sunnudagur 16. juli 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 14. juli 2006
13
Kistan við Pætur Frank
lin Sørensen í Klaksvík
fer av kapellinum á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi
í kvøld kl. 18 heim í
Kristianskirkjuna. Jarð
arferðin verður leygar
dagin kl. 13.30.
Tey, ið vilja minnast
Pætur Franklin kunnu
lata Norðoya Ellis- og
Vistarheimi eina gávu.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Góða Poula !
Vit øll Vesturi í Bø 5
ynskja tær hjartaliga tillukku
við 80 ára føðingardegnum,
og vilja vit takka tær fyri
alt tú ert og hevur verið
fyri okkum. Fyrst takki eg
tær fyri Hans, Harranum
fyri okkara elskaðu børn og
svigerson. Tú hevur verið
ein góð vermóður at átt
hesi 30 ár. Eg kann minnast
frá barni av, hvussu tú vart
um tíni, mann og synir og
øll tey sum komu á gátt hjá
tykkum.
Í heimi tykkara fór mangt
fram, vóru gardinurnar fyri í
stovuni var heimabiografur,
sunnudagsskúlablaðið
“
Vitin“, sum Hans og Jógv
an á Lakjuni góvu út, bleiv
prenta uppi á loftinum og
sjónvarpsantennur
blivu
settar á takið. Kettur og
fuglar høvdu tit eisini og
ikki at forgloyma tíkina
Heidi, sum tit vóru sera
góð við. Alt hetta last tú um
teg ganga. Ja, tað eru mong
ung sum hava sitið væl inni
hjá tykkum og nýtt tykkara
gestablídni.
Jákup fór bara alt ov tíð
liga frá okkum, vit hava
eisini nógv at takka honum
fyri. Hann gleddist so nógv
um tykkara fyrstu ommu-
og abbabørn Bjørg og
Rógva, tað var einki óført,
tá tað kom til tey, tey vóru
11 og 9 ár, tá hann bleiv
tikin frá okkum, Jákup og
Petur vóru tá bert 5 og 6
mánaðir gamlir. Tey eru nú
átta í tali: Pauli, Helgi, Pól
og Poula eru komin síðani.
Bjørg tann elsta og Poula
tann yngsta. Sum tú plagar
at taka til, standa varðarnir
eftir hann sum tann góði
hondverkarin hann var.
Hann náddi at byggja tykk
ara synum: Hans, Poul
Jákup og Øssur hús, sum
øll standa í Fuglafirði, so tú
hevur øll rundan um teg. Tú
hevur klára teg ótrúliga væl
nú skjótt 18 ár eru liðin.
Tú hevur lagt alt í Harrans
hendur.
Barnaárini vóru eisini
svár hjá tær, góða Poula,
pápa tín misti tú bert 10
ára gomul, árið framman
undan systir tína Judith,
bert 3 ára gomul og Mariu
sum 25 ára gomul. Tit vóru
11 syskin, og eftir eru 5,
Jóhannes og Judmund
Øregaard, Rosa Eldevig og
Robert á Lakjuni, sum býr
í barnaheiminum niðri á
Lakjuni.
Sjálvt um tú nú fyllir 80
ár, vilt tú klára teg sjálv,
trúut hevur tú altíð verið.
At koma inn á gólvi hjá
tær er altíð hugnaligt, tú ert
altíð klár við einum kaffi
munni og onkrum heima
bakaðum afturvið. Altíð
hevur tú gingið høgt uppí
mat, vit gloyma ikki tær
vælsmakkandi
frikadell
urnar og blóðpylsurnar og
annan góðan føroyskan
mat, tú sendi til okkara, tá
vit búðu í Danmark. Allar
hosurnar tú hevur bundi og
bindur enn uppá tíni, tað fer
ongin føðingardagur forbí
uttan mannfólkini fáa eitt
par av hosum í pakkanum
við einari fittari heilsan
við.
Hetta er bert ein partur
av øllum. Tú ert ein guds
óttandi kvinna, trúføst kom
in í Siloa, so trúføst at um
tú ikki ert á møti, so verður
ringt og spurt “Er nakað í
vegin Poula ?“ Hetta biði
eg eftir, at vit kunnu bera
víðari. Tú kanst gleðast
um tað, at øll tíni hoyra
Harranum til.
Poula, eg fari enn einaferð
at ynskja tær hjartaliga
tillukku, og mátti Harrin
styrkt teg og givið tær ein
góðan byrð framyvir.
Tær allar bestu heilsanir
frá okkum øllum Vesturi
í Bø 5 og á Kirkjuvegi 8
Ein heilsan til abba nú
hann fyllir 85 ár.
Góði abbi, eg vil hervið
skriva nøkur orð til tín, nú
tú fyllir 85 ár.
Tað eru nógv minnir,
sum koma framfyri meg,
tá eg hugsi um teg abbi, og
ølleru tey góð. Eg minnist,
tá eg sum smágenta og
sum ung genta plagdi at
koma norður til Leirvíkar
at vitja teg og ommu. Eg
var hjá tykkum hvørja ein
astu feriu og eisini ofta í
vikuskiftinum, og tað var
altíð gott at verða har.
Tú hevur altíð dámt væl
at arbeiða, og altíð hevur
tú stákast við okkurt í frí
tíðini. Tað eru ikki smáting,
tú hevur avrikað gjøgnum
árini, og alt tað túhevur
gjørt, hevur tú gjørt so
grundiga, aldri nakað hálv
gjørt. Tú hevur altíð lært
okkum, at ”man kann alt,
bara man vil”.
Tað, sum eg minnist, er
ikki so nógv av teimum
85 árunum, tú nú hevur
livað, men mær er fortalt,
at tað ikki altíð hevur verið
so lætt. Tú hevur, eins og
mangir menn á tínum aldri,
mangan stríðst og strevast,
og mangan var tað smáligt
við pengum. Men hettar er
alt áðrenn mína tíð.
Øll sum kenna teg, vita
um tín forkærleika til Ís
land, og tey fólkini tú kennir
har. Og hettar eru fólk og
eftirkomarar hjá teimum tú
lærdi at kenna, tá tú vart til
lands í Íslandi fyri mongum
árum síðani.
Tá eg skrivi nakrar reglir
til tín abbi, so kann eg ikki
lata verða við at nevna títt
andaliga lív eisini, tí tað
er ein so stórur partur av
tínum og ommusa lívi. Tit
hava aldrin skammast av at
hoyra Harranum til. Og tað
sæst so týðuliga á tykkara
livihátti. Hjá tykkum hevur
Bíblian altíð ligið frammi
og altíð verið lisin, og tað
er líka so náttúrligt sum
maturin á borðinum. Og
so hava tit bæði altíð verið
trúføst í samkomuni Hebron
í Leirvík, og eru tað enn.
At koma inn til tykkum
er altíð gott. Blíðskapur
og
hjartalag
sermerkir
tykkara heim. Man kem
ur aldrin á gátt, uttan at
omma borreiðir við heima
bakaðum og einum góðum
drekkamunni. Og abbi er
altíð so blíður, og honum
dámar so sera væl at tosa
við gestir.
At øll kenna seg væl í
heimi tykkara, kann eingin
ivi vera um. Aldrin havi
eg vita eitt heim, hvar so
nógv fólk koma á gátt,
sum hjá tykkum. Tað er
ikki ein dagur, har ikki
fleiri fólk hyggja inn til
tykkum, og hettar dámar
tykkum jú so væl. Serliga
nú hvar tit eru vorðin eldri
bæði tvey, og ikki koma so
nógv út longur, so er tað so
hugnaligt at fáa gestir, og
at frætta nýtt.
Abbi, nú ert tú 85 ár, og
sum tú sjálvur plagar at
siga, so er likamið nógv
viknað. Tú ert vorðin eldri,
og tú orkar ikki so nógv
longur. Men tó fert tú av
og á ein lítlan túr yvir í
Eldrasambýlið,
har
tú
vitjar og kanst tosa við fólk
tú kennir, og tað dámar tær
so væl.
Dagurin í dag, er bæði
tín 85 ára føðingardagur, og
so skal Filip, abbasonurin,
eisini giftast í dag, so hetta
er av sonnum ein gleðis
dagur.
Góði elskaði abbi, eg
vil enda við at ynska tær
hjartaliga tillukku við føð
ingardeginum, og má Harr
in signa teg og ommu so
ríkiliga framyvir eisini…
Kærar heilsur
abbadóttir
Poula Mohr 80 ár
15. juli 2006
Theodor Eliasen 85 ár
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og
hjálpsemi, tá kæra kona mín, mamma, vermamma,
omma, langomma og systir okkara
Elsebeth (Ebba) Jacobsen
Miðvágur
doyði og varð jarðað.
Takk fyri uppringingar, blómur, kransar
og peningagávur til Skandinavisku Barnamissiónina.
Takk til Dánjal á Dul Jacobsen og Thomas Juul Askham
fyri góð orð.
Takk til Theodor Petersen fyri vakran sang
og Anfinn Hansen fyri spæl.
Ein serstøk tøkk til tykkum á Ellis- og røktarheiminum
í Vágum, ið vóru um hana.
Hjartans tøkk til øll tykkum, ið á ymiskan hátt veittu
okkum hjálp til jarðarferðina og til ervið.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til gravar.
Familjunnar vegna
Ludvig, Jacobina, Kirstin, Hans Anthon og Lona
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu,
tá ið kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Hjørdis Djurhuus
Tórshavn
andaðist og varð jarðað.
Vegna tey avvarðandi
Kristin, Malan, Annika, Tormóður og Hjarnar
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum á ymsan hátt
gleddu meg á áttati ára degnum 3. juli.
Bestu heilsanir
Maja Olsen