sunnudagur 16. juli 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 134 - 14. juli 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Síðst í august í fjør komu
Elsa Martina Huusgaard
(31ár) og Yuichi Sakaguchi
(26 ár) úr Japan til Føroya
at búgva eina tíð. Tey
giftust í Filadelfia í Gøtu
22. oktober 2005, og eftir
summarfrítíðina
gongur
leiðin til Danmarkar.
Elsa er fødd og uppvaksin
í Syðrugøtu, dóttir Selmu
Petersen og Anfinn Huus
gaard úr Syðrugøtu.
Sum 16 ára gomul fór
Elsa til Japan sum AFS-
skiftisnæmingur. Hon kom
at búgva hjá eini japanskari
familju nakað norðanfyri
Tokyo, í býnum Joetsu,
har 190.000 fólk búgva.
Har búði hon í eitt ár frá
1992-1993, har hon gekk
í studentaskúla og fyri tað
mesta hevði privattímar
í japonskum og enskt og
kreativar tímar.
Tað sum vakti mín ser
liga áhuga fyri Japan, var
tá eg legði til merkis, at
fólkið lítið og einki kendi
til kristindómin. Tey vistu,
at kristindómurin var eitt
slag av mentan í vestur
heiminum, men vistu als
einki um sjálva kjarnuna
í kristindóminum – evan
geliið um Jesus. Tað var
meðan eg búði har, at
áhugin vaknaði fyri at
fara til Japan at undirvísa
í enskum og á tann hátt at
virka sum trúboði har, sigur
Elsa.
Elsa sigur, at enskt hev
ur als ikki verið undirvís
ingarevni í japansku barna
skúlunum inntil fyri fáum
árum síðan. Hesi seinastu
árini er áhugin fyri enska
málinum vaksin munandi
ímillum Japanska fólkið, og
í dag byrja børnini at læra
enskt longu í fjórða flokki
og flestu skúlar fáa vitjan av
enskt-talandi útlendingum,
sum undirvísa børnunum
í nakrar tímar um mánaðin.
Í 1993 kom Elsa heim
aftur og fór at ganga í
studentaskúla við Gøtu
gjógv og á Kambsdali.
Liðug við skúlan fór hon
í 1995 til Motherwell í
Skotlandi á bíbliuskúla hjá
GLO og var liðug har í
juni í 1996. Tá fór hon til
Danmarkar at lesa japanskt
á universitetinum í Aarhus.
Í universitetshøpi kallast
hesin lesturin japanologi.
Elsa hevur lisið japanskt í
fýra ár.
Elsa hevur eisini lisið eitt
ár á einum universiteti í
Kanagawa statinum, nær
við Tokyo, og á venjingar
skúlanum hjá Youth With a
Mission (YWAM) í Tokyo.
Í september 2002 fór hon
aftur til Japan og búsettist í
býnum Osaka, sum liggur
einar 600 km frá Tokyo, við
suðurstrondina av Honshu-
oynni, sum er høvuðsoyggin
í Japan.
Í Osaka, sum er næst
størsti býur í Japan, búgva
2,6 milliónir fólk í mið
býarøkinum, og annars yvir
8 milliónir í Osaka-økinum.
Býurin er týdningarmesti
havnabýur í Japan við
nógvum ídnaði. Umframt
nógv bankavirksemi er
Osaka eisini universitets
býur. Í býnum eru eisini
mong buddistik tempul.
Religiónirnar shintuisman
og buddhisman, hava stór
an týdning í lívinum hjá
japanarum. Hetta sæst m.a.
aftur í teimum mongu heima
templunum, sum flestu
buddhistisk heim hava. Um
ein í familjuni gerst kristin,
hendir tað ikki so sjáldan, at
viðkomandi verður stoyttur
úr familjuni og verður ikki
longur roknaður sum ein
teirra.
Í Osaka arbeiddi Elsa
í eini evangeliskari sam
komu, sum kallast Takaishi
Bible Church. Samkoman
undirvísir
japanarum
í
enskum og hesum arbeiði
gjørdist Elsa ein partur
av sum lærari. Arbeiðið
er skipað sum ein verk
ætlanin, ið kallast Logos
English Teaching Program.
Høvuðsendamálið
við
hesi verkætlan er at náa
lokalfólkið við evangeli
inum, samstundis sum tey
verða undirvíst í enskum.
Elsa sigur, at hon er
ómetaliga glað fyri, at Gud
uppfylti hennara trúboð
aradreym við at gera seg til
ein part av hesi spennandi
verkætlan í
Japan. Ein av næming
unum hjá Elsu var Yuichi
Sakaguchi, sum hon í dag
er gift við. Meðan tey hava
búð í Føroyum, hevur Yuichi
gingið á kvøldskúla og lært
seg føroyskt, sum hann nú
er rættuliga stinnur í.
Eftir summarfrítíðina fara
Elsa og Yuichi Sakaguchi
til Danmarkar at útbúgva
seg meira.
Elsa Martina Sakaguchi:
Giftist við næmingi sínum úr Japan
Elsa og Yuichi Sakaguchi fara eftir summarfrítíðina til Danmarkar at útbúgva seg meira, áðrenn
tey fara aftur til Japan
Mynd: Magnus Gunnarsson
Føðingar
26. juni fingu Siri og Herman Olsen, Porkeri, ein son.
Hann var 55 cm. langur og vigaði 4150 gr.
3. juli fingu Joan Jacobsen og Magni Jacobsen, Glyvrar,
eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 4200 gr.
7. juli fingu Ragnhild og Hallur Knudsen, Saltangará,
ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4080 gr.
7. juli fingu Evi og Jógvan í Skorini, Eiði, eina dóttur.
Hon var 56 cm. long og vigaði 4150 gr.
7. juli fingu Beinta W. og Brian Fossabrúgv, Hoyvík,
eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4620 gr.
8. juli fingu Vivian Olsen og Johannes Johannesen,
Argir, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 2910
gr.
9. juli fingu Guðrið og Jonhard Jóanesarson, Saltangará,
eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3700 gr.
10. juli fingu Anja Petersen og Páll Holm, Rituvík, ein
son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 3950 gr.
11. juli fingu Barbara S. Berg og Páll Nolsøe, Tórshavn,
eina dóttur Hon var 54 cm. long og vigaði 4050 gr.
11. juli fingu Emly og Esmar Olsen, Hósvík, ein son.
Hann var 54 cm. langur og vigaði 3400 gr.
12. juli fingu Elkin og Niels Hansen, á Glyvrum, eina
dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3700 gr.
13. juli fingu Bjørg Schiller Jacobsen, Tórshavn og
Jóannis Petersen, Kollafjørður, eina dóttur. Hon var 54
cm. long og vigaði 3635 gr.
8. juli fingu Noomi og Karl Gregersen, Syðrugøta,
ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4250 gr.
Stóribeiggin eitur Salomon og lítlibeiggin eitur Ísak
9. juli fingu Elin Lorenzen og Nølli Linklett, Klaksvík,
eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3950 gr.
Prógv
Tann 7. juli tók Margretha Toftheyggj í Hvalba, prógv sum heilsurøktari á Esbjerg Sosial og Sundhedsskole.
30. juni hevur Hanne Maria Yri (Haahr) Signabøur, lokið prógv sum lækni á Københavns Universitet.
Durið Jacobsen, Fuglafjørður, fingið lærara útbúgvingina á Skive seminarium 23. juni.