sunnudagur 16. juli 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 134 - 14. juli 2006 ]
ÍTRÓTTUR
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
- Tað er hugaligt, at føroysku feløgini hava
staðið seg so mikið væl í Europa Cup higartil.
Todi Jónsson, føroyskur álopsspælari hjá norska Start
Nú vil
HB vinna
aftur
Álopsspælari hjá
HB er leigaður
til B68 undan
dystinum teirra
millum í Gundadali
sunnudagin. HB
hevur ikki vunnið
dyst í meira enn ein
mánað, og nú skal
Rógvi Jacobsen seta
ferð á liðið aftur
HB-B68
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
HB-liðið er svangt eftir
sigri. Síðani 21. mai hev
ur liðið spælt átta dystir,
og bert tvær ferðir hevur
tað eydnast HB at vinna.
Seinasti sigurin hjá HB
var tann 11. juni á Skála,
og tað fyri meira enn
einum mánaði síðani.
– Vit hava eitt mál við
dystinum sunnudagin, og
tað er at vinna. Tað var
sera skuffandi, at vit ikki
vunnu í Vági seinast, tí
vit høvdu alt spælið og
áttu at vunnið, sigur
Krzystof
Popczynski,
venjari hjá HB.
Til dystin sunnudagin
hevur hann væntandi
Rógva Jacobsen tøkan
til álopið hjá sær. Fyrra
partin í dag var spæli
loyvið hjá honum ikki
komið til HB, men
roknað varð við, at tað
kom í rættlag seinni á
degnum.
B68 hevur tað tungt í
botninum, og fyri viku
síðani skifti liðið venj
ara. Seinasti dysturin
endaði við javnleiki, men
hesaferð er uppgávan
munandi strævnari.
Jann Ingi Petersen
hevur leikbann til dystin
ímóti HB, men Øssur
Hansen er heima aftur,
og hann verður vætnandi
við í hópinum.
B68 hevur eisini leigað
Hendrik Rubeksen úr HB,
og hann vilja teir gjarna
brúka longu sunnudagin.
Spurningurin er bara,
um HB vil loyva B68
at brúka sín egna álops
spælara ímóti sær. Fyrra
partin fríggjadagin vóru
ikki allir smálutirnir í
avtaluni komnir upp
á pláss, men tað var í
øllum førum roknað
sum vist, at Hendrik nú
verður leigaður til B68.
Iulian Florescu
hevur vant í NSÍ,
men runavíkingar
vilja einki siga um,
hvørt hann spælir
við NSÍ sunnudagin.
Tað verða aftur fleiri
broytingar á liðnum
hja VB/Sumba
NSÍ-VB/Sumba
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Seinastu dagarnar hava
søgur gingið um, at NSÍ
leitar sær eftir styrkið til
liðið.
Venjarin
Trygvi
Mortensen váttar, at onkur
nýggjur spælari er uppá
tal.
– Enn er einki komið upp
á pláss, og eg vil einki siga,
fyrr enn tað er púra vist. Tað
kann verða, at onkur nýggjur
spælari er við sunnudagin,
segði Trygvi Mortensen
fríggjamorgunin.
Iulian Florescu, sum
byrjaði kappingarárið í
Klaksvík, hevur vant við
NSÍ, og hann skal verða ein
av teimum, sum er upp á
tal í NSÍ. Jónstein Petersen,
sum hevur spælt í vinstru,
er farin av landinum og
verður burtur eina tíð, og
tí er tað upplagt við Iulian
sum avloysara fyri hann.
NSÍ hevur annars allar
spælararnar tøkar til dystin
sunnudagin.
VB/Sumba skiftir aftur
Suðuroyarliðið í Formula
deildini er øðrvísi mannað
til dystin sunnudagin, enn
liðið var seinast.
Dan Djurhuus og Evrard
Ble høvdu báðir leikbann, og
teir kunnu spæla í Runavík,
men hinvegin hevur serbiski
verjuspælarin Dimitrij Jako
vic leikbann eftir reytt kort,
og hin serbiski spælarin er
ivasamur.
Hallur Dam Joensen verð
ur heldur ikki við sunnu
dagin, tí hann er skaddur,
og bæði Sonni Kjærbæk
og Karl Lisberg mugu sita
uttanfyri, eftir at teir fingu
skaða í dystinum seinast.
– Vit hava fingið stig í
teimum seinastu dystunum,
og eg gleði meg veruliga,
til vit hava allar spælararnar
tøkar aftur, sigur VB-venj
arin Ole Andersen.
Hýrurin er góður
í B36 eftir flotta
sigur á Malta í
vikuni, men lið hava
tað ofta trupult í
landskappingini eftir
europeiskar dystir.
Hesaferð skal B36
tó spæla ímóti liði,
sum spældi strævnan
Europa Cup dyst so
seint sum hóskvøldið
Skála-B36
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
B36 kann við einum sigri
á Skála toga seg inn á
oddaliðið EB/Streym, með
an Skála hugsar um at
sleppa leyst av botninum.
Bæði B36 og Skála hava
spælt europeiskar dystir í
vikuni, og tað plagar ofta
at merkja trupulleikar í
heimligu kappingini í næsta
dysti. Hesaferð eru bæði
liðini í somu støðu, men
B36 hevur tann fyrimunin,
at spælararnir hava hvílt
longri síðani seinasta dyst.
B36 spældi í nógvum
hita á Malta týskvøldið og
vann heili 3-0, meðan Skála
brúkti nógv orku í dystinum
ímóti Start á Svangaskarði í
gjárkvøldið.
Skála hevur skaðar
Skála kann ikki brúka
verjuspælaran
Arnhold
Berg til dystin sunnudagin,
tí hann fekk reytt kort
seiansta vikuskiftið. Mið
vallarovastin Pauli G. Han
sen gavst at spæla á Svanga
skarði hóskvøldið, og hann
hevur ein skaða í økslini at
stríðast við.
Pætur Dam Jacobsen
spældi aftur hóskvøldið,
men hann hevur ikki spælt
nógvu seinastu umførini,
og orkan var ikki, sum
hon plagar at vera. Bjarni
Jørgensen og Bárður Daniel
sen eru ikki komnir fyri seg
eftir skaðar enn.
B36 hevur ikki spælt í
Formuladeildini í tvær vikur,
men sunnudagin koma teir
við góðum sjálvsáliti inn
á Skála at royna seg. Teir
hava allar teir, sum hava
spælt seinastu umførini,
tøkar til dystin.
B36 kemur flúgvandi
inn á Skála
NSÍ leitar eftir styrki
Bæði Skála og B36 hava
havt strævnar europeiskar
uppgávur í vikuni, men nú
skulu liðini manna seg upp til
landskappingardyst á Skála
sunnudagin