Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-13, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 133 - 13. juli 2006 ] GÍ skal stríðast í Letlandi Gøtumenn fóru týsdagin til Letlands, har teir í dag spæla ímóti liði, sum áður hevur vunni heili 8-0 á føroysku liði UEFA Cup Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo GÍ spælir í kvøld dyst í UEFA Cup, og dysturin verður spældur á útivølli í Letlandi. GÍ fór týs­ dagin til Letlands, og dysturin verður spældur í dag klokkan 16.30. GÍ vann í fjør steypa­ kappingina í fótbólti eftir góða finalusigur á ÍF, og tað er hesin sigur, sum nú hevur við sær, at liðið skal spæla europeiskan dyst. Mótstøðuliðið hjá GÍ er Vetspils, og hesum felag hava føroysk lið ikki so góðar royndir við. B68 spældi ímóti liðnum í 2004. Letlendingarnir vunnu 3-0 á heimavølli og 8-0 á útivølli. Ventspils er býur, sum liggur út ímóti Eyst­ursjónum, á vestur­ strondini í Letlandi. Heimasíðan hjá GÍ skrivar, at ferðalagið hevur tað sera gott, og at allir mans eru tøkir til dystin. Ferðalagið kemur ikki heimaftur fyrrenn mánadagin, tí umframt at talan er um Europa Cup dyst, so er eisini talan um eina styttri venjingarlegu. GÍ hevur gott mót undan dystinum, men teir vita eisini, at talan skal verða um heilt serligt avrik, um úrslitið skal vera gott. B36 fekk týskvøldið framúr gott úrslit í europeiskum dysti, og spurningurin er, um GÍ kann koma í nánd av slík úrsliti í dag. Seinni dysturin millum GÍ og Vetspils verður spældur á Svangaskarði 27. juli klokkan 18:30. aftur fekk hon eitt framúr gott úrslit, tá hon gjørdist nr. 9 við tíðini 6.55,92. Hetta var fyrstu fer at 13 ára gamli Øyvind Lützen úr Syðradali S var við á landsliðnum. Men úrlsit hansara vóru væl betur enn væntað. Bæði á 1500 og 200 metrum vann hann flottar heat-sigrar, meðan hann varð nr. 2 í sínum heati á 600m. Hetta gav honum trý nýggj bólkamet umframt fínar plaseringar. Jóan Karl Joensen, 19 ár, úr Kollafirði er tann royndasti av føroyingunum. Hann var við á oyggjaleikunum í Hetlandi, har hann bleiv nr. 6 í finaluni á 800 metrum. Málið hesaferð var at gerast triði føroyingurin nakrantíð at koma undir 2 minuttir. Hetta eydnaðist tó ikki, men hann fekk nýtt persónligt met og bólkamet við tíðini 2.01,28 min. Á 400 metra teininum eydnaðist eisini hjá Jóan Karl at seta nýtt persónligt met og bólkamet við tíðini 53,82. Fleiri persónlig met Värld-Ungdomsspelen er eisini kapping fyri vaks­in. Og eisini her eru kappingarnar á sera høgum støði. Ikki er ofta, at før­ oyskir kastarar veruliga sleppa at royna seg í kapping, so Randi Kúrberg, sum var ferðaleiðari nýtti hetta kærkomna høvið at kappast í spjót- og hamarkasti. Spjótið kastaði hon 33,29 metrar, meðan hamarin fór út á 34,34 metrar, bert 80 cm frá hennara egna føroyska meti. Íalt vóru teir 13 føroying­ arnir við í 36 kappingum. Tað gekst væl hjá øllum føroyingunum, sum allir settu fleiri persónlig met. 12.august fer FÍF at skipa fyri ungdóms-FM á Toftum, so tá verður møguligt hjá øðrum føroyskum ung­ dómum at royna seg móti landsliðnum. Úrslitini frá øllum kappingunum um­framt bólkametini síggj­ ast á talvuni her á síðuni. Matarazzi: Zidane var best FIFA-forsetin, Sepp Blatter, hevur róð fram undir, at Zinedine Zidane kann missa sín heiti sum besti spælarin í HM í 2006. Hendan heiður fekk Zidane eftir kappingina, men Blatter heldur, at Zidane kann missa heiður orsaka av reyða kortinum í finaluni, sum FIFA nú skal kanna nærri. Men maðurin, sum Zidane gjørdi seg inn á, heldur, at Zidane skal hava heiðurin. - Eg vóni ikki, at Zidane missir heitið. Hann hevur uppiborið at vinna tað, og hann skal ikki dømast orsaka av eini einstakari hending, sigur Marco Matarazzi. Nistelrooy til Real Madrid Spanska blaðið Marca vil verða við, at Real Madrid er at keypa álopsspælaran Ruud van Nistelrooy úr Manchester United. Týska felagið Bayern Munchen hevur eisini verið áhugað í hollendska spælaranum, men sambært Marca er tað Real Madrid, sum stendur fremst í køini. Real Madrid skal væntandi gjalda meira enn hundrað milliónir krónur fyri Nistelrooy. Menchester United sendi á sinni ein kekk á næstan 250 milliónir krónur til PSV Eindhoven fyri spælaran, sum hevur skotið sløk 100 mál fyri United seinastu fimm árini. Gøteborg Føroya ferðalagið í Gøteborg. Aftan frá vinstru: Liljan Niclasen, Brian Bernhardson, Daniel D. Rein, Hallur Holm, Jóan Karl Joensen, Robin Jønsson, Øyvind Lutzen, Marin í Dali, Suni Jacobsen, Jan Elmar Sørensen, Jonhard Larsen, Randi Kúrberg og Guttorm Sørensen. Framman frá vinstru: Rannvá Djurholm, Silja Niclasen, Rebekka Fuglø, Rúni Seloy, Bjørk H. Olsen, Vár Gregersen og Álvur F. Christiansen. Rúni Seloy vann bronsu í kappingini á 600 metrum