sunnudagur 16. juli 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 14. juli 2006
16 tíðindi
Í hesum døgum
vitjar fuglfirðingurin
Atli Ellendersen
í Føroyum. Hann
hevur búð í Brasiliu
síðan 1989, har hann
er professionellur
violinspælari.
Sosialurin hitti
hann til eitt prát
um tónleik, Brasilia,
føroyska málið,
útlegd og sjálvandi
fótbólt og samba
SUMMARGESTUR
Orð/myndir:
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
– At byrja sum 15 ára
gamal at spæla violin er
10 ár ov seint. Men eg havi
altíð verið ein droymari,
sigur Atli Ellendersen við
einum brosi, ið prógvar, at
dreymar kunnu gerast til
veruleika.
– 14 ára gamal vildi eg
sleppa at læra at spæla
klaver, men tað var eingin
lærari burtur av í Fuglafirði
um tað mundið, greiðir
Atli frá. Sum ungur spældi
hann althorn og trombon í
Fuglafjarðar Hornorkestri.
Hann minnist serliga ong
lendingin John Carr og
landsmann hansara Owen
Stanesby, ið leiddu horn
orkestrið og undirvístu í
bygdini um tað mundið.
Serliga tann seinna minnist
Atli sum eina sanna íblást
rarkeldu, sum ikki bert
lærdi hann at spæla klaver,
men so sannniliga eisini
eggjaði honum og hansara
vinmonnum at elska og
virðismeta alla list. Tónleik,
málningalist og skaldskap.
Helst hevur tað verið
hetta, ið eggjaði Atla at fara
at spæla violin, og hann
avgjørdi at læna eina frá
Frits Johannesen.
Hóast Atli ongantíð hevur
roynt seg sum rokktón
leikara, so var dreymurin
har, og hann minnist hvussu
hann
sum
smádrongur
plagdi at síggja upp til
mammubeiggjan Stanley,
tá hesin plagdi at spæla við
Silly Boys. Men hann valdi
tann klassiska vegin.
– Tað var ótrúligur munur
her á bygd og í Havn. Eg
sang í kóri og spældi í horn
orkestri. Vit hoyrdu um
Tórshavnar musikkskúla,
sum var tað heilt stóra fyri
okkum, sigur Atli.
20 minuttir
avgjørdu lívið
Í 1977 flutti Atli til Dan
markar at ganga í skúla, og
har fekk hann undirvísing í
fiólspæli hjá Arna Svendsen
úr tí tiltiknu Den Danske
Kvartet.
– Tað er honum fyri at
takka, at eg fór at spæla
violin, greiðir Atli frá og
leggur afturat, at hóast tað
kann ljóða løgið, so føldi
hann, at tað helst var fiólin,
ið hann lættast fór at kunna
liva av.
At byrja at spæla violin,
tá ein fer í studentaskúla,
er sum nevnt ikki heilt
vanligt, men umstøðurnar
á skúlanum vóru góðar, og
Atli vandi fýra tímar hvørt
kvøld. Tá skúlatingini vóru
gjørd, fór hann at venja
klokkan hálvgum átta og
gavst ikki fyrr enn hálvgum
tólv um kvøldið.
– Eg arbeiddi sum ein
hestur ta tíðina, fortelur
Atli.
Seinni flutti hann til Keyp
mannahavnar, har hann m.a.
undirvísti, og í 1982 byrjaði
hann á Musikvidenskabeligt
Institut í sama býi, hóast
hann ikki beinleiðis hevði
ætlanir um lesa tónleika
vísindi.
Á heysti sama ár fekk
hann tó ein gyltan møgu
leika. Svendsen helt, at Atli
átti at farið til Wien ella
táverandi Leningrad at læra
meira um fiólina, men júst
tá varð meistaraklassi við
undurbarninum Max Rostal
boðir út í Sveis. Atli fór
til upptøkuroynd og slapp
gjøgnum nálareygað.
– Mítt lív bleiv avgjørt
upp á hesar 20 minuttirnar,
tá eg spældi fyri honum har,
greiðir Atli frá. Rostal var
tá 78 ára gamal og roknaður
sum ein tann størsti tón
leikanámsfrøðingurin í 20.
øld.
– Tað tók mær eitt heilt
ár at koma yvir hetta, tí
øll 6 árini hugsaði eg, at
Arne Svendsen sjálvur altíð
hevði ynskt at sloppið at
spælt hjá Rostal, men hevði
ikki møguleika til tað.
Tað var torført hjá einum
fuglfirðingi, ið byrjaði at
spæla violin sum 15 ára
gamal at sodna hetta, sigur
Atli um tíðina hjá Rostal.
Orkestrið í kreppu
Árini 1983 til 1987 búði
Atli sostatt í Bern í Sveis.
Í 1987-89 var Atli tó aftur
í danska høvuðsstaðnum,
har hann royndi seg í
Danmarks Radios Sym
foniorkester, DR’s Under
holdningsorkester, Sjæl
lands
Symfoniorkester,
og Hälsingborgs Symfoni
orkester í Svøríki.
Í Bern var tað tó runnið
saman millum Atla og táver
andi konu hansara. Hon var
úr Brasilia, og var hetta
helst ein av orsøkunum til,
at lívsleiðin hjá Atla gekk
tann vegin. Tað ikki ætlanin
at flyta til hetta stóra land
ið í Suðuramerika, men
tey vórðu boðin við í eitt
kamarorkestur, sum í áttati
árunum varð roknað sum
eitt tað frægasta og best
lønta í Brasilia.
Tað gekk tó ikki heilt eftir
vild, tí í 1990 varð nýggjur
forseti valdur í Brasiliu,
sum setti ymsar lógir úr
gildi, ið góvu listafólkunum
góðar sømdir. Atli sigur, at
onkrar av hesum lógum
helst blivu misnýttar. M.a.
vórðu listafólk helst ofta
biðin um at skriva undir,
at tey høvdu móttikið eina
millión frá ávísum fyri
tøkum, men fingu tó bert
eina hálva. Fyritøkurnar
kundu so draga hetta frá
í skatti, greiðir Atli frá.
Forsetaskiftið førdi sostatt
við sær, at kamarorkestrið
kom í kreppu, sum kortini
samstundis førdi við sær,
at hurðar vórðu latnar upp
uttanlands, og Atli kom
sum tónleikari til býir sum
Salsburg, Prag, Breno og
Saarbrücken og Karlsruhe,
har hann m.a. tók tvær
fløgur upp í einum tí
flottasta upptøkuhølinum í
Týsklandi tá, minnist Atli.
Kamarorkestrið varð upp
loyst, av tí at teir flestu
limirnar búðu ov langt
frá hvørjum øðrum, og
at flutnings- og hotellút
reiðslurnar tí blivu ov høg
ar.
Atli varð tó seinni sátt
málasettur í einum øðrum
kamarorkestri, sum hevði
eitt kamarorkestur afturat
Fuglfirðingur brasilskur yrkis