Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 16. juli 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 14. juli 2006 5 tíðindi tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 “Vit sum búgva á meginøkinum hava ofta eina romantiseraða mynd av útjaðaranum, og vit vilja helst varðveita tað, sum tað er, til okkara árligu útferð” Marin Katrina Frýdal Angela og Hannibal taka í løtuni upp til eina nýggja barnasending, sum sjónvarpið fer at senda í heyst. Sendingin fer at eita “Klú” BARNASENDING Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Sendingarnar við Angelu og Hannibal eru sera væl dámdar. Børnunum dáma væl sendingarnar, tí at tær er stuttligar og undirhaldandi. Nú kemur ein nýggj sending við Angelu og Hannibal. Sendingin eitur “Klú”, og hon verður í átta pørtum. Navnið kemur av enska orðinum “clue”. Sendingin er ein krimi, har ið Hannibal og Angela eru detektivar, og tey skulu royna at finna eina rakett, sum ein norðoyingur hevur stolið. Norðoyingurin eitur Ib Ullrik, og hann ætlar sær upp á Mánan við rakettini. Klovnurin Hannibal sigur, at tey hava bara fingið jaligar afturmeldingar frá fólki um tær sendingarnar, sum tey hava gjørt. Tey eru bæði pedagogar, og teimum dáma væl at gera undirhald til børn. Sendingin verður ein partur av vetrarskránni hjá Kringvarpinum. Fyrsti Norðoyingur á Mánan Rúni Gaardlykke og Angela Petersen gera sendingarnar við Angelu og Hannibal. Tey hava ikki hugsað ítøkiligt um at útflyta teirra sending, men tað hevur verið áhugi fyri teimum fyrr, og tey avvísa ikki, at okkurt hendir í framtíðini ÚTFLUTNINGUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Sosialurin hevði týsdagin nakrar greinar um eitt íslendskt barnaundirhalds- konsept kallað “Lazy Town”. Tá var spurningurin, um føroyskar barnasendingar kunnu útflytast, eisini við- gjørdur Angela Petersen og Rúni Gaardlykke spæla Angela og Hannibal. Teirra sendingar eru sera væl dámdar av bæði børnum og foreldrum í Føroyum. Til spurningin, um hann og Angela Petersen hava hugsað um at útflyta teirra framførslur, svarar Rúni, at tað hava tey ikki ávísar ætlanir um. - Skal eg vera heilt erligur, so er góðskan ikki nóg góð sum er. Um okkara sending skuldi verið send á einari størri altjóða sjónvarpsrás, so skulu búnarnir, studio og aðrar umstøður vera nógv betri, sigur Rúni Gaardlykke. - Men um pengar og umstøður vóru til tess, so hevði tað heilt vist verið ein møguleiki, tí at vit halda, at vit hava eitt gott konsept, sigur Angela Petersen. - Ein av styrkjunum við okkara sendingum er, at tær eru lokalar, og vit nýta kend støð í Føroyum og kendar persónar. Hesin fyrimunur er burtur, um vit fara út um landoddarnar, sigur Rúni - Tó haldi eg, at vit hava ein góðan boðskap og moral í okkara sendingum, sum hevði klárað at borið seg uttanlands eisini. Ofta er tað soleiðis, at Hannibal ger tað, sum er skeivt, men so gongur tað galið hjá honum, og Angela setur hann upp á pláss. Angela kemur so ofta við einum góðum moralskum boðskapi, meðan Hannibal vísir tað í verki. Hetta er nakað, sum børnini kunnu fyrihalda seg til, sigur hann. Feløg vildu keypa FRES Angela Petersen sigur, at tvey útlendsk feløg vildu keypa konseptið FRES. - Tað vóru langar samráð- ingar, men til endans bleiv tað ikki til nakað. Eg havi eisini havt eitt tilboð um at hava eina “Workshop” í Danmark, men eg valdi heldur at vera í Føroyum, sigur Angela. Angela og Rúni hava verið í Danmark og undirhildið, og tað gekk væl. Eisini hava tey royndir av at framføra fyri útlendingum umborð á Norrönu, og tá hava tey bara fingið jaligar viðmerkingar. Tað kann vera ein styrki hjá teimum, at tey hava roynt seg nøkur ár á einum lítlum marknaði í Føroyum, har ið sendingin er vorðin polerað eitt sindur. Hetta kann geva teimum ein góð- an viðførning, um tey fara at royna seg uttanlands. - Bæði eg og Angela lesa niðri, so vit fara kanska at gera eitt sindur við tað í Danmark. Vit fara kanska inn til okkurt undirhaldsfelag og geva teimum eitt band við onkrum sendingum, og so fáa vit at síggja, hvat tað verður til, sigur Rúni. Útlendskt feløg vildu keypa FRES Skótarnir hjá KFUM & K hava vitjan frá einum skótaliði úr Brøndby. Í gjár síðaðu tey oman eftir kantinum við gomlurætt. Leiðararnir greiddu væl frá, hvussu gerast skuldi. Bæði ung og eldri royndu hetta. - HeiniK Angela og Hannibal við nýggjari sending: Angela og Hannibal koma nú við einari nýggjari sending. Angela og Hannibal eru detektivar, og tey skulu royna at finna eina stolna rakett ( Mynd: Jens Kr. Vang )