, sum eg fari at seta í havan, tá eg komi heim. Rætt og slætt gera vit øll nógv burtur úr havnunum hjá okkum í Sandavági, men tað kemst helst eisini av, at vit hava eitt vakstrarhús í bygdini, sigur ein fegin Tóra. - horsdal Kári á Lofti hevur seinastu 30 árini hjúkla um vakstrarhúsið hjá sær í Sandavági: - Tað er kærleikin til blómurnar og runnarnar, ið drívur verkið, greiðir hann glaður frá VESTANSTEVNA Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Dagliga arbeiða tríggjar kvinnur saman við Kára á Lofti í vakstrarhúsinum. Men Kári á Lofti dámar væl at arbeiða millum kvinnurnar: - Tað ber kanska til at siga, at vakstrarhúsið er ein handil til kvinnur, tí nógv tey flestu viðskiftafólkini eru kvinnur. Men tað ger als einki, sigur Kári á Lofti og leggur afturat, at í heilum koma útlendingar og keypa sær blómur við sær aftur til húsa: - Tað er nokkso stuttligt. Í vikuni kom ein stórur bussur fullur av ferðandi úr Íslandi á gátt. Tey keyptu prýðislutir, men somuleiðis plantur. Í vakstrarhúsinum gongur tað í løtuni væl við søluni: - Um summarið selja vit altíð nógv. Vit hava um tíggju sløg av summarblómum, og blómurnar, sum selja best, eru uttan iva margerittur og fjallablákollur, sigur Kári á Lofti at enda. Vakstrarhúsið í Sanda­vági er ein sonn familjufyritøka. Seinastu 30 árini hevur Kári á Loftistaðið á odda fyri vakstrarhúsinum, og børn hansara hava somuleiðis slitið barnaskógvarnar millum blómurnar og runnarnar í vakstrarhúsinum. Sniðgevin, Malan á Lofti, er ein teirra VESTANSTEVNA Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo – Tá eg og systkin míni vóru lítil var eingin barnagarður í bygdini, og tí gingu vit bara í vakstarhúsinum og hugnaðu okkum. Og tað hevur heilt víst givið okkum íblástur til okkara yrkisleið. Vit eru øll nokkso skapandi, og vakstarhúsið er orsøkin til tess, sigur Malan á Lofti, sum gjørdist sniðgevi í 2002. Dagliga arbeiðir hon við at gera klæðir úr seyðaskinni. Í Danmark hevur Malan sína egnu fyritøku, ið selur klæðir til Týsklands, Hollands, Onglands, Amerika og Føroya. Og fyri kortum hevði hon eina framsýning á Bryggjuni í Keypmannahavn, sum eydnaðist væl. Næst á skránni hjá Maluni er ein spildurnýggj vørusending við klæðum einans úr seyða­skinni. Malan á Lofti: – Fingið íblástur frá vakstrar­húsinum Háárstíð í vakstar­ húsinum í Sandavági Í løtuni eru hølini á tremur við summarblómum, men longu í august fara jólastjørnurnar at fylla borðini í vakstrarhúsinum í Sandavági.