hósdagur 13. juli 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 13. juli 2006
27
tíðindi
víst í fimleiki í skúlanum,
og nú hann er komin nakað
upp í árini, og hvørki spælir
hondbólt ella ger fimleik,
so gongur hann næstan
dagliga ein túr saman við
konuni.
Itrottini hevur hann tó ikki
slept heilt, og fylgir hann
væl við hvat hendir. Eisini
HM-kappingin í fótbólti,
sum var í Týsklandi fylgdi
hann í sjónvarpinum. - Tað
var deiliga fittligt at hava
ein dyst at hyggja eftir,
sigur Sigurð Petersen.
Kennir øll
Tá Sigurð bygdi húsini
stóðu tey fyri seg sjálvi, eitt
fitt petti frá bygdini. Nú eru
hús komin bæði omanfyri
og niðanfyri hjá øllum, og
tað er nakað Sigurð gleðist
um. Hóast tað eru fleiri
avbygdafólk, sum byggja í
Sandavági, so er tað oftast
soleiðis, at annar makin er
úr bygdini. Og tá Sigurð
hevur verið lærari og stjóri
í so nógv ár, so kennir hann
meginpartin av bygdini. -
Ja, tað er so stutt síðani at
eg gavst, so eg havi havt ein
stóran part av teimum, sum
í dag búgva og byggja her,
sum næmingar, staðfestir
Sigurð við einum smíli.
Kaffi er nú drukkið, og
vit gera okkum til at reisa
okkum. Men áðrenn vit fara
biðja vit hann vísa okkum
mylnuna, hann hevur í
ánni í havanum. Á veg út
spyrji eg til stuttleika, um
hann eisini skjýtur harur.
– Nei, tað havi eg ongantíð
gjørt. Sum unglingi var eg
viðhvørt við og bar, men
eg havi ongantíð skotið
sjálvur, sigur hann, og so
leggur hann aftrat: Men
mær dámar væl at fiska síl,
og eg kundi hugsað mær at
farið ein túr á Fjallavatn,
fyrsta dagin tað viðrar.
Sigurð Petersen vísir okk
um mylnuna, og letur vatnið
renna ígjøgnum, soleiðis at
vit veruliga síggja, at hon
riggar. Hann fylgir okkum
síðani niðan til portrið, og
vit biðja hesi orkukelduni
av einum manni farvæl.
verið virkin”
Sigurð Petersen
er føddur og uppvaksin á Steigini í Sandavági, og tað var har, hann
trakkaði sínar barnaskógvar.
Sum hálvungur fór Sigurð Petersen undir bónda- og fiskaarbeiði. Tá
kríggið byrjaði og onglendingarnir komu henda vegin, arbeiddi hann hjá
teimum í eina tíð. Síðani gekk leiðin til Íslands, har hann arbeiddi á einum
bóndagarði. Og í Íslandi hevur hann vitjað aftur síðani.
Aftur komin til Føroya fór Sigurð á Læraraskúla í Havn. Tá hann var
liðgur arbeiddi hann eitt ár sum lærari í Havnini, áðrenn hann fór niður
at lesa eitt ár aftrat.
Heim aftur komin fór hann í starv sum lærari í Sandavági, har hann
stutt eftir varð stjóri. Tað starvið hevði hann, til hann fór frá fyri aldur í
1992.
– Eg orki líka væl vanliga gongd sum
allir hinir, men tað er um okkurt
knappliga hendur, at eg kanska eri í
seinra lagi
”