hósdagur 13. juli 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 133 - 13. juli 2006 ]
Zinedine Zidane
hevur biðið fót
bóltsheimin um
umbering fyri reyða
kortið. Men hann
sigur samstundis,
at italski Materazzi
hevði provokerað
hann til hetta
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í gjárkvøldið greiddi
Zinedine Zidane fyrstu ferð
frá hendingini, tá ið hann
fekk reyða kortið í HM-
finaluni sunnukvøldið.
Hann brast saman við
italskan verjuspælara og
varð vístur út.
– Hann togaði fleiri
ferðir í troyggjuna hjá
mær, men eg segði honum
bara, at vildi hann hava
troyggjuna, so kundi hann
fáa hana eftir dystin.
– Síðani tosaði hann
niðursetandi um systur
mína og mammu mína.
Eg helt mær fyrstu og
aðru ferð, men tá hann
triðu ferð endurtók hetta,
misti eg tamarhaldið á
mær sjálvum. Eg eri ein
maður, og summi orð raka
harðari enn onnur. Og satt
at siga, so vildi eg heldur
verið sparkaður niður,
heldur enn at hoyra slíkt.
– Eg vil biða um um
bering, tí eg var avgjørt
ikki nøkur góð fyrimynd
í hasum førinum. Ikki
minst, tí hópin av børnum
kring allan heim hugdu
at. Men eg angri einki.
Gjørdi eg tað, so vildi eg
samstundis viðgingið, at
Materazzi hevði rætt til at
siga tað, sum hann segði,
og tað hevði hann ikki.
Soleiðis greiddi Zine
dina Zidane frá hend
ingini,
sum
gjørdist
keðiliga punktumið yrkis
leiðini hjá einum av bestu
spælarunum í fótbólts
søguni. Undan hendingini,
sum bar reyða kortið við
sær, høvdu Zidane og
Materazzi als ikki verið í
hornatøkum í dystinum.
Matarazzi vísir
øllum aftur
Mamman hjá Zidane
er í løtuni á sjúkrahúsi
í viðgerð fyri álvarsliga
sjúku. Men Materazzi
heldur fast um, at hann
ikki segði nakað slíkt.
– Eg segði einki um
um
trúarlív,
rasismu
ella politik. Og eg segði
avgjørt einki um systur
ella mammu hansara. Eg
mist sjálvur mammu mína,
tá eg var 15 ára gamal. Eg
visti einki um, at móðir
hansara var á sjúkrahúsi,
men eg ynski henni alt
tað besta, sigur Marco
Materazzi, sum veruliga
var í miðdeplinum í final
uni.
Fyrst var hann maðurin,
sum framdi brotssparkið,
ið Italia skoraði uppá.
Síðani javnaði hann til 1-1.
Og eftir 110 minuttum var
hann altso maðurin, sum
merkti seinasta stútaran í
glæsiligu yrkisleiðini hjá
Zinedine Zidane.
Grikkaland inn í hitan aftur
FIFA hevur nú slept suspenderingini av Grikkalandi í altjóða
fótbólti. Tað var tann 3. juli, at FIFA tók drastisku avgerðina
og útihýsti Grikkalandi frá øllum altjóða kappingum, tí
politiski myndugleikin blandaði seg upp í fótbóltsviðurskifti í
Grikkalandi. Síðani hevur verið arbeitt dúgliga í Grikkalandi
við at sleppa upp í aftur fótbóltsfamiljuna, og tað hevur
eydnast. FIFA kennir seg nú sannført um, at politiska
uppíblandingin er steðgað, og Grikkaland sleppur nú aftur at
taka lut í altjóða fótbóltskappingum.
Trettan føroyskir
rennarar vóru við í
stórari rennikapping
í Svøríki í farnu viku.
Vónirnar um at
vinna heiðursmerki
í kappingini vóru
ynskihugsan,
men tveir av ungu
rennarunum gjørdu
bart og vunnu
heiðursmerki
Frælsur ítróttur
Tíðindaskriv
Seinnu árini hevur ser
sambandið fyri frælsan ítrótt
FÍF sent ungdómslandsliðið
við til altjóða kappingar
uttanlands. Í ár, eins og í
fjør, gekk leiðin til Välds
Ungdomsspelen í Gøteborg.
Henda kapping er tann
størsta av sínum slagi í
Norðurlondum, og ein tann
størsta
í
Norðureuropa
yvirhøvur.
Her savnast ungdómselita
úr serliga norðurlondum,
men eisini aðrar tjóðir nær og
fjar velja hesa kapping sum
størstu avbjóðing til teirra
ungdómselitu.
Hesuferð
vóru 3.200 luttakarar úr 20
londum savnaðir saman,
har ímillum landslið úr
Danmark, Íslandi og Qatar.
Føroyar høvdu 13 ung
dómar við, sum vóru
savnaðir saman úr øllum
landsins herðashornum: úr
Trongisvági til Norðdepli
og av Nesi, Toftir til
Syðradals S, umboðandi
øll fimm føroysku frælsu
ítróttarfeløgini.
Hetta
hevur kravt nógva ferðing
í sambandi við venjingar,
sum í stóran mun eru
farnar fram á breytini á
Svangaskarði. Og dúgliga
hevur verið vant, og vón
irnar um bólkamet og
møguliga okkurt føroyskt
met eisini vóru góðar. Tó
má viðgangast, at vónirnar
um heiðursmerki mest vóru
at meta sum ynskihugsan.
Rúni og Rebekka
vunnu heiðursmerki
Fyrstur at kappast var 12
ára gamli Rúni Seloy. Hann
skuldi vera við í A-finaluni
á 600 metra teininum, har
hann fyrr hevur víst, at hann
einki stendur aftanfyri teir
bestu í grannatjóðunum.
Hesuferð hevur hann tó
verið darvaður av skaðum,
so vónirnar um eina topp-
plasering vóru ikki tær
bestu. Men tað legði Rúni
einki í. Eftir 200 metrum
tók hann leiðsluna, og førdi
til góðir 100 metrar vóru
eftir. Í einum spennandi
spurti eydnaðist tað Rúna
at vinna bronsumerkið,
og seta nýtt bólkamet við
tíðini 1.41,05. Eisini á 1500
metrum stóð Rúni seg væl,
tá hann bleiv nr. 11 og setti
nýtt bólkamet 4.54.92 Í hesi
kapping rann hann móti 13
ára gomlum.
Eisini 13 ára gamla
Rebekka Fuglø úr Norð
depli gjørdi bart fyrsta
dagin. Rebekka var kanska
hon vit høvdu bestu vónir
um at røkka einum heilt
góðum úrsliti, og hon
skuffaði ikki. Í A-finaluni
á 600 metrum rann hon seg
inn á eitt flott 3. pláss, bert
eina hondsbreidd frá nr. 2,
og í nýggjum bólkameti
1.44,44 min. Leygardagin
framdi Rebekka enn eitt
bragd, tá hon í A-finaluni
á 1500 metrum rann seg
til nýtt føroyskt met hjá
kvinnum við tíðini 5.10,33.
Hetta rakk til eitt flott 8.
pláss.
Bjørk setti
føroyskt met
Fyrr í ár setti 14 ára gamla
Bjørk Herup Olsen nýtt
føroyskt met fyri kvinnur
á bæði 800 og 1500 metr
um. Hesuferð skuldi Bjørk
royna seg á 800 metrum.
Og enn einaferð megnaði
Bjørk
at
klípa
nøkur
sekund av metinum, sum
nú er 2.26.58. Hetta gav
henni eitt samlað 13. pláss.
(Her skal tó skoytast uppí,
at Tordis Debes hevur
runnið teinin uppá 2.26,4,
men at úrslit hennara ikki
er galdandi sum met, av
tí at hon rann saman við
monnum)
Sunnukvøldið
rann Bjørk 2000 metrar, og
Jón Rói farin at renna
Føroyski fótbóltsspælarin í AaB, Jón Rói Jacobsen, er í
løtuni við drúgvu uppvenjingina eftir krossbandsskaða
í knænum. Í gjár var ein serligur dagur hjá Jón Róa,
tí tá hann rann aftur fyri fyrstu ferð, síðani hann fekk
skaðan.
- Jón Rói royndi at renna heilt spakuliga, og tað
gekk fínt, sigur Henrik Bøgvad, fysioterapetur, við
heimasíðuna hjá AaB.
Tað eru átta vikur, síðani Jón Rói var skurðviðgjørdur,
og hann ætlar sær at verða klárur at spæla aftur stutt eftir
ársskiftið.
Zidane angrar einki Góð úrslit í
Rebekka Fuglø vann bronsu í kappingini á 600 metrum
- Hann tosaði
niðursetandi um
systur mína og
mammu mína. Eg
helt mær fyrstu
og aðru ferð, men
tá hann triðu ferð
endurtók hetta, misti
eg tamarhaldið á
mær sjálvum. Eg eri
ein maður, og summi
orð raka harðari enn
onnur. Og satt at
siga, so vildi eg heldur
verið sparkaður niður,
heldur enn at hoyra
slíkt, segði Zidane
um tilburðin í HM-
finaluni