Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 133 - 13. juli 2006 tíðindi 81 ára gamli Sigurð Petersen er ikki sum flestir av sínum javnaldrum. Hann gongur á fjall, hoyggjar, veltir epli, fiskar síl og er virknari enn fólk flest. Vit hittu bygdamyndina og orkukelduna heima hjá honum VESTANSTEVNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang 81 ára gamal er maðurin, vit hitta til eitt prát ein seinnapart í Sandavági. Um morgunin klokkan átta fór hann á fjall saman við 15 øðrum, og tá vit hitta hann klokkan hálvgum fimm, er hann akkurát innkomin. Tað sæst ikki á honum, at hann hevur verið burtur í fjøllunum ein heilan dag, og tá hann greiðir frá, mugu vit kýta okkum fyri at fylgja við. Maðurin eitur Sigurð Petersen og og er hann ein bygdamynd í Sandavági. – Ja vit fóru um átta tíðina í morgun. Eini 16 mans mundu vit vera, og vit fóru at reka gonguna, vit rópa Stóraleitið, sum er 160 seyðir. Tað gekk væl, og vit fingu alt í rætt, sigur Sigurð Petersen, tá vit spyrja, hvussu dagurin uppi í Ognadali gekk. Í Ognadali eru tvær gongur, har Stóraleitið er tann størra á 160 seyðir, og Kleppa­ seyðurin er minna gongan við sínum 135 seyðum. – Eg haldi eisini, tað var væl filað, og at tað fer at vera eitt hampiliga gott ár, staðfestir Sigurð Petersen, meðan hann skonkir okkum kaffi. Dagurin í Ognadali royndist væl, tí hóast veðrið var gott, tá teir fóru, so gjørdist so myrkt inn í millum, at teir ivaðust í, um teir nú fóru at fáa alt í rætt. Tíbetur gekk tað tó sum ætlað, og í dag, hósdagin, var ætlanin at taka seinnu gonguna, um veðrið altso loyvdi tí, og tað sær tað út til. Lætt at pensionerast Sigurð Petersen var elsti maðurin á fjalli í dag, og tað er eisini ein leiklutur hann plagar at hava. Honum hevur altíð dámað væl at gingið og hevur verið sera virkin alt sítt lív. Sjálvt um hann er 81 ára gamal, so gongur hann framvegis í skorum. – Eg orki líka væl van­ liga gongd sum allir hinir, men tað er um okkurt knapp­liga hendur, at eg kanska eri í seinra lagi, smílist Sigurð. Skorarnar fráfarni skúlastjórin gongur saman við trimum øðrum, eru frá Trøllkonufingri og norðeftir. Tá Sigurð fór frá sum skúlastjóri á skúlanum á Giljanesi, var tað ongin trupulleiki at fáa tíðina at ganga. - Eg havi altíð havt arbeiðshug, og tá eg altíð havi okkurt at tríva í, so var tað lætt at fara frá, sigur Sigurð Petersen. Ein vanligur gerandis­ dagur hjá Sigurð byrjar um níggju tíðina á morgni. Tað er ymiskt hvat hann hevur at tríva í, tí tað avgera árstíðirnar. Vælhildnið og prýðiligi havin rundan um húsini krevur sítt, og Sigurð brúka fitt av tíð at halda hann. Men so veltur hann eisini epli, og hoyggjar tá tann tíðin kemur. - Ja, tað fer nógv tíð í hoyna, tí vit hoyggja til umleið tvey kú­fóður, greiður Sigurð frá, sum um veturin hevur nakrar veðrar standandi, umframt tvær ær og nøkur lomb. – Nei, heldur ikki langu dagarnar í hoyna eri eg fyrilægstur, tá eg komi til húsa, sigur hann, tá vit undrast á, hvar yvirskotið av orku kemur frá. – Motión er gott og eg havi altíð verið virkin, men nú verður tað bara sjálvrós her, og tað kann ikki vera ætlanin, sigur Sigurð. Hondbóltur á asfalti Sigurð hevur frá barnsbeini av verið virkin ítrottarmað­ ur. - Nú er tað fótbóltur sum fyllir mest, men tá var tað hondbóltur og fimleikur, vit spældu, fortelur Sigurð. Og hondbólturin var ikki sum hondbóltur er í dag. - Vit spældu fyrst á eyri, men seinni fingu vit ein asfalt vøll og tað var ótrúligt. Nú er alt tað virksemið flutt inn í høllina, staðfestir hann sorgblýtt. Sigurð hevur eisini undir­ 81 ára gamli Sigurð Petersen: ”Eg havi altíð