sunnudagur 16. juli 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 134 - 14. juli 2006
tíðindi
Í gjár fór Heðin
Mortensen við einum
ferðalagið út í Hest.
Vitjanin varð gjørd í
samband við, at har
er asfalterað, gjørd
nýggj kloakkskipan,
gøtuljós og annað.
Arbeiði hevur
kostað Tórshavnar
Kommunu 4,5
milliónir krónur
ÚTOYGGJ
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Ferðalagið
við
Heðini
Mortensen, Marin Katrinu
Frýdal og fjølmiðlunum
varð avheintað á gomlurætt
av einum skjóttgangandi
báti. Veðrið var av tí allar
besta. Hestoyggin er ein
sera vøkur oyggj, og hon
var avbera vøkur í góðveð-
rinum í gjár.
Tá ið vit løgdu at við
gamla bátahyl, vóru nøkur
fólk komin oman at taka
ímóti okkum. Á keiøkinum
stóðu nógvar stórar mask-
inur og akfør.
Teir, sum høvdu staðið
fyri arbeiðinum, greiddu
okkum frá, hvat er gjørt.
Á keiøkinum er ein nýggj
kloakkskipan gjørd. Allar
kloakkirnar í bygdini eru
samlaðar og renna oman
til eitt reinsiverk á keiini.
Tað var týdningarmikið at
hava kloakkirnar samlaðar
sentralt í bygdini.
Reinsiverkið liggur undir
jørðini. Tá ið alt arbeiði
er gjørt undir jørðini,
kann tað verða torført at
síggja, hvussu stórt arbeiði
hevur ligið í tí. Men bæði
borgarstjórin og fyristøðu-
menninir vístu á, at tað var
eitt sera umfatandi arbeiði
við kloakkskipanini.
Vegirnir asfalteraðir
Sjáldan hava so nógvar
stórar maskinur verið á
Hesti.
Arbeiðsmenninir
hava asfalterað vegirnar úti
í Hesti. Asfalteringin var
ikki heilt liðug í gjár, tá ið
Sosialurin var á staðnum,
men tað lýður væl. Asfaltið
var ein ikki heilt storknað,
og tað klistraði undir
skónum, tá ið vit gingu á
asfaltinum.
Tað er sera gott fyri
hestmenn at fáa ordiligar
vegir. Tá ið hoyggingin
byrjar, verður nógv lættari
at koyra við traktorunum.
Gøtuljósini eru skift út,
og fleiri nýggj eru komin
upp. Eisini er ein nýggjur
vatnbrunnur gjørdur oman
fyri bygdina, og ætlanin er
at gera eitt vatnreinsiverk
einaferð í framtíðini. Ar-
beiðið tilsamans hevur
kostað 4,5 milliónir kró-
nur. Hendan upphæddin
hevði verið ógjørlig hjá
hestmonnum at rinda, um
teir ikki komu uppí Tórs-
havnar Kommunu.
Eitt lítið SEV-hús er
komið upp og telefon-
leidningar eru lagdir, men
tað er ikki kommunan sum
hevur rindað tað.
- Vit eru fegnir um, at
SEV og Føroya Tele eisini
vilja gera íløgur til at betra
um trivnaðin úti í Hesti,
segði Heðin Mortensen.
Hestfólk
tyktust
at
vera sera væl nøgd við
arbeiðið, og Heðin Mor-
tensen,
Marin
Katrina
Frýdal, arbeiðsfólkini og
fjølmiðlarnir vóru vinarliga
heilsaðið allastaðni. Sum
heild var huglagið sera gott
úti á Hesti í gjár.
Stórarbeiði í Hesti
74 ára gamli Hans
Colbjørnsen hevur
búð í Hesti alt sítt lív.
Hann heldur, at tað
er gott, at kommunan
ger íløgur á oynni
SAMRØÐA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Hans
Colbjørnsen
er
yngstur av fýra systkjum.
Allar systrarnar eru fluttar
av oynni, men Hans býr
enn í húsunum, sum hann
hevur búð í frá barnsbeini.
Hann bjóðar mær inn til
drekkamunn og eitt prát.
Nógv er broytt í Hesti
síðani Hans var barn. Hann
fortelur, at tey plagdu
at herma eftir teimum
vaksnu, tá ið tey spældu.
Um kvøldarnar gjørdist
so myrkt, áðrenn el var
komið. Men tey sóu kortini
at spæla, tí at tey høvdu so
von eygu.
- Í dag fara børnini ikki
út um kvøldarnar, tí at tey
síggja einki í myrkrinum.
Eingin veit um
framtíðina at siga
Væntar tú at fleiri fólk fara
at flyta til Hest, nú hesar
íløgurnar eru gjørdar?
- Tað kann henda seg.
Fólkatalið er bara minkað
síðani eg var barn. Tá búðu
um 80 fólk her. Nú eru eini
40-50 fólk búsitandi her.
Eingin veit um framtíðina
at siga, men eg vóni tað
besta, sigur Hans.
Hans var 14 ár, tá ið hann
fyrstu ferð fór til skips.
Hann var burtur í 4 mánaðir,
og hann hevði sjóverk allan
túrin. Tá ið hann var 17 ár,
fekk Hans sín fyrsta bát.
Hann átti hann saman við
vinmanninum Magnus, og
teir sigldu saman í nógv ár.
Hans hevur átt sjey bátar
tilsamans.
Hann býr í húsunum,
sum foreldrini áttu. Tey eru
80 ára gomul. Hann hevur
umvælt tey nógv innan.
- Eg trívist væl her. Eg
plagi at fara á flot, tá ið
okkurt er at fáa. Tá ið eg eri
heima, plagi eg at stákast
á stykkinum. Annars eri
eg eisini ofta á vitjan hjá
systrunum, sum búgva á
Skála, á Strondum og í
Sørvági.
- Tað var nokkso keðiligt,
tá ið handilin lat aftur fyri
umleið 15 árum síðani.
Nú keypir hann inn frá
handilinum í Skopun. Hann
bíleggur gjøgnum telefon,
og so kemur vøran við
Teistanum til Hest.
Hans hevur sæð nógv
broytast í Hesti, og nú hevur
hann eisini fingið túnið
asfalterað, nýggj gøtuljós
og annað.
- Hetta er deiligt. Vit
høvdu als ikki havt ráð til
hetta, um Hest Kommuna
ikki
legði
saman
við
Tórshavnar Kommunu.
Vit fara hvør til sítt. Hans
gongur móti sínum heimi
har norðuri í bygdini, og eg
fari oman móti gomlu kei,
har ið tann skjóttgangandi
báturin bíðar eftir at sigla
okkum yvirum aftur til
meginøkið.
Altíð búð í Hesti
74 ára gamli Hans Colbjørnsen hevur búð í Hesti
alt lívið. Hann siglir úti við sínum egna báti. Her er
Hans í bátinum hjá sær