Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-13, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 - 13. juli 2006 33 tíðindi Dómari fekk ljótt sms-boð FSF hevur biðið GÍ um eina frágreiðing, eftir at dómarin Petur Reinert fekk eitt ófantaligt sms- boð sendandi frá einum GÍ-spælara á miðjari nátt Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur biðið GÍ um eina frágreiðing, eftir at dómarin Petur Reinert fekk eitt ófantaligt sms- boð sendandi frá einum GÍ-spælara á miðjari nátt. Heimasíðan hjá GÍ greiðir frá hendingini, at Petur Reinert fekk boðini kl. 05:39 leygarmorgunin fyri 12 døgum síðani. Hetta var nakrar dagar eftir, at hann hevði víst ein GÍ-spælara út í dysti í Gøtu. SMS-boðini vóru send frá fartelefonini hjá júst hesum spælara, og sambart FSF var tekst­urin í sms-boð­unum ófanta­ ligur og niður­ger­andi mótvegis dómar­anum. Formaðurin greiðir frá – GÍ hevur ikki vitan um, hvat er hent í smá­ lutum, men spælarin hevur givið GÍ/FSF eina skrivliga undirskrivaða frágreiðing, um at hann ikki hevur sent SMS, men onkur av teimum hann var saman við, hevur mis­brúkt telefonina hjá honum, eftir at hava lænt hana. Hending fór fram eftir at teir, sum vórðu til staðar, høvdu kjakast um útvísingina, skrivar Janus Rasmussen á heimasíðuni hjá GÍ. – Óansæð um hetta er gjørt í skemti ella álvara, so tekur Gøtu Ítróttarfelag sterka frástøðu frá øllum, sum á einhvønn hátt niðurgera ella gera seg inn á dómarar og onnur, ið varða av ítróttinum. Øll, íð stuðla GÍ, eiga at fylgja hesum hugburðið, fyri at fóbóltur og alt sum har hoyrur til, verður mennandi og ein fragd fyri øll. – Gøtu Ítróttarfelag biður hervið Petur Rein­ ert um umbering fyri hendingina, skrivar Janus Rasmussen. ÍTRÓTTUR SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 – Hetta var nakað av tí versta, sum eg havi verið við til. Start-spælari eftir flogferðina í leiguflogfari til Føroya mikudagin Á nýggja FIFA styrkis­listanum, sum er gjørdur út frá nýggjum grundarlagi, er støðan hjá Føroyum lakari, enn hon nakrantíð áður hevur verið FIFA LISTIN Jóannes Hansen Stórar broytingar eru á fyrsta FIFA styrkislistanum, sum er kunngjørdur síðani HM endaspælið. Millum tjóðirnar, sum hava gjørt skarvslop á listanum, eru Føroyar. Heldur enn um lop rætta vegin er talan um fall. Á síðsta listanum, sum varð kunngjørdur í mai, vóru Føroyar roknaðar at vera 139. fótbóltstjóðin í heim­ inum. Á nýggja listanum, sum varð kunngjørdur í gjár, eru Føroyar nummar 169! Á hesum plássinum eru bæði Føroyar og Niger. Tá ið Føroyar fyri nøkr­ um árum síðani vóru hægri á listanum, enn talan hevur verið um bæði fyri og síðani, var tað á 112. plássi. Ein av orsøkunum til stóra fallið er, at FIFA nú roknar øðrvísi, enn teir higartil hava gjørt. Í staðin fyri at rokna við støði í úrslitunum seinastu átta árini, verður tað nú rokna út frá úrslitunum seinastu fýra árini. Týdningarmiklir dystir telja nú uppaftur meiri, enn teir áður hava gjørt, og har afturat verður vigað við regionalum styrkis­munum, hvussu stóra styrki mótstøðutjóðirnar hava, hvussu nógv mál verða skorað, og hvussu nógv mál fara ígjøgnum, og um dystirnir eru spældir á heima­vølli ella á útivølli. Stigamissurin síðani í mai hevur hjá Føroyum verið -259. Bara Turkmenistan (- 265) og Barbados (-278) hava mist fleiri stig, enn Føroyar hava mist. At fallið hevur verið so stórt hjá Føroyum kemst av, at tá ið tíðin, sum tað verður roknað út frá, er stytt úr átta og niður í fýra ár, ber tað við sær, at góðu føroysku úrslitini á heimavølli fyri nøkrum árum síðani ikki telja við longur. Talan er um 1-1 og 2-2 móti ávikavíst Skotlandi og Bosnia í 1999, 2-2 móti Slovenia í 2000 og 2-2 móti Skotlandi í 2002. Tey størstu Hóast tað ikki hilnaðist nakað serligt hjá Brasil í HM endaspælinum, so eru teir fram er framvegis ovast á listanum. Nýklæktu italsku heimsmeistararnir eru nú nummar tvey. Teir hava gjørt eitt lop upp á ellivu pláss. Á næstu pláss­unum eru Argentina, Frakland og Ongland, sum eru farin upp eftir stiganum, og so eru tað Holland, Spania og Portugal, ið eru dottin eitt sindur niður á listanum. Týskland er nú nummar níggju. Fyri tveimum mánaðum síðani var Týskland nummar nítj­ an. Danmark, sum ikki lut­ tók í HM endapælinum, er fallið frá ellinta og aft­ ur á seytjanda plássið. Hóast afturgongdina er Dan­mark framvegis hægst styrkis­metta norðurlendska fótbóltstjóðin. Svøríki er nummar 22 (-6), Noreg nummar 52 (-12), Finnland nummar 70 (-21) og Ísland nummar 107 (-8). Setningurin Takið hjá Jógvani Martin Olsen og hansara monnum verður nú at fáa góð úrslit, sum kunnu lyfta Føroyar á listanum. Tá ið tíðin, sum tað verður roknað út frá, er stytt, vil tað siga, at úrslitini beinanvegin hava størri tyngd í útrokningini, enn tey higartil hava havt. Í ár skulu Føroyar spæla tríggjar EM undankapping­ ar dystir: 2. september á úti­ vølli í Skotlandi, 7. oktober á heimavølli móti Litava og 11. oktober á úti­vølli móti fronsku vara­heims­ meistarunum. Eftir at hava spælt í 55 minuttir valdi dómarin at bríksla dystin millum EB/Streym og ÍF av. Veðrið var ov vánaligt til at spæla fótbólt, og tað loysti seg ikki at halda fram við at seta seg upp ímóti veðrinum Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fon Fremsta og aftasta liðið í Formuladeildini skuldu í gjárkvøldið spæla dyst á Eiði. Og tey spældu – EB/ Streymur og ÍF –men tá ið 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, valdi dómarin at bríksla dystin av, tí veðrið var so vánaligt. Tað var einki fótbóltveður á Eiði í gjárkvøldið, men hóast nógvur vindur var, og tað var vátt, so valdi dómarin at seta dystin í gongd. Liðini spældu eisini allan fyrra hálvleik á tamb, men tað var í grundini ikki spælandi. Hvørki av liðunum klár­ aði at gera mál í fyrra hálv­ leiki, og tá liðini fóru til hálvleikssteðgin var tað ikki minst fyri at fáa hita og sleppa at kroka eina løtu. Liðini fóru á vøllin aftur at spæla víðari, men einar 10 minuttir eftir hálv­ leikssteðgin, bríkslaði Jens Petur Brattalíð dystin av. Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum skal nú gera av, hvussu verð­ ur við dystinum á Eiði. Kappingarnevndin skal gera av, nær dysturin so skal spælast, og um allur dyst­ urin skal spælast um­aftur. Tað var rættiligt illveður á Eiði mikukvøldið, og dysturin millum EB/Streym og ÍF varð steðgaður tíðliga í seinna hálvleiki, tí tað var ikki spælandi Mynd: Álvur Haraldsen Føroyar tredivu pláss eftir hæli Teir góvu upp á Mølini Føroyar fara og sendandi niður eftir seinasta FIFA- styrkislistanum