sunnudagur 16. juli 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 134 - 14. juli 2006
Sunnudagin 16. juli fyllir
Birgar Johannessen í Havn
60 ár.
Birgar er havnarmaður
við stórum H, ið eftir
hondini er vorðin ein slags
magistari í havnarsøgu.
Navnið Birgar verður
ofta sett í samband við
tónleikasendingar í útvarp
inum og stórar framsýning
ar við gomlum myndum og
annars øllum frá Dandy-
tyggigummi
til
Valor-
petroleumsovnar.
Hann
samlar t.d. upp á modell
bilar,
grammofonplátur,
plakatir og nógv ymiskt
annað.
Eitt sum eyðkennir tað
sum Birgar fæst við, er at
tað hevur so stóran áhuga
millum fólk. Á hansara fram
sýningum hava tey vitjandi
ofta hug at gloyma seg sjálvi
burtur í tí tey síggja, tí har
er so nógv ymiskt, sum fær
tey at minnast aftur á farnar
dagar.
Nógv av tí sum hevur
verið frammi á hesum fram
sýningum kemur skjótt út í
eini havnarleksikon undir
heitinum “Tórshavnar al
frøði”. Talan verður eitt
stórt
upp slagsverk
við
øllum upp lýsingum um
alt sum hevur gingið fyri
seg í Havnini frá 1900 til
1970. Har fer at bera til at
leita fram t.d. hvør hevði ta
fyrstu barberstovuna í havn,
hvar hon var og síðan fylgja
søguni hjá øllum barber
stovunum fram til 70-ini.
Somuleiðis verður gjørt
við t.d. handlum, kioskum,
bakarum, ítróttarfeløgum,
samkomum og stovnum av
ymiskum slagi.
Slíkt arbeiði er sera tíðar-
og orkukrevjandi. Men
við tí ídni og ágrýtni sum
Birgar sýnir og við sínum
væl skipaða og greiða
arbeiðsmáta, er einki at
ivast í, at hetta verður ein
fongur hjá Havnini, serliga
av tí at tilfarið grýpur inn í
alla mentanina hjá býnum.
Birgar hevur savnað nógvar
túsund myndir, so tað
verður eitt sera spennandi
upp slagsverk.
Birgar er eisini fótbólts
áhugaður. Í enskum fótbólti
er tað Liverpool og í før
oyskum fótbólti er tað
B36, sum standa hansara
hjarta næst. Til nógv av
tiltøkunum hann hevur
skipað fyri, fer ágóðin til
ungdómsarbeiði hjá B36.
Hann er eisini eitt av trú
føstu viðhaldsfólkunum hjá
felagnum.
Í samband við fótbólt
kunnu vit eisini nevna, at
tað var Birgar sum í sín
um arbeiði við at leita í
gomlum bløðum á Lands
bókasavninum fann fram
til sjálvan dagin í 1904,
tá Havnar Bóltfelag varð
stovnað.
Tað er einki dulsmál, at
Birgar hevur ein serligan
tokka til 60-ini. Hann sigur,
at hetta tíggjuáraskeiðið fer
altíð at vera nakað heilt
serligt.
Birgar er útbúgvin skriv
stovumaður og koyrdi í
fleiri ár hýruvogn í Auto.
Frá 1985 til fyri nøkrum
árum síðan arbeiddi hann
sum
skrivstovumaður
og bókhaldari hjá Smyril
Line.
Hann er yngst av teimum
7 børnunum hjá Jacobinu,
f. Christiansen, av Signabø,
og
Fritleif
Johannesen
í Havn. Birgar búði tað
mesta av sínum barnaárum
yvir í Ovaru Lon, har hann
flutti sum 3 ára gamal.
Systkini hjá Birgari eru:
Petur, sum doyði fyrr í ár,
Karl, sum búði í Íslandi
og doyði í 1993, Brynhild
Rasmussen, Emmely Forná,
sum doyði í fjør, Iris Peter
sen og Leivur Johannessen.
Birgar er giftur Elsu, f.
Pállson úr Havn. Tey búgva
á Norðasta Horni og eiga
trý børn: Bjørg, Teitur og
Marin, sum øll búgva í høv
uðsstaðnum. Elsa og Birgar
eiga 7 barnabørn, 6 gentur
og ein drong.
Vit á Sosialinum hava
stóra frægd av at samstarva
við Birgar og ynskja hon
um hjartaliga tillukku við
føðingardegnum og góða
eydnu
við
Tórshavnar
alfrøði, sum hann hevur
lagt so nógva orku í.
Føðingardagin
heldur
Birgar saman við familj
uni.
m.
nøvn
Birgar Johannessen 60 ár
Dagurin
15. juli. Ápostlarnir skiljast. Miðaldar søgn sigur frá,
at á hesum degi fóru ápostlarnir hvør í sína ætt at gera
eftir boðum Jesu (matt. 28, 19). Tummas og Bartolomeus
fóru eystureftir, Símun og Matteus suðureftir, Filipp us
og Judas Taddeus norðureftir og hinir lærusveinarnir
ymsar vegir. Søgan sigur eisini, at áðrenn teir skiltust,
settu teir saman ápostólsku trúarjáttanina.
16. juli. Súsanna. Í apokrýfisku bókunum verður sagt
frá, at Súsanna, kona Jójakims í Bábel, varð løgd undir
ótrúskap, men varð bjargað av profetinum Dánjali.
Súsonnuvísa varð kvøðin í brúardansi í Føroyum.
Navnið er hebráiskt og merkir lilja.
17. juli. Aleksius, deyður umleið ár 430. Hann var
sonur ein rómverskan senator, men fór ungur heimanífrá
og livdi sum biddari og kristin prædikumaður í 17 ár.
Hann kom heim aftur og livdi onnur 17 ár sum biddari
fyri durunum hjá pápa sínum. Eftir deyðan varð
hann skírdur halgimenni. Hann liggur jarðaður undir
Pæturskirkjuni. Navnið er ein stytting av Alexandros,
ið merkir verndarmaður.
Silvurbrúdleyp
11. juli høvdu hjúnini Elsuba og Petur Petersen á
Viðareiði silvurbrúdleyp. Dagurin varð hildin í
Barcelona, Spania.
Leygardagin 15. juli halda Petsy og Thormóð Nielsen,
Skopun, silvurbrúdleyp. Veitslan verður í Samljóð kl.
19.00.
Brúdleyp
Í dag 14. juli giftast í Eiðis kirkju Nina Durhuus, Eiði
og Rógvi Fossadal, Haldarsvík. Veitslan verður fyri
innbodnum á Hotel Eiði kl. 18.00.
Leygardagin 15. juli kl. 15.00 giftast í Betesta í
Klaksvík, Kristina Hallursdóttir Laksáfoss, Klaksvík
og Filip Jónson Eliasen, Tórshavn. Veitslan fyri inn
bodnum verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00.
Leygardagin 15. juli kl. 15.00 giftast í Nordfjoreid
kirkju í Noregi, Heidi Beate Erviksæter og Thomas
Poul Reines Hals, sonur Elsebeth Reines úr Fuglafirði
og Per Eirik Hals. Brúdleypsadr.: Erviksæter, 6776
Skjølsdalen, Noreg.
Leygarmorgunin 15. juli kl. 9.00 giftast í Havnar
kirkju Katrin J. Lindberg og Rúni Hansen, Tórshavn.
Morgunmatur verður fyri innbodnum í Listaskálanum
millum kl. 10.00-12.00.
Leygardagin 15. juli kl. 14.00 giftast í Býráðshølinum
í Tórshavn, Durita Müller, Tórshavn og Arnfinn
Gudjónsson, Klaks-vík. Veitslan verður í Pálsstovu kl.
18.00.
Leygardagin kl. 14.00 giftast í Siloa í Fuglafirði, Daysie
Johannesen, Fuglafjørður og Róðin Thomsen, Hvalba.
Dagurin verður hildin fyri innbodnum á Hotel Hafnia.
70 ár
Mánadagin 17. juli verður Ingrid Mikkelsen, Vágur, 70
ár. Dagurin verður hildin leygardagin 15. juli kl. 19.00
í Billiardhúsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.
75 ár
Sunnudagin 16. juli verður Tróndur Eysturstein, Leirvík,
75 ár. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17.00.
80 ár
Leygardagin 15. juli verður Poula Mohr, Fuglafjørður,
80 ár. Dagurin verður hildin heima millum kl. 10.00-
15.00.
90 ár
Mánadagin 17. juli verður Alfred Magnussen, Vágur,
90 ár. Tey, ið vilja heilsa upp á Alfred, eru vælkomin
millum kl. 14.00 og 20.00.
Í døgunum 26.-30. juni vitj
aðu 18 donsk yrkismynda
fólk í Føroyum.
Tey eru limir í Dansk
Fotografisk Forening og
hava fingið stuðul til at
kanna kunst á ein annarleiðis
hátt. Hesi myndafólkini
hava fyrr verið í øðrum
londum í somu ørindum,
og hesaferð valdu tey so at
koma til Føroyar.
Tað vóru føroysku mynda
menninir Per á Hædd og
Jørgen Lützen, sum skipaðu
fyri ferðini. Jørgen Lützen
sigur,
at
myndafólkini
vóru so bergtikin av vakar
leikanum í Føroyum, at
fleiri av teimum ætla sær at
koma aftur hendan vegin.
Hann sigur, at tey tóku
umleið 50 túsund myndir,
meðan tey vóru her.
Myndafólkini
vitjaðu
nógvastaðni í Føroyum og
vóru sera hugtikin av listini
í føroysku kirkjunum.
Myndafólk vitjaðu:
Tóku 50 túsund myndir í Føroyum
Jørgen Lützen (uttast
til vinstru) saman við
teimum 18 donsku
yrkismyndafólkunum.
Maðurin í ljósum klæðum
(nr. 4 frá høgru) er Lars
Grunvald, hann er beiggi
sjónleikaran Morten
Grunvald, sum m.a. er kendur
frá Olsen Banda filmunum
Mynd: Jens Kristian Vang