Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-13, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 133 - 13. juli 2006 ] Venjarin hjá Arsenal vil ikki hoyra talan um, at spanski miðvallarin Cesc Fabregas skal skifta til spanska stórfelagið Real Madrid. 19 ára gamli miðvallarin verður roknaður sum eitt stórt talent, og hann hevur longu spælt seg inn á liðið hjá Arsenal. Tað hevur fingið Real Madrid, har nýggjur forseti ætlar at gera vart við seg, at vísa honum áhuga. Arsenal vil als ikki nevna nakran prís fyri Fabregas, tí hann er als ikki til sølu. Johansson ætlar at halda fram Svenski UEFA-forsetin Lennart Johansson hevur nú boðað frá, at hann er til reiðar at fara undir eitt fimta skeið sum forseti í UEFA. Lennart Johansson er 76 ára gamal, og heldur hann fram í eitt skeið afturat, verður hann 81 ára gamal, tá ið hann leggur frá sær. Sviin hevur sitið ovast á fótbóltstrúnuni í Europa síðani 1990, og hann sigur, at orsøkin til, at hann vil halda fram er, at trýstið frá teimum ríku feløgunum í Europa á UEFA er størri enn nakrantíð. Franski Michel Platini hevur áður boðað frá, at hann stillar upp til forsetavalið í UEFA, sum verður næsta ár. (Mynd: Lennart Johansson) Heidi venur við lands- liðnum Hóast Heidi Andreasen svimum fyri Ítróttar- sambandið fyri brekað, so tekur hon eisini lut í venjingunum hjá vanliga svimji- landsliðnum. ÍSB og Svimjisamband Føroya hava gjørt eina avtalu um, at Heidi Andreasen kann luttaka í øllum venjingunum hjá lands- liðum. - Hetta er sera gott fyri meg, tí eg fái sera góða venjing á landsliðnum, og har- afturat er tað gott at venja saman við øðrum svimjarum og ikki altíð verða einsamøll, sigur Heidi Andreasen. Í Havnar Svimji- felag, har Heidi venur dagliga, er Kristian Martin Joensen venjari hjá henni, og hann er eisini hjálparvenjari á landsliðnum, har Jón Barnason er høvuðs- venjari. Febregas heldur fram í Arsenal Heidi Andreasen vann heili seks gullmerki í sterkari altjóða kapping í Onglandi. Men tað var líka við, at hon ikki fór avstað, tí hon legðist sjúk beint undan kappingini ÍSB-svimjing Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Heidi Andreasen gjørdi rættiliga um seg í British Open í enska býnum Sheffield farna vikuskiftið. ÍSB-svimjarin var við í átta kappingum, og hon vann gull í seks av teimum. Í hinum báðum kapping- unum vann hon silvur. - Jú, tað gekk ikki so galið, sigur Heidi Andreasen og kann ikki ákærast fyri at yvirdríva. British Open var frá fríggjadegnum til sunnu- dagin, og svimjarar úr fleiri enn 15 londum vóru við í kappingini, sum eisini verður roknað sum enska meistaraskapið fyri svimjarar við breki. Fyrrapartar vóru vanligu kappingarnar á skránni. Um kvøldið fingu allir svimjararnir møguleikan at taka heimsmet á ymsum teinum, og í hesum kapp- ingum vórðu heiðursmerki eisini latin. Legðist sjúk undan kappingini Heidi Andreasen vann gull í fýra av teimum van- ligu kappingunum. Hon var skjótast í 50, 100 og 400 metrar frísvimjing og í 100 metrar ryggsvimjing. Í tvimum av kappingunum um kvøldið var tað Heidi, sum kom nærmast at taka heimsmet, og tað fekk hon tvey gullmerki fyri. Í tveimum øðrum av hesum kappingum var hon næst- fremst. Úrslitið hjá Heidi An- dreasen í British Open er serstakliga flott, men tað var um reppið, at hon als ikki fór avstað til kappingina. - Vikuna áðrenn kap- pingina bleiv eg sjúk, og eg lá við fepuri í fleiri dagar. Eg hevði vant sera hart til kappingina í Onglandi, men eg merki á mær í kappingunum, at eg hevði verið sjúk. Eg setti einki persónligt met, sum eg annars hevði ætlað mær, og tað komst uttan iva av, at eg hevði verið sjúk, sigur Heidi Andreasen. - Tíðirnar hjá mær vóru nøkunlunda tær somu, sum tær vóru í Danish Open, so tað gekk ikki afturá, men eg hevði ætlað at betra mínar tíðir hesaferð. Eg eri tó væl nøgd við kappingina og ikki minst, at eg kom nærmast við at taka tvey heimsmet, sigur hon. Venja nógv Kappingin í Onglandi er liður í fyrireikingnum hjá Heidi til HM, sum verður hildið í Durban í Suðurafrika í desember mánaði. - Eg miðji eftir at vinna okkurt gullmerki í HM, og hesar kappingarnar, sum eg nú havi verið við til, eru fyrireikingar til HM. Eg havi ikki nakra fasta skrá fyri næstu mánaðirnar, men eg rokni við, at eg fari av landinum aftur til onkra kapping ella venjingarlegu, sigur Heidi Andreasen. Her heima venur hon saman við Havnar Svimji- felag, og har ætla tey at gera enn meira burtur úr venjingini. Ætlanin er, at svimjararnir, sum nú venja seks ferðir um vi- kuna, í heyst skulu økja venjingarmongdina upp í 12 venjingar um vikuna, og hetta skal Heidi eisini verða við til. - Eg fari at venja sera nógv næstu mánaðirnar, tí eg ætli mær at vera væl fyri til HM, sigur hon. Heidi í gullrúsi í Onglandi Heidi Andreasen