sunnudagur 16. juli 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 134 - 14. juli 2006
Kríggj í Miðeystri
Stríðið í Miðeystri tykist ongan enda at fáa. Tvørt
urímóti eru vit í hesum døgum vitni til, at stríðið
millum ísraelar og grannar tess bara versnar. Tað eru
hendingarnar seinastu dagarnar eitt ítøkiligt dømi um.
Fyrst í Gaza, síðani í Libanon.
Spurningurin er nú, um hetta verður til veruligt kríggj
- ella um talan ikki longu er um kríggj millum Ísrael
og tvey av grannalondunum. Orsøkirnar eru nógvar,
men tað, sum tendraði í fjúsið hesaferð, var avgerðin
hjá militantum Hamasfólkum at taka ein ísraelskan
hermann til fanga, nakað, sum síðani varð endurtikið
av militantu Hezbollafólkunum í Suðurlibanon, ið tóku
tveir ísraelskar hermenn til fanga. Hetta hevur fingið
øði í ísraelar, sum nú í fleiri dagar hava bumbað Gaza
og Libanon.
Tað er greitt, at Ísrael kann ikki liva við, at grannar tess
áhaldandi skjóta rakettir inn á ísraelskt øki og taka
ísraelskar hermenn til fanga til tess at fáa palestinar,
her serstakliga Hamasfólk í ísraelskum fongslum leys
latin. Trýst elvir til móttrýst, og tað vita víðgongdu
Hamasfólkini og nú eisini Hezbollafólkini. Ì øllum
hesum leikinum verða so sivil offur fyri áganginum og
mótálopunum. Spurningurin er so bara, hvussu langt
Ísrael kann loyva sær at fara, nú mong ósek og sivil
bæði í Gaza og Libanon lata lív. Altjóða samfelagið
hevur heitt á Ísrael um at vísa hógv, men ísraelska
stjórnin tykist ikki vilja lurta.
Nú ávarar so eisini harðrendi og víðgongdi forsetin í
Iran ísraelar. Um Ísrael heldur fram við sínum álopum
og víðkar tey til Sýrialand eisini, so er hetta at meta
sum ein krígsavbjóðing til øll muslimsku londini í
Miðeystri er seinasta útsøgn hansara.
Vit eru við at nærkast eini støðu í Miðeystri, sum
kann gerast vandamikil fyri heimsfriðin. Krúttunnan
í Miðeystri er ein vending, sum oftani verður brúkt.
Mangan hevur verið tendrað í fjúsið, men higartil
hevur eydnast at forða fyri sjálvum endabrestinum.
Spurningurin er, nær hon av álvara brestur.
USA, sum hevur tættast tilknýti til Ísrael, kann, um
tað vil, forða fyri einum ragnarroki í Miðeystri. Tað
krevur so aftur, at tess leiðsla vísir diplomatisk evni
og initiativ, nakað, sum higartil hevur verið ein mang
ul vøra. Diplomati og vilji til samráðingar og semjur
telur meira, enn mong geva sær far um. Vit hava m.a.
sæð, hvussu væl eitt lítið land sum Noreg hevur dugað
at roynt diplomati í verki í Miðeystri. Tað hevur USA
nakað at læra av.
Hart ímóti hørðum, eygað fyri eygað hátturin førir so
ikki endaliga á mál. Her má og skal annað til. Lyklaorð
ið er diplomati og aftur diplomati. Og her áliggur ikki
minst hóvligu kreftunum í Ísrael og í grannalondunum
og somuleiðis í USA ein stór uppgáva.
Sosialurin
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sitat úr onkrum blaðið ella sum onkur hevur
sagt íð er við í einari grein hjá okkum í dag ella
ein stuttur stu
Xxxxxxx Xxxxxxxx um okkurt
SAMBAND
eirikur lindenskov
post@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Bretskir myndug
leikar hava góðkent
útbyggingarætlan av
tí næsta oljufeltinum,
sum Atlantic Petrol
eum er partur av í
bretskum øki
Atlantic
Petroleum
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Bretska
ráðharrastovan
fyri handil og ídnað hev
ur góðtikið útbygging
arætlanina
fyri
Ettrick
oljufeltið í Norðsjónum,
sum føroyska oljufelagið
Atlantic
Petroleum
er
partur av. Henda góðkenn
ingin merkir, at samstarvs
partnararnir í loyvinum
kunnu halda fram við
sínum útbyggingarætlanum,
sum
miðja
móti
at
framleiða fyrstu oljuna í
2008. Ettrick feltið varð
uppdagað í 1981. Síðani
hava fleiri avmarkingar-
og metingarbrunnar verið
boraðir. Oljukeldan verður
bundin í eitt FPSO fram
leiðslu og goymsluskip,
”Aoka Mitzu”.
Wilhelm Petersen, stjóri
sigur, at tey eru sera errin
av at kunna kunngera aðru
góðkenning av útbygging,
sum Atlantic Petroleum er
við í. Ì november í fjør var
útbygging av einum øðrum
felti, Chestnut góðtikið
av
myndugleikunum.
–Framleiðslan frá hesum
báðum
oljukeldunum
fer at skapa eitt virði
til
partaeigararnar
hjá
felagnum og fer harvið at
slóða fyri framhaldandi
menning
av
felagnum
sigur stjórin í Atlantic
Petroleum.
Føroysk oljuframleiðsla eitt stig nærri
KÓRSANGUR
Ólavsøkukórið hevur sína
fyrru venjing í Kommunu
skúlahøllini sunnudagini kl.
15.00 - 18.00. Á skránni eru
í fyrsta lagi sangir at syngja
á Tinghúsvøllinum ólavsøk
udag: gamla ólavsøkukan
tatan hjá Jógvani Waagstein
og Edvardi Mitens, birtandi
sangir við tjóðskapardámi,
og eisini verður við hesum
væntiliga stóra kóri roynt
at framføra megnarsatsin
hjá danska tónaskaldinum
Vagn Holmboe til yrkingina
»Gandkvæði Tróndar« eftir
J. H. O. Djurhuu s, har oper
usangarin Ernst Sonsum
Dalsgarð verður soloistur.
Sangir til kórhugnaløtuna
á Tinganesi aftaná verða
somuleiðis tiknir við í venj
ingini.
- Ein og hvør er vælkom
in í ólavsøkukórið; men
um ráðandi er, at øll, sum
ætla at verða við á ólavsøku,
møta til báðar venjingarnar,
sigur Kórsamband Føroya.
Ólavsøkukórið fyrstu venjingina
Marjus
Dam
løgtingsmaður
Ein
heilsan til
útoyggjabúgvar
Útoyggjastevna er hetta
vikuskifti. Fái ikki møtt til
hesa stevnu, av tí at eg skal
seta Vestanstevnuna. Tað er
spell at hesar stevnur skulu
tørna saman og eg vóni ikki
at tað hendir aftur.
Útoyggja
viðurskiftir
eins og útjaðarapolitikkur
hevur altíð havt mín stóra
áhuga. Seinastu árini eru álit
skrivaði um hesi viðurskiftir.
Gásadalur hevur fingið
tunnilssamband – ið átti at
komið fyri 40 árum síðani.
Men gott er, at hendan er
komin.
ÚTOYGGJAR FRÍTT:
Eg haldi, at øll fólk, ið
búgva á útoyggj, skulu
sleppa at ferðast frítt til /frá
útoyggj antin við tyrlu ella
báti/skipi. Hesi fólk skulu, ið
mun til øll onnur her á landi,
gjalda tveir ferðaseðlar fyri
at koma inn á meginøkið:
Ein ferðaseðil fyri at koma
frá útoyggj til útjaðara.
Ein ferðaseðil afturat fyri
at koma frá útjaðara til
meginøkið Streymoy ella
Eysturoy.
Tað hevði ikki kosta
landinum
nógv,
um
ferðaseðlaprísurin var avtikin
til útoyggj fyri fastbúgvandi
á útoyggj í fyrstu atløgu.
Møguliga kundi hann heilt
verið avtikin fyri øll við
skipið.
O l j u f l u t n i n g u r :
Oljuflutningur við tunnum
til útoyggj eigur stórt sæð at
verða avtikin. Í Føroyum í
2006 er tíðin farin frá hesi
foroldaðu flutningsskipan –
sum tíverri stendur í fullum
blóma á mangari útoyggj
sum alternativ til at brenna
torv ella sita í kulda.
Í miðøki hevur neyvan
nakar sæð eina tunnu
seinastu 40 árini. Á útoyggj
er dagligur kostur at
trilla oljutunnur til og frá
lending.
Um skil ikki fæst á hesi
viðurskiftir, so verður
lógaruppskot lagt fyri
løgtingið í heyst fyri at fáa
hesi ótolandi viðurskiftir í
rættlag.
Nógv onnur viðurskiftir eru
at nema við. Allir føroyingar
eiga at kunna búgva allar
staðir í Føroyum
Undir áleið somu korum.
Tað er tíverri ikki galdandi
ídag. Tað er við til at køva
útjaðara og útoyggj heldur
enn at virka til menning og
vøkstur. Tað kann nakað
gerast við. Ikki bert tosa.
Tí tá koma vit ongan veg.
Nevndu 2 uppskot er eitt
lítið fet tann rætta vegin
– haldi eg. Men nógv annað
skal eisini gerast.
Góða útoyggjastevnu.
ÚTOYGGJASTEVNA:
Tunnutrillan – steðgast