sunnudagur 16. juli 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 134 - 14. juli 2006
tíðindi
Tað er øgiligt, sum klaks
víkingar spenna seg út fyri
at tryggja arbeiðspláss og
virksemi í Norðoyggjum.
Og í gjár gjørdu teir enn
eitt hál, sum hoyrir til tey
heilt sjáldsomu í føroyskari
fiskivinnusøgu.
Hósdagin vórðu sostatt
ikki færri enn fýra trolarar
afturat keyptir til Klaks
víkar.
Tað er Johan Páll Joen
sen og tey í Klaksvík, sum
hava keypt fýra trolarar,
sum allir annars høvdu
tilknýti til Eysturoy.
Talan eru um teir fýra
ísfiskatrolararnar, Vestur
leiki, Vestursøki, Draga
sund og Akranes, sum
klaksvíkingar
nú
hava
keypt frá felagnum hjá
Anfinni Olsen í Fuglafirði.
Johan Páll Joensen sigur,
at talan er um eina rættiliga
stóra íløgu, men hann vil
ikki siga, hvussu nógv,
skipini kostaðu.
Frammaundan eiga Jo
han Páll Joensen og tey
eisini trolararnar Smaragd
og Safir, umframt línubát
arnar Grana og Fugltúgv
una.
Sostatt eiga tey nú heili
átta fiskiskip, seks trolarar
og tvey línuskip.
Styrkja Kósavirkið
Johan Páll Joensen sigur, at
endamálið við at keypa
skipini, er at styrkja rá
vørugrundarlagið
undir
stóra
flakavirkinum
í
Klaksvík, Kósavirkinum,
sum teir eisini eiga.
– Skipini, vit nú hava,
skuldu kunna avreitt eini
12.000 tons um árið, sigur
hann í stuttari viðmerking
í fartelefonini uttanlands í
morgun.
Men hann leggur dent á,
at Kósavirkið ætlar at lata
kappingarførar prísir fyri
fiskin.
– Skipini skulu heilt av
gjørt bera seg og tað gera
tey einans við at avreiða,
har prísur fæst fyri fiskin,
sigur vinnulívsmaðurin úr
Klaksvík.
– Tí má Kósavirkið verða
kappingarført í prísi fyri at
fáa fiskin frá skipinum.
Fyrr var annars vanlig
hugsan tann, at skip og
virki máttu ikki hoyra
saman og tí var roynt av
øllum alvi at skilja skip og
virki sundur.
Men síðani heldur Johan
Páll Joensen, at fortreytirnar
eru munandi broyttar og
nú er tað næstan neyðugt,
at virki eisini hava skip
fyri at tryggja sær rávøru
grundarlagið.
– Nú er stór kapping um
fiskin, men tað var tað ikki
fyrr. Og vit hava ongar
ætlanir um, at Kósavirkið
skal fáa fiskin fyri onki,
fyri tað, at vit eisini eiga
skipini, tí sum sagt skulu
tey eisini bera seg og tí
mugu tey hava prís fyri
fiskin.
– Men við at hava skipini
sjálvi, fáa vit ikki bara
styrkt rávørugrundarlagið
undir virkinum. Vit fáa
eisini betri tamarhald á
rávørutilgonngdini, tí tað
ber til í ávísan mun at
leggja
til
rættis,
nær
bátarnir skulu avreiða.
Hugsa ov lítið um
framleiðsluna
Samstundis heldur hann, at
ov lítið verður gjørt fyri at
varðveita framleiðsluna í
landið, tí hugburðurin tyk
ist at vera tann, at tað
verður raðfest fremst at
útflyta rundan fisk.
– Hugburðurin er er tann,
at alt skal vera fullkomi
liga frítt og tí verður alt
slept leyst, uttan at hugsa
um, at varðveita eina fram
leiðslu í landinum. Hugsað
verður ov nógv um at geva
atgongd til at útflyta rund
an fisk og tí fer rundur
fiskur av landinum ístaðin
fyri at vera virkaður her.
– Tí haldi eg, at tað
verður ov lítið hugsað um
framleiðsluna á landinum,
sigur Johan Páll Joensen.
– Skulu vit tí hava nakr
an møguleika at yvirliva
við einum flakavirki, halda
vit sostatt, at tað er neyðugt
eisini at gera íløgur í
okkara egnu skip, leggur
hann afturat.
Klaksvíkingar keypt
fýra trolarar afturat
Klaksvíkingar spenna
seg út og í gjár keyptu
Johan Páll Joensen og
teir ikki færri enn fýra
trolarar afturat til
Klaksvíkar
Skipakeyp
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Fortreytirnar eru nógv broyttar og nú er tað næstan neyðugt hjá einum virki eisini at eiga skip,sigur
Johan Páll Joensen. Tað roynir hann sjálvur at liva upp til, nú í gjár ekypti hann fýra skip afturat
til Kósavirkið so at teir tilsamans nú eiga átta fiskiskip
Klaksvíngar eru av álvara farnir at staðfesta sína støðu sum
landsins fremsta fiskivinnupláss.
Tað er Kósavirkið eitt gott dømi um og menninir aftanfyri
stóra flakavirki í Klaksvík, hava hesa seinastu tíðina keypt
ikki færri enn átta fiskiskip. Talan er um tvey línuskip og
seks trolarar.
Skipini, sum Johan Páll Joensen og tey nú eiga, eru
hesi:
FAKTA
Akranes
Dragasund
Fugltúgvan
Grani
Safir
Smaragd
Vesturleiki
Vestursøki