Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-13, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 - 13. juli 2006 25 Hilmar Evansson Gud­mund­ sen er átta ára gamal og býr í Sørvági. Frá stovuni har hann býr, sær hann oman á fótbóltsvøllin á Valloyruni. Og sjálvandi spælir hann fótbólt við SÍ. Hilmar er áleypari, men roynir seg eisini á mið­vøllinum viðhvørt og onkuntíð í verjuni. – Viðhvørt eri eg eisini á bonkinum, men eg eri ongantíð í mál, sigur hann. Í løtuni er kappingin í summarfrí, men tað er Hilmar so sanniliga ikki. Hann hevur verið á plenuni hvønn dag, tá veðrið hevur verið til vildar. Og nógva venjingin gevur úrslit. Lið hansara hevur spælt seg víðari úr sínum bólki, har teir vunnu allar dystirnar - uttan tann ímóti grannunum SÍF. – Nú gongur ikki akkurát líka væl, og vit tapa við­ hvørt, sigur Hilmar, men skundar sær at leggja aftrat, at tað framvegis er líka stuttligt at spæla fótbólt. Aftan á summarfrítíðina fara Hilmar og hini 14 í flokkinum í annan flokk. Og sum allir hansara javn­aldrar, so hevur hann sjálvandi fylgt væl við í HM. – Eg helt við Brasil, men tá Frankaríki vann á teimum, og Brasil mátti heim, so fór eg at halda við Frankaríki, fortelur Hilmar, sum eisini sá, tá Zidane skallaði Materazzi í bringuna. – Tað fari eg ongantíð at gera, sigur Hilmar álvar­ samur. Frakland tapti finaluna fyri Italia, men tað broytir onki upp á ta sannroynd, at Føroyar møta heims- og varaheimsmeistarunum i fót­ bólti á Tórsvølli í komandi EM-undankapping. – Tá fari eg heilt víst at hyggja, sigur Hilmar og smílist um alt fimmoyra. -rwd 8 ára gamli Hilmar um Zidane: Hatta fari eg ongantíð at gera Hilmar ætlar sær ongantíð at gera sum Zidane gjørdi í HM- finaluni. Men hann gleðir seg til Frakland kemur til Føroya at spæla Mynd: Jens K. Vang tíðindi