sunnudagur 16. juli 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 14. juli 2006
11
tíðindi
Seldi Vesturfarið fyri slakar
11 mió krónur
Vestmenningurin, Dánial
Aksel Dahl Olsen, hevur
selt trolbátin, Vesturfarið.
Nýggjur eigari er Jógvan
Páll Hammer, sum er ætt
aður úr Runavíkar-økinum,
men búsitandi á Argjum.
Jógvan Páll eigur fram
manundan gamla trolbátin,
Niclas.
Manningin, sum var við
Vesturfarinum, fylgir við
skipinum, og Aksel er
framhaldandi skipari. Tá ið
Aksel er í landi, loysir
bróðir hansara, Gunnar
Dahl Olsen, av.
Við Vesturfarinum eru
vanliga fýra mans, men
onkran styttri túr hava teir
verið tríggir.
Jógvan Páll hevur keypt
alt felagið, Sp/f Vesturfarið,
og keypsprísurin er slakar
11 mió krónur.
Nøgdur við prísin
Seljarin, Dánial Aksel Dahl
Olsen, heldur, at hetta er
ein hampiliga góður prísur
fyri felagið, men ikki nakar
okursprísur í mun til aðrar
líknandi sølur.
Vesturfarið er annar bát
urin, sum Aksel hevur havt
við sama navni, og gamli
báturin hevði bæði línu-og
trolloyvi.
– Tá ið eg seldi gamla
Vesturfarið til Viðareiðis,
varð hann seldur við línu
loyvinum, men eg hevði
trolloyvi
eftir.
Gamla
Vesturfarið eitur nú Váti
klettur. Báturin er bygdur í
Fredrikssund í Danmark úr
eik í 1946.
Í 2003 keypti Aksel nýgg
ja Vesturfarið, sum er stál
bygdur bátur í Fredriks
havn í Danmark í 1986.
– Hetta er ein góður og
sera væl hildin bátur. Nú
eg seldi, lovaði eg Jógvan
Páll, at eg vildi verða við
til at hjálpa honum í
gongd.
Trongdist um
Aksel heldur, at tað er
vorðið alt meira trupult at
leggja eitt fiskiár til rættis,
tí dagarnir, sum hesir bátar
hava, eru so fáir. Tá hann
so fekk eitt hamiligt boð,
avgjørdi hann at selja.
– Eg vænti, at vit í fram
tíðini fara at síggja meira
og meira til, at loyvir verða
løgd saman. Ein bátur sum
Vesturfarið skal helst ikki
hava nógv minni enn einar
150 fiskidagar um árið.
Vesturfarið hevur 86 fiski
dagar, og eg haldi, at Niclas
hevur einar 70.
Hann væntar, at nýggi
eigarin sum frá líður fer at
leggja loyvini saman.
– Vit hava áður keypt
dagar frá partrolarunum,
men eisini hjá teimum er
farið at treingjast um, sigur
hann.
Hann keypti...
Dánial Aksel Dahl Olsen
vísir á, at hann og Jógvan
Páll Hammer, sum annars
kennast væl, eisini høvdu
tosað saman um aðrar
møguleikar.
– Tað hevur eisini verið
upp á tal, at eg skuldi keypa
trolbátin hjá honum, Niclas,
men Jógvan Páll er nakað
yngri enn eg, og úrslitið
gjørdist, at hann keypti
mítt felag í staðin, sigur
hann.
Manningin, sum var
við Vesturfarinum,
fylgir við skipinum og
fyrrverandi eigarin,
Dánial Aksel Dahl
Olsen, er framvegis
skipari
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Vesturfarið
Smíðistaður/ár:................. Fredrikshavn, DK 1986
Tilfar:...................................... Stál
Maskina:............................... Volvo Penta 366 hk (2002)
Longd:................................... 17,38 m
Breidd:................................... 4,81 m
BT:............................................ 60,3
FAKTA
– Eg vænti, at vit í framtíðini fara at síggja meira og meira til, at loyvir ver›a løgd saman, sigur Dánial Aksel Dahl Olsen
Mynd: Skipalistin
Niclas
Smíðistaður/ ár:................ Assens, DK (1968)
Tilfar:...................................... Eik
Maskina:............................... MAN 425 hk (1988)
Longd:................................... 20,15 m
Breidd:................................... 5,15
BRT:......................................... 45,67
FAKTA
Orkaði ikki at hoyra frøðingarnar meira
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
– Tað er vorðið meira
og meira trupult at
leggja eitt fiskiár til
rættis. Dagarnir eru
so fáir, og við tilmæl
um um uppaftur
størri skerjingar og
avgjøld, orkaði eg
slett ikki at hoyra
hesar fiskifrøðingar
nar og búskaparfrøð
ingarnar meira, sigur
Dánial Aksel Dahl
Olsen
Vesturfarið, sum Dánial
Aksel Dahl Olsen nú hevur
selt Jógvani Páll Hammer,
eigur 86 fiskidagar. Tað er
ikki nógv hjá skipi og
manning, um nakað skal
fáast burtur úr.
Eg orkaði ikki..
Vit hava spurt Aksel, hvør
veruliga orsøkin var til, at
hann avgjørdi at selja:
– Eg haldi, at tað rættiliga
er farið at treingjast saman
um við fiskidøgum, og
útlitini frameftir eru ikki
góð, soleiðis sum vit aftur
og aftur hoyra fiskifrøð
ingar og búskaparfrøðingar
tosa. Tá ið eg so fekk eitt
nøktandi boð, avgjørdi eg
at selja.
Aksel dylur ikki, at hann
eisini var vorðin rættiliga
troyttur av at hoyra fiski
frøðingar tala fyri skerj
ingum – og búskaparfrøð
ingar tala fyri avgjøldum
fyri at sleppa at fiska.
– Eg orkaði veruliga ikki
at hava skip og samstundis
hoyra hesar frøðingar tosa
um skerjingar og avgjøld.
Fólksins ogn
Aksel vísir á, at búskapar
frøðingar og onnur aftur
og aftur tosa um »fólksins
ogn«.
– Tað er heilt ótrúliga
strævið at lurta eftir slíkum
hjá okkum, sum hava verið
á sjónum, síðan vit vóru 15
ára gamlir, sigur hann.
Sum Aksel nevndi, hevur
Vesturfarið 86 fiskidagar
og tosað verður um at
skerja dagatalið uppaftur
meira. Við hesi gongd og tí
hugburði,
sum
ræður,
kundu vit vænta, at vit
umsíðir bara sita eftir við
helminginum av hesum
døgum.
– Hvat høvdu fiskifrøð
ingar og búskaparfrøðingar
sagt, um teir bara sluppu til
arbeiðis í 43 dagar um árið
– og at lønin hjá teimum
var hareftir, spyr hann.
Alt við ”storm”
Aksel vísir á, at tá ið hesir
frøðingar hava sitið á
skúlabeinki í nøkur ár,
koma teir heimaftur og
skulu taka samfelagið við
”storm”, sum hann tekur
til.
– Og omaná alt fáa teir
aðrar
akademikarar
at
hoppa upp á tað, sum teir
koma við, leggur hann
aftrat.
Fyrrverandi skipaeigar
in sigur, at fiskifrøðingar
bara tosa um skerjingar, og
tú hoyrir ongantíð, at talan
er um at geva skipum og
bátum nakrar av mistu døg
unum aftur.
Ber ikki til
– Tað ber slett ikki til at
reka vinnu undir slíkum
umstøðum – og við verandi
hugburði um skerjingar og
avgjøld, stúri eg fyri, at
tann dagur kemur, at alt
veiðiliðið fer á húsagang,
sigur hann.
Dánial Aksel Dahl Olsen
væntar, at úrslitið av øllum
hesum verður, at loyvir
verða løgd saman, og so
fáa vit at síggja, hvussu
nýggja veiðimystrið fer at
síggja út – og hvussu sunt
tað verður fyri samfelagið.