Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 16. juli 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 14. juli 2006 9 tíðindi Heidi Vinther býr í ísraelska býnum, Maalot, saman við familju síni. Í tveir dagar hava tey hildið til í einum bumbuskýli. Heima í Føroyum sita foreldrini hjálparleys og royna at lata vera við at fylgja við í miðlunum. Miðeystur Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Maalot liggur 12 kilometrar frá markinum til Libanon og um 15 minuttir frá Nahariya, sum var fyrsti býurin, sum varð raktur av raktettum frá Hizbollah. Í Maalot eru allir handl­ar­ nir, bankarnir og skúlarnir í løtuni stongdir, og flest øll fjala seg í bumbuskýlum, tí tey hava fingið útgongu­ bann: – Heidi og maðurin hava eitt bumbuskýli í kjall­ar­ anum í húsum teirra. Tey hava dósamat at liva av, so í løtuni hava tey tað so nøkulunda. Men tey eru sjálvandi bangin, sig­ ur Súni Vinter, sum er staddur í Føroyum, roynir at halda høvdið kalt og at fáa gerandisdagin at ganga sína vanligu gongd. – Vit kenna okkum eitt sindur hjálparleys. Men vit royna ikki at hyggja í sjón­varpið og síggja ræðu­ myndir har frá, tí tað ger bara støðuna verri, greiðir Súni frá og leggur afturat, at tey sjálvandi tosa við Heidi hvønn dag umvegis telefon: – Av hesum verða vit sjálvandi eitt sindur meira rólig. Tey siga í øllum førum, at tey hava tað gott, hóast tey í heilum hoyra buldur og brak og ikki vita, hvar tað kemur frá, sigur Súni og skoytir uppí, at enn er tíbetur eingin rakett dottin niður í Maalot: – Tað er ræðandi, at rakettirnar nú brádliga kunnu sendast eini 25 kilo­ metrar. Og tað er nógv hættis­ligari har júst nú, enn tað nakrantíð áður hevur verið. – Sum nú er, ætla tey at verða verandi heima í skýlinum, men um støðan gerst verri, hava tey fing­ið eina neyðloysn frá mynd­ug­ leikunum, sum tey kunnu fyri­halda seg til. Og somu­ leiðis hava tey samband við donsku sendistovuna, sigur Súni at enda. Tað er fyrstu ferð, at Hizbollah skjýtir rakettir ímóti ísraelska havnabýnum Haifa, ið liggur norðaliga í landinum. Og sum ein kann lesa í teiginum Útland í blaðnum í kvøld, so er stríðið er av álvara harðna seinastu dagarnar Johan Jacobsen johan@sosialurin.fo Tað er felagsskapurin Hiz­ballah – ella Guds flokku­r- ið stóð aftanfyri burturflytingina av tveim­ um ísraelskum her­monn­ um mikudagin. Og hóast teir hava avnokta at hava skotið rakettir inn yvir Haifa, so sigur ísraelski herurin at hetta verður roknað sum ein álvarslig herðan av stríðnum. Felagsskapurin er bæði ein hernaðarlig og politisk fylking, ið er umboða í libanska tinginum. Sein­ asta valið í Libanon gav flokkinum eitt gott úrslit og munandi betri enn tey undanfarnu valini. Ein orsøk til góða valið mann vera, at ísraelski herurin tók seg úr libanskum øki í mei-mánað í 2000. Eftir ísraelsku afturtøkuna hevur tað verið frammi í almenna kjakinum, at Hizballah skal leggja vápnini. Fylkingin er tann einasta av teimum stríðandi bólkunum frá libanska borg­arakrígnum, sum endaði í 1990, ið enn eru vápnaður. Funnist hevur verið at teimum fyri at vera ein stat inni í libanska statinum. Felagsskapurin hevur hernaðarliga verið tann sterkasti bólkurin í Libanon, eftir at sýriski herurin tók seg úr Liba­ non. Stuðlarnir hjá fylkingini eru fyri størsta partin shiamuslimar í Libanon og eisini ein stórur partur av fólkinum í syðra parti av Libanon. Tað er eingin loyna at fylkingin umboðar tann meiri fátæka partin av libanska samfelagnum. Shiamuslimar eru tann trúarbólkurin í Libanon, sum er tann størsti. Hizballah varð stovnað í 1982 og hevur stríðst ímóti ísraelska herinum, sum hersetti syðra partin av Libanon. Í mei 2000 varð endamálið rokkið, tí herurin trekti seg aftur úr libanska økinum. Iran hevur frá byrjan av stuðlað felagsskapinum. Felagsskapurin talar, í sínum politisku eldtalum, fyri oyðilegging av ísra­ elska statinum og metir alt Palestina vera hertikið muslimskt økið. Eisini siga teir Ísrael ikki hava rætt at vera til. Tey síðstu árini hevur felagsskapurin tillaga sína islamistisku hug­sjón til ta politiska lands­skapið, sum eisini fevn­ir um kristin. Eftir ár 2000 hevur Hizballah lýst seg sum eina mótstøðurørslu, ið berj­ist ikki bara fyri Libanon, men eisini fyri alt økið. Eitt ferðalag frá Heimamissiónini er í løtuni á Karmel­ fjalli, ið liggur í útjað­arinum av Haifa – býurin, sum í gjár varð raktur av tveimum rakettum. – Vit merkja lítið til kríggið, og hava tað øll gott, siga tey MIÐEYSTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Týsdagin fóru 16 føroyskir ungdómar av landinum við kós ímóti Ísrael. Ferðalagið er frá Heimamissiónini og skulu tey hjálpa eini evangel­iskari kirkju og luttaka á eini ítrottarlegu. Í gjár komu tey til Kar­ mel­fjallið, ið liggur í útjaða­ ranum av Haifa – býurin, sum í gjár varð raktur av tveimum rakettum, sum hernaðarfelagsskapurin, Hiz­­­boll­ah, hevði sent av­stað. Jóhannus Mikkelsen er partur av ferðalagnum, og Sosialurin fekk orðið á hann í Ísrael í dag: – Vit hava tað gott, tað er púra sikkurt, staðfestir Jóha Føroyskt ferðalag í Ísrael: - Vit hava tað gott nnus Mikkelsen, sum er staddur í einum býi á Karmelfjalli. - Vit merkja lítið til kríggið sum er nú, og gerandisdagurin er sum hann plagar. Men sjálvandi er ein vissur ótryggleiki í at vita, at Haifa, sum er so nær við okkum, varð raktur av rakettum í gjár, sigur Jóhannus Mikkelsen. Ferðalagið frá Heima­ missi­ónini fær sostatt gjørt tað, tey eru komin til Ísrael til. Jú, vit gera tað, vit eru komin til. Men tað er lítið hugaligt, at tað flúgva flogfør uppi yvir okkum alla tíðina, og at síggja fólk rudda upp í bumbuskýlum, sum skulu brúkast í fall av, at okkurt hendir, greiðir Jóhannus Mikkelsen frá úr Ísrael. - Men vit høvdu ikki verið her, høvdu vit verið í vanda, tað er heilt víst, staðfestir Jóhannus Mikkelsen úr telefonini úr Ísrael og letur heilsa í Føroyum og sigur, at tey øll hava tað gott. Teir 16 ungdómarnir fóru úr Føroyum týsdagin 10. juli, og skulu ætlandi koma aftur 4. august. Føroyingar í Ísrael: Fjala seg í bumbu­ skýli Føroyskt ferðalag í Ísrael: – Vit hava tað gott Jóhannus Mikkelsen er í løtuni í Ísrael saman við 15 øðrum føroyingum Sheik Hasan Nasrallah, leiðari av Hizballah Hizballah-álop á Haifa Dóttir Suna Vinther fjalir seg í bumbuskýli í ísraelska býnum Maalot saman við familjuni