Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 16. juli 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 14. juli 2006 15 tíðindi Eitt grundleggjandi evni, ið stóð síðst á fundar­ skránni, var ein betri og sterkari samstarvsleistur millum Føroyar og Evropa Samveldið. Tíðinda­fund­ur­ in varð seinkaður nakað nógv og var orsøkin helst tann drúgva viðgerðin, sum hetta síðsta málið hevur fingið. – Hetta síðsta málið er fløkt og kravdi drúgva við­ gerð, segði Jóannes Eides­ gaard, løgmaður. Mark­n­ aðaratgongd Før­oya til ES- marknaðin hevur uttan iva havt nógv at siga fyri føroyska partin. Av ítøkiligum úrslitum úr fundunum kann nevn­ ast, at kvotan fyri pilkaðar rækju hækkar við 3.000 tonsum, úr 3.000 upp í 6.000 tons. Hækkingin fer fram í stigum, soleiðis at 1. januar 2007 hækkar hon við 1000 tonsum og síðan 1000 tons um árið fram til 2009. Treytin er, at føroysk virki gagnnýta kvotuna. Áður hevur fryst hýsa verið tollað við 7,5 %, tá ið hon er komin inn á ES- marknaðin, nú verður hes­ in útflutningurin púra fríð­ ur fyri toll og er sostatt komin á listan yvir fiska­ vørur, ið kunnu flytast inn tollfrítt á ES-marknaðin. Fyri fiskafóður verður sama kvotan galdandi, hon er á einans 10.000 tons. Á fundinum var eingin semja funnin á hesum máli, før­ oyska ynskið var ein hækk­ ing uppá 50.000 tons. Men arbeiðast skal fram ímóti eini loysn. Næsti fund­urin hjá felags­nevnd­ini ES- Føroyar verður kom­andi ár. – Nú er vilji vístur at taka hetta málið í álvara, so vónandi taka vit tað upp á komandi fundinum. Víðkan av samstarvið millum Føroyar og ES Kanska týdningarmesta evnið á fundinum var fram­ tíðar samstarvið millum Føroyar og ES. Uttan iva hevur tað altstóran týdn­ ing at koma fram at ES- mark­n­aðinum og teimum møgu­leikunum sum liggja í ES-kervinum. Løgmaður ásann­aði, at støðan ikki er heilt nøktandi við tað, at vit ikki eru í EFTA og ei heldur í ES. – Vit eru stødd í einum ongamannalandi, sum ger tað trupult hjá ES at definera okkara støðu. Einastu samstarvshátturin við ES frammanundan er fiskivinnusamráðingar og so teir avmarkaðu handils­ sáttmálarnir. – Jú, tað er trupult at standa uttanfyri. Men eg meti tað ikki hava stór­veg­ is mun um ein er partur av ríkisrættarligu støðuni ella ikki, svaraði løgmaður tí eina spurninginum. Hann peikaði á, at nú er gongd komin á arbeiðið, á em­ bætismannastigi, við at betra um viðurskiftini. Men støðan, har vit eru stødd í einum statsligum ongamannalandi, ger hetta trupult at samráðast við ES. – Teir vilja hava loysnir, sum teir kenna fram­man­ undan, staðfesti løgmað­­ur. Afturat einum tættari sam­ starvi við ES er talan eis­­ini um útbúgvingar- og gransk­ ingarøki serliga við­kom­ andi. M.a. eru før­oysk­ar granskingarætlanir bundn­ ar at einum tættari sam­ starvi við ES-lond. Matthew Balwin, sam­ ráð­ingarleiðari hjá ES- nevndini, var væl nøgdur við ein stak positivan fund, sum hann orðaði seg. – Vit skulu framyvir leita eftir teimum praktisku og ítøki­ ligu fyrimununum og ikki bara enda í tí teoretiska, fyri at náa fram til tað rætta modellið. Eitt stig á leiðini Samráðingarleiðari vegna føroyska partin og deild­ar­ stjóri á Uttanríkisdeildini, Herluf Sigvaldsson, metti hetta vera eitt stig á leiðini til eitt betri samstarv við ES. Men fyri framman er eitt stórt arbeiði, ið skal gerast bæði á embætisligum og politiskum stigi. Í gjár var tíðinda­ fundur úti í Tinganesi í sam­­bandi við, at felags­nevndin ES- Føroyar hevði havt árliga fundin. Fundurin er tann 14. í røðini hjá felags­nevnd­ ini, sum umsitur handilssáttmálan millum Føroyar og ES. Ítøkiligu úrslitini, ið spurdust burturúr høvdu við tað fiski­ vinnuliga at gera Fundur Johan Jacobsen johan@sosialurin.fo Matthew Baldwin, samráðingarleiðari fyri ES-nevndina, Herluf Sigvaldsson, stjóri á Uttanlandsdeildini, og Jóanes Eidesgaard, løgmaður Fundurin er tann 14. í røðini hjá felagsnevndini, sum umsitur handilssáttmálan millum Føroyar og ES. 14. fundurin hjá Føroyar-ES felagsnevndini Samstarv millum Føroya og ES