sunnudagur 16. juli 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 134 - 14. juli 2006
tíðindi
»Eitt álop á Sýrialand er eitt álop á muslimska heimin«
iranski forsetin
útlond
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
Ísraelsku álopini á
Libanon halda fram.
Iran ávarar Ísrael
ímóti at víðka álopið.
Miðeystur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Aftur í morgun bumbaðu
ísraelsk flogfør floghavnina
í Beirut, samstundis sum
onnur flogfør bumbaðu
samskiftisstøðir
hjá
libanska telefoonverkinum,
orkuverk, oljugoymslur og
týðandi vegir. Í nátt bumbaði
ísraelska flogvápnið støðir
hjá Hizbollah í Beirut
og nærhendis ísraelska
markinum, eftir at Hiz-
bollah hevði skotið fleiri
rakettir eftir málum í
Haifa.
Í morgun tveittu ísraelsk
flogfør
fleiri
bumbur
eftir høvuðsvegnum mil-
lum Beirut og sýriska
høvuðsstaðin Damaskus,
og flogfør søktu eisini at
støðum hjá Hizbollah har
eysturi í Libanon.
Eygleiðarar siga, at hetta
er fyrstu ferð, at Ísrael
hevur søkt at málum so
tætt við sýriska markið, og
teir halda, at álopini eru
ætlað sum ein ávaring til
Sýrialand, ið er trúgvur
stuðul hjá Hizbollah.
Tað var kanska eisini
het-ta, sum fekk iranska
forsetan, Mahmoud Ahma-
dinejad, at ávara Ísrael
ímóti at víðka álopið. Sam-
bært iranska útvarpinum
hevur Ahmadinejad tosað
við sýriska forsetan, Bashar
al-Assad, og vissað hann
um, at Iran fer at hjálpa
Sýrialandi, verður landið
álopið.
-Leypa ísraelsmenn á
Sýrialand, er tað tað sama
sum at leypa á allan tann
muslimska
heimin,
og
vit fara at svara einum
tílíkum álopi harðliga, skal
Ahmadinejad hava sagt.
Iran aftanfyri?
Summir eygleiðarar siga, at
tað er ikki óhugsandi, at tað
var Iran, sum gav Hamas og
Hizbollah boð um at burtur-
flyta teir tríggjar ísraelsku
hermenninar. Tað hóvaði
ikki iranska stýrinum, at
Hamas og Fatah vóru farin
at nærkast einari semju um
eitt komandi palestinskt
ríki undir liðini á Ísrael,
og at Mahmoud Abbas,
forseti, og Ehud Olmert,
forsætisráðharri, samdust
um at taka samráðingarnar
uppaftur.
Amerikanska
blaðið
New York Times skrivar, at
Iran styðjaði avgerðina at
burturflyta ein ísraelskan
hermann í Gaza, og at
tað er lítil ivi um, at lan-
dið eisini tók undir við
avgerðini hjá Hizbollah
at burturflyta tveir aðrar
ísraelskar hermenn við
libanska markið. Blaðið
vísir á, at Iran fíggjar ein
stóran part av virkseminum
hjá Hizbollah í Libanon,
og at Damaskus virkar
sum millumliður í hesum
samstarvinum.
Eldur í Beirut
Tað logaði nógvastaðni í Beirut aftan á ísraelsku bumbuálopini í nátt.
Í Hvítarusslandi hevur
dómsvaldið gjørt av, at
andstøðuleiðarin Alek-
sander Kozulin skal sita
í fongsli tey næstu fimm
árini.
Aleksander
Kozulin
stillaði upp á hvíta-
russiska forsetavalinum,
men
mátti
lúta
fyri
Alekdander Lukasjenko,
forseta, ið sambært val-
nevndini fekk 83 prosent
av atkvøðunum. Kozulin
sýtti fyri at viðurkenna
úrslitið, og vesturlendskir
valeygleiðarar vóru eisini
á einum máli um, at valið
var ikki rættvíst.
Nú
hevur
Kozulin
fingið resvingina fyri at
mótmæla valúrslitinum.
Hann skal sita fimm ár í
fongsli. Familja hansara
sigur við AP, at hann fer
at skjóta dómin inn fyri
hægri rætt.
Aleksander
Kozulin
er
ikki
tann
fyrsti
andstøðupolitikarin
í
Hvítarusslandi, sum ver-
ður koyrdur í fongsul,
og Lukasjenko, forseti,
verður ofta umrøddur
sum tann seinasti eina-
ræðisharrin í Evropa.
Fyrrverandi CIA-agent-
urin Valerie Plane og
maður hennara hava nú
lagt sak ímóti amerikanska
varaforsetanum,
Dick
Cheney, tí tey vilja vera
við, at tað var hann, sum
avdúkaði, at Valerie Plane
var loyniligur agentur hjá
fregnartænastuni. Tólv
onnur eru stevnd í sama
máli.
Valerie Plane er gift
við amerikanska diplo-
matinum Joseph Wilson.
Í 2002 avdúkaði hann, at
Hvítu Húsini høvdu sagt
ósatt, tá tey vildu vera
við, at Irak hevði keypt
ríkað uran úr afrikanska
landinum Niger. Stutt
eftir skrivaðu amerikonsk
bløð, at kona diplomatin
arbeiddi sum loyniligur
agentur hjá CIA.
Tað er ólógligt at av-
dúka agentar hjá CIA,
og málið vakti stóran
ans. Undir kanningum
kom fram, at tað var
onkur, sum hevði tilknýti
til Hvítu Húsini, sum
hevði avdúkað Valerie
Plane. Nú skulu Dick
Cheney,
fyrrverandi
starvsfólkaleiðarin
í
Hvítu Húsunum, Lewis
Libby, og ráðgevin Karl
Plame fyri rættin, skrivar
AP úr Washington.
Ein fyrrverandi leiðari í
fregnartænastuni í Kili
vil vera við, at gamli
einaræðisharrin Augusto
Pinochet vann nógvar
pengar burtur úr at selja
rúsevnið kokain til USA
og Evropa.
Manuel
Comteras
hevur undir avhoyring
í rættinum í Santiago
greitt frá, at Pinochet
fekk 26 milliónir dollarar
burtur úr rúsevnahandli,
sum
sonur
forsetans
stóð fyri miðskeiðis í
áttatiárunum.
Fyrrverandi fregnar-
tænastuleiðarin situr í
fongsli, eftir at hann bleiv
dømdur fyri brot á manna-
rættindini. Hann hevur
greitt frá, at Pinochet gav
herinum boð um at byggja
eina rannsóknarstovu til
rúsevni í býnum Tala-
gante, sum er einar 40
kilometrar í útsynning
úr
Santiago.
Haðani
bleiv kokainið smuglað
til USA og Evropa, og
pengarnar fjaldi Pinochet
í útlendskum bankum.
Dick Cheney
skal í rættin.
Men tað fáa iraksku
myndugleikarnir
neyvan loyvi til.
Irak
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Eftir einari ST-samtykt frá
2004 hava iraksku myndug-
leikarnir ikki loyvi til at
revsa amerikanskar ella
aðrar útlendskar hermenn,
sum bróta irakska lóg. Men
hetta vilja irakar ikki góð-
taka longur.
Í næsta mánað fer irak-
ska stjórnin at biðja ST
ógilda ta tvey ára gomlu
samtyktina.
Wigdan
Michael, sum er irakskur
ráðharri í mannarættinda-
viðurskiftum, sigur við
Reuters, at amerikanska
herleiðslan í Irak fer ov
lætt um lógarbrotini hjá
hermonnunum, og tað ger,
at hermenninir halda seg
kunna bróta iraksku lógir-
nar uttan at verða revsaðir.
Irakar eru serliga skelka-
ðir av tilburðinum, tá ein
amerikanskur
hermaður
neyðtók og myrdi eina 14
ára gamla gentu í Mahmu-
diya sunnan fyri Bagdad.
Síðani skutu amerikonsku
hermenninir eina seks ára
gamla systir gentuna og
foreldur hennara.
Diplomatar á ST-høvuðs-
borgini í New York vænta
ikki, at ST fer at ógilda
samtyktina, sum forðar irak-
sku myndugleikunum at
revsa útlendskar hermenn.
Teir siga, at USA fer
undir ongum umstøðum at
góðtaka eina slíka broyting,
og við sýtingarrættinum í
trygdarráðnum kann landið
forða broytingini.
Irak vil sleppa at revsa
amerikanskar hermenn
Stevna Cheney
Andstøðuleiðari
settur í fongsul
Pinochet seldi rúsevni