Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 16. juli 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 14. juli 2006 17 tíðindi Hóast Atli hevur útiseti í nógv ár, kennir hann seg enn sum føroying. Umframt at vitja javnan aftur, so lesur hann føroysk tíðindi á netinum hvønn dag, og av tí at Brasilia er 4 tímar aftan fyri, sær hann Dag og viku hvørt kvøld klokkan 20. – Fólk siga onkuntíð, at veit betur enn tey, hvat hendir, flennir hann. Harumframt brúkar hann Skype at tosa heim við. – So nú vantar bara, at flog­ ferðaseðlarnir lækka, sigur Atli, sum tó er skjótur at leggja aft­ urat, at tað verð­ur neyvan í hans­ ara tíð. Spurdur, um hann við fáum orðum kann lýsa høv­uðsmunin millum Brasiliu og Føroyar, sigur Atli: – Støddin og veðurlagið! – Tað, sum tú kanst blíva bilsin av í Brasilia er, hvussu væl sumt riggar, og hvussu illa annað riggar, sigur Atli. Hann nevnir m.a. ta nýmótans tøknina í Brasilia, sum hevur ført við sær, at landið sjálvt framleiðis sínar bilar, fram­leiðir flogfør og er sjálvt ført fyri at byggja stórar byrgingar. Tilfeingi er nógv, eis­ ini heilatilfeingi. – Landið er so fjølbroytt, og har finnast bæði flogvit og trupul­leikar, ið innibera, hvussu fólkaskúlin skal rigga. Atli váttar, at trupul­leik­arnir við ógvusligum kriminaliteti eru til staðar, men at hetta tíbetur ikki er nakað hann hevur merkt nógv til. Atli verður sjálvandi eisini spurdur um samba og fótbólt, og somuleiðis her váttar hann, at hetta eisini er Brasilia, men at hetta helst merkir gerandisdagin hjá brasilianarum eins nógv, og hjall­arnir við fiskateyggjum millum føroysk hús, sum ferða­ fólk tó er skjótt at gáa um og avmynda. Tað er ein partur av Brasiliu, men sjálvur sigur hann seg dáma fótbólt betur enn fleiri brasilianarar, hann kennir, men at hetta eisini er eitt slag av familjuvinarligum ítrívi, og at hann eisini viðhvørt hevur bæði børnini við til dystir. Spurdur, hvør høvuðs­broyt­ ingin á Føroyum er frá tí hann flutti í mun til í dag, sigur Atli, at tað er týðiligt, at Føroyar eru vorð­nar ríkari. – Nú snýr tað seg ikki bara um tak yvir høvdið, men tað skal eisini vera vakurt rundanum. Ment­ an­in er komin inn í um­hvørvið, heldur hann og nevnir eitt nú Viðareiði og heim­bygdina sum vakrar bygdir, men hann heldur tó høvuðsstaðin hava munin. Útisetin Atli Ellend­ ersen viðgongur, at tá tað ræður um føroyskt mál, er hann rættiliga radikalur Tann víðfarni fuglfirðing­ urin býr í høvuðsstaðnum Curitiba í tí triðsyðsta statin­um í Brasiliu, Parana, sum liggur í 1000 metra hædd har eini 2-3 miliónir búgva. Atli sigur seg altíð hava verið áhugaður í máli, og lærdi seg portugisiskt í Sveis, so tað var eingin trupulleiki við málinum, tá hann flutti til Brasiliu. – Hevði eg ikki verið farin tónleikavegin, so hevði eg helst valt málvegin, sigur Atli, sum í fólkaaskúlanum fekst nógv við tey norður­ lendsku málini og í stu­ dentaskúlanum fór undir latín og franskt við fullum huga. Í fyrstuni tosaði hann og unnustan týskt, men eftir eini trý ár tosaðu tey portu­ gisiskt saman. Atli hevur eisini tikist eitt sindur við russiskt og íslendskt og kann í sama viðfangi ikki bara sær at fortelja eina søgu um, hvat máláhugi kann føra til. – Beint eftir at eg var komin til Brasiliu undirvísti eg einum 10 ára gomlum dreingi. Hann tímdi ikki so væl og gavst skjótt. Fyri tveimum árum síðani kom ein ungur maður til mín eftir eina konsert og spurdi, um eg kendi hann, sigur Árni, ið helt seg ørminnast okkurt. Tá var tað hesin drong­ urin, sum hevði búð í Grikkalandi í nøkur ár, men sum var komin aftur til Brasiliu. Hann spurdi Atla, um hann var føroyingur, tí hansara passión var ís­lendskt, so hann elti ofta Atla eftir hetta, flennir Atli um hendan unga brasiliu­ mannin, sum í Grikkalandi hevði fingið áhuga fyri íslendskum, og nú royndi at fáa ein føroying at læra seg tað. Børnini duga føroyskt Hóast nógv á ár í útlegd er Atli ikki farin av málinum, og á orðavalinum hoyrist ikki, at hann er útiseti. Orð sum ”burðardyggur” og ”sam­leiki”, ið als ikki vóru til, tá hann flutti úr Føroyum í sjeytiárunum, flúgva úr munninum á honum, og hann er sannførdur um, at mál­ið hevur størstan týdn­ ing fyri føroyingar. – Liviumstøðurnar í Før­oy­um fram til kríggið gjørdu tað torført at yvirliva, sigur Atli og vísir á tað fantastiska í, at føroyingar við sínum andaliga tilfeingi eiga fleiri hillar av kvæðum, sum einstaklingar kvóðu í 18. øld. – Fólk við skili fyri máli, t.d. Svabo, kolldømdu málið, men tað hevur havt nógv at siga fyri føroyska samleikan. Sjálvandi vil eg at tónleikurin skal styrkjast, men tað er upp aftur týdn­ ingarmiklari, at málið verður styrkt, tí føroyingar kunnu ikki sammetast við amerikanarar og týskarar, tá íløgur í bøkur o.t. skulu gerast, heldur Atli. Hann viðgongur við ein­um smíli, at hann er radi­kalur, tá tað kemur til mál­nýtslu, og spyr hví før­oy­ingar heldur siga tað grikska ”helikopter” enn ”tyrla” ella ”biologi” og bróta fleiri ljóðreglur, tá tað ber til at siga ”lívfrøði”. So kundi vit eins væl sagt ”biology” eftir enskari úttalu, sigur Atli, og heldur hesa úttaluna líkjast meira føroyskari. Hann hevur valt at tosa føroyskt við børnini hjá sær, og tað er meira enn so komið fyri, at tey hava brúkt meira ”føroysk” orð, enn børnini ella fastrarnar í Fuglafirði. Atli mátti tó viðganga, at hann var farin dekan ov langt, tá hann heldur hevði lært tey at siga ”fjarrøðil” enn ”telefon”, tí tað segði eingin í Føroyum. Men børnini, sum tosa týskt við mammu sína, dámdu betur ”fjarrøðil”. – Mál eru kanska sum rúmd­in. Í fyrstuni kom eitt nýtt mál hvørt 10. ár, men nú hvørva tey so við og við. Tað hevur sostatt einki við mentan, men við makt at gera. Uttan mál er einki. Heldur ikki tónleikurin, tí mentanin hjá menniskjum tók seg ikki fram, fyrr enn hon fór at tosa og abstra­ hera. Spurningurin er, um menn­iskjan dugdi at byggja eini hús, áðrenn hon dugdi at siga hús, hug­ leiðir Atli og vísir á, at kanningar vilja vera við, at likamligar kanningar vilja vera við, at fortreytin fyri, at menniskjan kundi tosa var, at hon fór at ganga uppreist. tónleikari Støddin og veðurlagið gera munin Málið stóran týdning sær, og her hevur Atli rætti­liga fingið roynt seg. Í 1998 varð hann vald­ ur til konsertmeistara og listaligan leiðara í bólk­ inum. Hesa uppgávu røkti hann til 2003. Umframt at spæla í Wash­ ington, varð bólkurin eisini bjóðaður til Italia í sambandi við, at í ár 2000 vórðu 500 liðin, síðani Brasilia varð uppdagað av evropearum. Ein borgarstjóri bjóðaði teim­um við til Rom og Firenze, og m.a. skuldu tey spæla á rásini RAI. Hetta kundi tykjast ikki sørt skemtiligt, tí í fyrstu syftu varð ætlanin, at tey skuldu spæla í 10 minuttir, men tá italska rásin kom í leikin var fyrst skorið nið­ur til tríggjar minuttir og so uppaftur meira. Tað endaði við, at tey spældu ein minutt á RAI, greiðir Atli skemtandi frá. Atli er komin víða sum musikari, og umframt at arbeiða sum studiotónleik­ ari í Brasiliu, hevur Atli latið violinstreingirnar tóna í flestu norðurlondum, Týsk­ landi, Slovakiu, Kekkiu, Eysturríki, Italiu, Uruguay og USA. Týdning at spæla Atli sum er føddur í 1959 hoyrir til tað fyrsta ættarliðið av føroyingum, sum nam sær tónlistaliga útbúgving til kundi liva av hesum. Sjálvur avdúkar Atli, at tað vóru ambitiónirnar um at spæla og ikki bara at undirvísa, sum m.a. gjørdi sítt til, at Atli royndi seg uttanlands, og at tað var serliga trupult í áttatiárun­ um at koma aftur til Føroya, um tað var hetta ein ætlaði. Atli viðgongur, at hann av tí sama ikki hevur havt somu møguleikar at lagt lunnar undir musikk­ skúlaskipanina sum onnur, ið hava búð her, men hann heldur seg hava veitt sín stuðul við at hava verið her ofta og spælt og seinastu árini eisini bílagt verk frá føroyskum tónaskøldum. Atli metir tað nevniliga hava týdning – eisini fyri ein musikklærara – at hann eisini er virkin musikari, so at hann hevur bæði bein á jørðini, sum hann tekur til, og veit hvat tað snýr seg um, so alt ikki bara er ástøði. Brúk fyri yrkis­ kamarorkestri Atli fegnast um menning­ ina, sum hevur verið í føroyskum tónleiki, síðani hann fór úr Føroyum seinast í sjeytiárunum. Spurdur, hvussu vit kunnu menna tónleikalívið enn meira, sigur Atli, at hann kundi hugsað sær, at tað var eitt yrkiskamarorkestur við einum kamarkóri, sum møguliga hevði eina blásikvintett afturat sær. Hetta kundi so verið ein professionell kjarna í sym­ foniorkestrinum, sum kundi vant fyrrapartar og undirvíst seinnapartar. Eisini kundu tey ferðast kring landið og havt avtalur við útvarp og sjónvarp. Atli er nevniliga bangin fyri, at fleiri av teimum, sum vilja spæla, ikki koma heimaftur, um tey verða noydd at undirvísa ov nógv, og at tey talentini, sum verða “framleidd”, verða send á konservatoriir uttan at koma aftur í aftur, um tey verða “dømd” at undirvísa ov nógv, sum Atli tekur til. Hetta er nevniliga eitt kent fyribrigdi aðrastaðni. Atli kallar hetta ein spurn­ ing um vilja, tí at longu við 12 fólkum kanst tú gera eitt strúkiorkestur, og við eini 12-16 sangarum var nóg mikið til eitt kór. – Hetta við kórinum er upplagt, tí vit hava so sterkar kórtraditiónir í Før­ oyum, metir Atli. Harafturat grundgevur hann við at siga, at repertoire fyri strúki­orkestur er sera stórt, tí verk eru skrivað líka frá barokktíðini til dagin í dag. – Vit kunnu altíð vóna, men tað er neyvan realistiskt við einum fullmannaðum symfoniorkestri í Føroyum, og tí er tað gott sum tað er í dag, at lesandi koma afturat, sigur Atli um ta núverandi skipanina við symfoniorksetrinum. Atli fegnast eisini um sam­ starvið við Summar­tónar og føroysku tónaskøldini, og heldur tað vera impo­ nerandi, hvussu væl tann rútmiski tónleikurin klárar seg í Føroyum og metir at plátufeløg sum Tutl skuldu havt góðar møguleikar, nú leikluturin hjá teimum altjóða plátufeløgunum minkar. Somuleiðis heldur hann tað vera flott, at tað eitt nú ber til at skipa fyri einum tiltaki sum Asfalt, har einir 70 føroyskir bólkar vóru við. Til stuttleika nevnir hann at enda, at dóttir hansara, hvørs tónaoyra hann sigur seg líta á, herfyri vildi vera við, at hon hevði hoyrt Guðrun Sólju í einum super­marknaði í Brasiliu, so føroyskur tónleikur kemur víða, staðfestir Atli, sum 2. juli nýgiftur kom til Føroya. Hann skal verða pápi í november, og hetta er fyrstu ferð, at kona hansara er í Evropa. Hóast føroyskur matur ikki hevur verið borðreiddur fyri henni allatíðina, so er alt øðrvísi her, ja, sjálvt góðgætið og sodavatnið, greiðir Atli frá, tá hann roynir at lýsa munin millum Suðuramerika og Evropa. Hesa seinastu tíðina hevur hann havt framførslur á Summartónum. Hóskvøldið spældi hann í heimbygdini Fuglafirði, í morgin verð­ ur hann at hoyra í Lista­ skálanum í Havn, og mána­ dagin fer hann at vísa síni kynstur á fiólini í Norður­ landa­húsinum. Atli hevur spælir á nógvum konsertum, nú hann vitjar í Føroyum. Her situr hann í urtagarðinum hjá foreldrunum í Fuglafirði