týsdagur 19. desember 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FAKFELØG
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Allan seinnapartin mána-
dagin og um kvøldið við
streymaði fólk í hølini hjá
Føroya Arbeiðarafelag í
gjár at heiðra felagnum,
sum mánadagin fylti 75 ár.
Fólkini, sum vóru í mið-
deplinum hendan dagin
vóru sjávlsagt nevndin í
Føroya Arbeiðarafelag og
kanska tann sum var mest í
miðdeplinum var leiðarin,
forkvinnan, ein av okkara
mest markantu fakfelagsl-
eiðarum seinastu 20 árini,
Ingeborg Winther.
Stór lagkøka var evna til
føðingardagin við árunum
skrivað omaná.
Landsstýrið var umboð-
að av Bjarna Djurholm og
umboð fyri nógv fakfeløg,
stovnar og onnur vitjaðu
mánadagin. Eisini vóru
limirnir í FA væl umboðað-
ir.
Sosialurin hevur seinastu
dagarnar neyvt viðgjørt
framtíðarætlaninar hjá Før-
oya Arbeiðarafelag og ein
av høvuðssetningunum hjá
felagnum er at tryggja løn-
móttakarunum ein eftirløn-
arskipan, sum er virðilig.
Sosialurin ynskir Føroya
Arbeiðarafelag tillukkum
við teim fyrstu 75 árunum.
Vert er her at hava í
huga, at sera høgu
minstulønirnar í Før-
oyum ger lønarskip-
anina stirvna, og tí
síggja vit ikki bonus
skipanir í so stóran
mun, sum vanligt er
londunum rundan
um okkum, skrivar
Vinnuhúsið
MINSTULØNIR
Ólavur í Beiti
Í seinasta tíðindaskrivinum
frá Vinnuhúsinum undan
jólum, verður sagt viðvíkj-
andi nýggju frágreiðingini
frá Búskaparráðnum at hes-
ar frágreiðingar eru eitt
týdningarmikið amboð í
eftirlitinum við gongdini í
samfelagnum og tí rikna
politikkinum.
Sjálvt um seinasta frá-
greiðingin sum heild er góð
og áhugaverd, sýnist eitt
mistak at vera komið í við-
víkjandi lønarlagnum í Før-
oyum. Í einum broti í sam-
andráttinum verður sagt:
»Framgongd er í øllum
pørtum av búskapinum,
men tað er serliga vinnulívi
á landi, sum hevur stóran
vøkstur í løtuni. Enn liggja
lønirnar væl niðanfyri tær í
grannalondunum. Stendur
búskaparliga byrðurin við,
kann væntast, eitt ávíst
trýst á lønirnar.«
At trýst kann væntast á
lønirnar, tá tað búskapar-
liga gongur væl, er eingin
loyna, men at lønirnar
liggja væl niðanfyri tær í
grannalondunum, er als
ikki rætt, skrivar Vinnuhús-
ið.
Eingi hagtøl
Í Føroyum hava vit eingi
hagtøl fyri miðal útgoldnar
lønir, og tí kunnu hesar ikki
samanlíknast við granna-
londini. Hyggja vit at sátt-
málaásettum lønarsatsum,
sæst, at avtalaðu minstuløn-
irnar í Føroyum liggja
hægri enn í allar flestu
londum, sí talvuna.
Ført verður ofta fram, at
útgoldna
miðallønin
í
grannalondunum
liggur
nakað væl omanfyri sátt-
málaásettu minstulønina.
Hetta er rætt, men eisini í
Føroyum eru tað ikki so fá-
ar vinnugreinir, sum gjalda
omanfyri neyðugu sátt-
málalønina. Hetta er m.a.
galdandi fyri handverk,
verkstaðsíðuna, aling og
tænastuvinnuna.
Vert er her at hava í huga,
at sera høgu minstulønirnar
í Føroyum ger lønarskipan-
ina stirvna, og tí síggja vit
ikki bonus skipanir í so
stóran mun, sum vanligt er
londunum rundan um okk-
um, skrivar Vinnuhúsið.
Minstulønirnar í Føroyum liggja hægri
Land
Tímaløn
Eftirløn
Tilsamans
Ísland
41,41
41,41
UK
45,88
45,88
Grønland
63,84
1,98
65,10
Noreg
79,19
79,19
Danmark
82,40
4,2
85,86
Føroyar
83,72
3
86,23
Í føðingardegi hjá arbeiðsfólkinum
Nyrup tekur undir við sjálvstýrislógini
Danski forsætis-
ráðharrin tekur undir
við sjálvstýrislógini
hjá Javnaðarflokk-
inum, sum inniber
sjálvstýri, sum ikki
kann kallast aftur
SJÁLVSTÝRISLÓGIN
John Johannessen
Tað eru stórir møguleikar
fyri at skipa føroyskt sjálv-
stýri á ein nýggjan og øðr-
vísi hátt innan fyri ríkisfel-
agsskapin.
Hetta ger danski for-
sætisráðharrin, Poul Nyrup
Rasmussen, greitt í einum
svari uppá fyrispurning frá
fólkatingsliminum, Jóannes
Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard setti
herfyri danska forsætisráð-
harranum ein sokallaðan
grein 20 spurning, har hann
spyr forsætisráðharran, um
uppskot Javnaðarfloksins
til eina sjálvstýrislóg kann
vera grundarlag fyri stjórn-
arrættarliga sambandinum
millum Føroyar og Dan-
mark.
Kunngerast í ST
Danski forsætisráðharrin
vísir á, at tað ber til at
fremja eina nýskipan í
stjórnarrættarligu
viður-
skiftunum, soleiðis at Før-
oyum verður latið alt vald á
lóggevandi og umsitingar-
liga økinum, burtursæð frá
nøkrum økjum, har grund-
lógin ikki loyvir tí.
Harafturat
staðfestir
danski
forsætisráðharrin
eisini, at tað ber til at
tryggja, at nýggi sáttmálin
ikki kann takast aftur. Hetta
skal gerast við at boða øll-
um limalondunum í ST frá,
at
núverandi
føroyska
heimastýri er broytt til eitt
nýtt føroyskt sjálvstýri.
Men danski forsætisráð-
harrin vísir samstundis á, at
samanhangur skal vera
millum politiska og fíggjar-
liga ábyrgd. Taka vit yvir
politisku ábyrgdina av mál-
søkjum, skulu vit eisini
taka
yvir
fíggjarligu
ábyrgdina.
Gera sjálvi av
Poul Nyrup Rasmussen
heldur, at føroyingar hava
nógvir møguleikar fyri
víðkaðum sjálvræði í einari
sjálvstýrislóg. Hann vísir
millum annað á, at vit
kunnu fáa fult vald á revsi-
rættarliga økinum, familju-
og arvarættarliga økinum,
og harafturat heldur hann,
at Føroyingar kunnu menna
sítt vald á uttanríkispolit-
iska økinum.
Men
samstundis
ger
danski
forsætisráðharrin
greitt, at tað sjálvsagt er
føroyska fólkið, ið ger av,
um vit ynskja at verða ver-
andi í ríkisfelagsskapinum
ella ei.
Poul Nyrup Rasmussen
heldur, at ein sjálvstýrislóg
kann tryggja Føroyum nógv
størri sjálvræði
Nógv vitjaðu Føroya Arbeiðarafelag mánadagin, millum onnur landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm.
Myndir: Jonhard Hammer
Nr. 245 - 20. desember 2000
7
6
Nr. 245 - 20. desember 2000
Atlantic Airways strikað
Atlantic Airways er
nú strikað úr
lógartekstinum um
nýggju tyrlutæn-
astuna. Vinnu-
nevndin hevur
skrivað nýtt álit, men
nú tekur andstøðan
ikki undir við
málinum
TYRLUTÆNASTA
Magnus Dam
Vinnunevndin hjá løgtingi-
num legði mánadagin enn
eitt álit fyri løgtingið í mál-
inum um tyrlutænastuna,
sum ætlanin var at gera
sáttmála við Atlantic Air-
ways um. Málið varð beint
aftur í nevnd í síðstu viku,
tí tingmenn vóru ikki nøgd-
ir við uppskotið hjá Jørgen
Niclasen, landsstýrismanni.
Eitt nú hildu tingmenn
tað vera skeivt, at eitt ávíst
felag er nevnt í lógar-
tekstinum, tí talan tá verður
um at gera eina lóg, sum
bert er galdandi fyri eitt
einstakt felag. Tingmenn
hildu eisini, at landsstýris-
maðurin ikki hevur gjørt
sítt fyrireikingararbeiði nóg
væl og lýst, um talan veru-
liga er um bestu loysnina.
Landsstýrismaðurin ætl-
aði at gera ein tíggju ára
sáttmála við Atlantic Air-
ways um tyrlutænastuna.
Felagið skuldi eftir ætlan
fáa 14 milliónir krónur um
árið í tíggju ár fyri at reka
tyrlutænastuna.
Jørgen
Niclasen segði við Sosialin
í gjár, at ein orsøk til, at
hann hevur skrivað Atlantic
Airways í lógartekstin, er,
at hann vil hava tyrlutæn-
astuna og hendan førleikan
á føroyskum hondum. Og
motivini hjá landsstýris-
manninum eru harumframt
politisk.
– Við at hava eitt føroyskt
tyrlufelag, ber seinni til at
privatisera hesa flúgving-
ina. Annaðhvørt við eini
fullkomnari privatisering
av Atlantic Airways, ella
við partvísari privatisering
av eitt nú bara tyrludeildini,
segði landsstýrismaðurin.
Nýtt álit
Men løgtingið var ikki nøgt
við uppskotið, og eftir
áheitan frá einum meiriluta
í løgtinginum hevur Vinnu-
nevndin nú viðgjørt málið
av nýggjum. Meirilutin í
nevndini,
samgonguum-
boðini, hevur í nýggja áliti-
num strikað navnið Atlantic
Airways, so lógaruppskotið
nú ikki snýr seg um eitt ein-
stakt felag. Tíðarskeiðið er
kortini framvegis hitt sama
– 10 ár.
Um løgtingið tekur undir
við broytingaruppskotinum
hjá meirilutanum, so stend-
ur tað landsstýrismannin-
um frítt at gera sáttmála við
eitthvørt felag. Men hann
kann so eisini velja at halda
fram við upprunaligu ætl-
anini, sum var at lata At-
lantic Airways uppgávuna
næstu tíggju árini.
Minnilutin framvegis
ímóti
Teir tríggir andstøðuting-
menninir tóku allir undir
við uppskotinum, tá ið
vinnunevndin
skrivaði
fyrsta álitið í málinum. Teir
høvdu kortini ávís fyri-
varni, og tveir teirra at-
kvøddu fyri at beina málið
aftur í nevnd.
Alfred Olsen, Henrik Old
og Dan R. Petersen siga í
nýggja
álitinum
enn
einaferð, at teir eru sera
ónøgdir við fyrireikandi
arbeiðið, sum er lagt í
uppskotið.
Landsstýris-
maðurin hevur ikki kannað
allar møguleikar og lýst
fyri løgtinginum, um hetta
er besta og bíligasta loysn-
in, siga teir.
Teir halda, at ognarviður-
skiftini eru ógreið og seta
spurnartekin
við,
um
Atlantic Airways einaferð í
framtíðini kann skilja tyrlu-
virksemið frá hinum virk-
seminum í felagnum og lata
eitt dóttirfelag reka tyrlu-
tænastuna. Teir tríggir siga
seg heldur ikki hava fingið
at vita, um tað er rætt at
gera ein sáttmála, sum er
galdandi í tíggju ár.
Orsakað av nógvu iva-
málunum sigur minnilutin
seg ikki kunna taka undir
við uppskotinum, sum tað
nú liggur á borðinum.
Álitið frá vinnunevndini
fór niðan aftur í løgtingið
mánadagin, og løgtingið fer
helst at viðgera málið aftur
fyri jól.
Fíggjarlógin klár til 3.viðgerð
Løgtingið samtykti
mánadagin fíggjar-
lógina við aðru
viðgerð. Øll broyting-
aruppskotini hjá sam-
gongutingmonnum
uttanvórðu samtykt,
meðan uppskotini hjá
andstøðunu fullu eitt
fyri og annað eftir
FÍGGJARLÓG 2001
Magnus Dam
Fíggjarlógin fyri næsta ár
skal nú bert hava triðju og
endaligu
viðgerðina
í
løgtinginum, áðrenn hon er
liðugt avgreidd. Eftir eina
rættiliga drúgva aðru við-
gerð mánadagin, samtyktu
20 tingmenn fíggjarlógina.
Nógv
broytingaruppskot
vórðu løgd fram á tingfund-
inum mánadagin. Umframt
broytingaruppskotini
frá
meirilutanum og minnilut-
anum í fíggjarnevndini,
løgdu einstakir tingmenn
og tingmenn í felag fleiri
broytingaruppskot fram.
Vildi hava lógina
aftur í nevnd
Eitt uppskot um at beina
fíggjarlógina aftur í fíggjar-
nevndina til nærri viðgerð
fall. Tað var Jóannes Eides-
gaard, sum legði uppskotið
fram. Hann og restin av
Javnaðarflokkinum
vóru
misnøgdir við ávís viður-
skifti í uppskotinum. Eitt
nú er Fíggjarmálastýrið
komið við einari rúgvu av
broytingaruppskotum,
meðan fíggjarnevndin hev-
ur viðgjørt uppskotið, og
Vilhelm Johannesen átalar í
álitinum frá fíggjarnevnd-
ini harðliga hesari manna-
gongdini. Men tað var ser-
liga uppskotið um at,
Landsverkfrøðingurin nú
skal hava um hendi alt al-
ment viðlíkahald, sum fekk
øði í í løgtinginum í gjár.
Áður hava teir einstøku
landsstýrismenninir havt
eina ávísa játtan á fíggjar-
lógini at ráða yvir til við-
líkahald. Men allar hesar
kontoirnar eru nú fluttar til
Landsverkfrøðingin at um-
sita, og Javnaðarflokkurin
heldur millum annað, at
hetta skerjir frælsið hjá
landsstýrismonnunum.
Javnaðarflokkurin, Sam-
bandsflokkurin og Mið-
flokkurin atkvøddu fyri
uppskotinum hjá Jóannesi
Eidesgaard um at koyra
fíggjarlógina aftur í nevnd,
men teir 18 samgonguting-
menninir atkvøddu ímóti,
og sostatt kundi løgtingið
halda fram við atkvøðu-
greiðslunum.
59 milliónir dýrari
Viðgerðin í fíggjarnevndini
endaði við at gera samfel-
agið góðar 59 milliónir
krónur dýrari at reka næsta
ár, enn landsstýrið upp-
runaliga
hevði
ætlað.
Landsstýrið kom sjálvt við
teimum størstu og dýrastu
broytingunum. Eftir tilmæli
frá
Fíggjarmálastýrinum
legði meirilutin í fíggjar-
nevndini fram broytingar-
uppskot, sum hækkaði út-
reiðslurnar 49 milliónir
krónur, og meirilutin legði
harumframt broytingarupp-
skot fram, sum hækkaði út-
reiðslurnar góðar tíggju
milliónir krónur. Øll hesi
broytingaruppskotini vórðu
samtykt.
Nakrar av teimum dýr-
astu broytingunum fara til
rentustuðul, Skopunar havn
og Strandfaraskip landsins.
8,9 milliónir krónur skulu
brúkast meira til rentu-
stuðul enn upprunaliga
mett, 3 milliónir til at um-
byggja og tillagað portrið í
Skopunar havn, og Strand-
ferðslan hevur orsakað av
høga oljuprísinum brúk fyri
9 milliónum afturat. Peng-
arnir skulu eisini brúkast til
at røkja Skálafjarðarleiðina
fyri. Ætlanin var annars at
niðurleggja farleiðina.
Landsstýrið hevur eisini
lagt fram uppskot fyri løg-
tingið um at broyta pen-
sjónslógina, og 5 milliónir
krónur skulu brúkast eyka
til fyritíðarpensjónir í hes-
um sambandinum.
Gongd á
tunnilsarbeiðið
Meirilutin í fíggjarnevndini
gjørdi fleiri smærri broyt-
ingar í fíggjarlógini, sum
vórðu samtyktar, og millum
annað
kom
meirilutin
ásamt um at fáa gongd á
tunnilsarbeiðið
millum
Øravík og Hov næsta ár.
Hendan játtanin er tí hækk-
að til 4 milliónir næsta ár.
Meirilutin
í
fíggjar-
nevndini kom eisini ásamt
um at játta 3,5 milliónir
krónur til ein nýggjan
bústovn til sálarsjúk, sum
eitt nú búgva á psykiatrisku
deild á Landssjúkrahúsin-
um, men ikki eru í viðgerð
á sjúkrahúsinum. Tey hava
onga aðrastaðni at vera, og
tær 3,5 milliónirnar skulu
brúkast til at fáa gongd á at
byggja ella keypa hús til
bústovnar til sálarsjúk.
Minnilutin vrakaður
Umboðini hjá andstøðuni í
fíggjarnevndini royndu seg
eisini við fleiri broytingar-
uppskotum á tingfundinum
mánadagin,
men
einki
teirra
kom
heilskapað
ígjøgnum. Tey vóru feld eitt
fyri og annað eftir.
Tilsamans høvdu hesi
uppskotini dýrkað fíggjar-
lógina góðar 30 milliónir
krónur. Tey snúðu seg mill-
um annað um at hækka játt-
anina til Landssjúkrahúsið
5 milliónir, játtanina til
Klaksvíkar sjúkrahús 2
milliónir og Suðuroyar
sjúkrahús 1,2 milliónir
krónur. Minnilutin mælti
eisini til at játta 5 milliónir
krónur afturat til bústovnar
til sálarsjúk og 2 milliónir
eyka til medicoteknisk tól
umframt
at
hækka
viðbótina til pensjónistar
10 milliónir krónur. Upp-
skotini fingu kortini bert
atkvøðurnar frá andstøð-
uni, og tey vóru øll feld.
Tað sama vóru tey níggju
uppskotini, sum komu í
síðstu løtu frá einstøkum
tingmonnum. Tað størsta av
uppskotinum kom frá Javn-
aðarflokkinum og Sam-
bandsflokkinum í felag,
sum vildu hava løgtingið at
hækka játtanina til at út-
byggja
landssjúkrahúsið
við 23 milliónum, so saml-
aða játtanin kom upp á 58
milliónir krónur næsta ár.
Uppskotið fekk 13 at-
kvøður og fall.
Ein viðgerð er framvegis
eftir, og tingmenn hava
møguleika at koma við
broytingaruppskotum mill-
um aðru og triðju viðgerð,
so tað er ikki óhugsandi, at
fíggjarlógin broytir skap
einaferð afturat, áðrenn hon
er endaliga avgreidd.