Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 16. juli 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 14. juli 2006 7 tíðindi Heðin Mortensen og Marin Katrina Frýdal søgdu nøkur orð til samkomuna í bygdarhúsinum í Hesti í gjár. Heðin segði, at dentur má leggjast á trivnaðin, og vónandi fer íbúgvaratalið so at vaksa. Eisini segði hann, at býráðið fer at arbeiða fyri, at ein undirsjóvartunnil kemur til Hest ÚTOYGGJ Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Eftir eina rundferð í bygd- ini gekk leiðin niðan til bygdarhúsið. Hølið undir svimjihylinum verður nýtt sum bygdasalur, og har var smyrjibreyð at fáa. Heilt fitt av fólki var samlað saman. Summi búgva í Hesti, og summi vóru komin út í oynna at vitja familju. Eftir ein lítlan bita, reisti Marin Katrina Frýdal, for- maður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar Kommunu, seg upp og segði nøkur orð. Hon vísti millum annað á, at við hesum íløgunum eru grundleggjandi for-treyt- irnar fyri trivnaði í ordan. - Vit sum búgva á megin- økinum hava ofta eina romantiseraða mynd av útjaðaranum, og vit vilja helst varðveita tað, sum tað er, til okkara árligu útferð. Men tað er týdningarmikið at útjaðarin kann menna seg eisini og fáa somu treytir sum meginøki, segði Marin Katrina. Marin Katrina er sjálv av Velbastað, sum eisini er vorðin ein partur av Tórshavnar Kommunu. Hon hugleiddi um, hvus- su ymiskt fólk hava tikið ímóti samanleggingini. Millum annað hevur ein maður sagt við hana: “Tað einasta, sum er hent, síðani vit fóru í Tórshavnar Kommunu, er, at eitt skelti av Tjóðveldisflokkinum er tikið niður.” - Tí hevur Heðin Mor- tensen helst skipað fyri, legði Marin Katrina skemt- iliga afturat. Undirsjóvartunnil til Hest Heðin Mortensen var næstur at reisa seg. Hann fegna- ðist um, at Hestur nú lýkur krøvini til kloakkskipanir, sum Løgtingið setur. Í 2010 skulu øll hesi viðurskifti vera komin uppá pláss, og tað ætlar Heðin eisini skal verða galdandi fyri Tórshavnar Kommunu. Arbeiðið við hinum bygd- unum í kommununi fer í gongd skjótt. Samlaða verkætlanin við kloakk- skipanunum fer at kosta 100 milliónir krónur. - Hestur er helst ein tann fyrsta bygdin í landinum, sum lýkur hesi krøv, sigur Heðin við Sosialin. Heðin legði stóran dent á trivnaðin í røðu sínari, og hann vónar, at íbúgvatalið í Hesti fer at vaksa. - Vit nýta ov nógvar pengar til alt annað, sum til dømis ítrótt, mentan og annað. Vit mugu raðfesta umhvørvið hægri, tí at tað er ein grundleggjandi fortreyt fyri trivnaði, segði Heðin. Heðin vísti á, at tað er møguligt at gera útstykk- ingar norðuri í Miðbúð, og vónandi verður tað veru- leiki skjótt. - Eg haldi, at tað er natúrligt, at undirsjóvartun- nil eisini verður gjørdur til Hest, tá ið Sandoyartunnilin kemur. Tunnilin frá Hesti kann koblast uppí Sandoyar- tunnilin mitt á fjørðinum. Hetta er heilt vist nakað, sum býráðið fer at taka upp og arbeiða fyri, segði Heðin Mortensen. Undirsjóvartunnil til Hest Heðin Mortensen: Heðin Mortensen helt røðu á samkomuni í bygdasalinum í Hesti. Hann segði millum annað, at ein undirsjóvartunnil eigur at verða gjørdur til Hest, tá ið Snadoyartunnilin kemur