sunnudagur 16. juli 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 134 - 14. juli 2006 ]
Tað eydnaðist ikki
Ventspils at taka GÍ
á fótum í UEFA Cup
dystinum í Letlandi
í gjárkvøldið. GÍ
fekk fínt úrslit
heim við sær, og nú
hevur liðið úr Gøtu
veruligan møguleika
at spæla seg víðari í
kappingini
UEFA Cup
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
GÍ spældi í gjárkvøldið
fyrra
dystin
ímóti
Ventspils í UEFA Cup
kappingini. Dysturin varð
spældur í Letlandi, og tað
eydnaðist gøtumonnum at
fáa eitt gott úrslit við sær
heimaftur.
Ventspils tapti dystin
2-1, men GÍ hevur nú
møguleikan at spæla seg
víðari við einum lítlum
sigri á heimavølli. Vinnur
GÍ heimadystin 1-0, so
kemur liðið víðari eftir
regluni um útivallarmál.
Væl inn í seinna hálv
leik var støðan í dystinum
1-1, men so sló tann
langi Ndeki aftur til og
skoraði sítt seinna mál í
dystinum.
Hann hevði eisini lagt
Ventspils á odda, tá ið
24 minuttir vóru spældir,
og tað var mest sum vón
leyst hjá GÍ-spælarunum
at halda tí myrka álops
spælaranum, sum mundi
verða úti við tveir metrar
høgur.
Flott mál
GÍ fótaði sær eftir málið
hjá Ventspils, og longu
fimm minuttir seinni javn
aði Símun Louis Jacobsen.
Hann dró sjálvur fram í
høgru og eitt sindur inn
á vøllin, áðrenn hann
smekkaði til í netið. Málið
var sera gott.
Í hálvleikinum var støð
an 1-1, og hetta var eisini
støðan til 66 minuttir
vóru spældir. Tá skoraði
Ndeki aftur.
Ventspils hevði meira
spæl allan dystin, og teir
løgdu fyri við einum
øgiligum trýsti á GÍ. Fyri
nøkrum árum síðani vann
Ventspils heili 8-0 á B68,
og teir høvdu kanska
ætlanir um at taka enn
eitt føroyskt lið á bóli.
Tað eydnaðist ikki heilt,
og GÍ fótaði sær eftir eina
trupla byrjan.
Í
seinna
hálvleiki
hevði Ventspils eisini
meira spæl. Tað var krevj
andi hjá føroysku spæl
arunum at stríðast í tí
nógva hitanum, og í seint
í dystin spældi GÍ við
10 monnum, tí Magni
Jarnskor fekk reytt kort
fyri hevnisøku.
Men GÍ kom á mál
við einum góðum úrsliti,
sum skapar spenning um
seinna dystin, ið verður
spældur á Svangaskarði
hósdagin 27. juli.
– Eg komi aftur næsta ár
Danski álopsspælarin David Nielsen skifti fyrr í ár til Start
at spæla, og hann kom á vøllin í dystinum ímóti Skála
hóskvøldið. Hetta var annað árið á rað, at David Nielsen
spældi UEFA Cup dyst í Føroyum, tí í fjør royndi hann seg
við FC Midtjyllandi ímóti B36.
– Eg komi aftur næsta ár, segði David Nielsen, tá ið
hann fór av vøllinum á Svangaskarði mikukvøldið.
David Nielsen og Todi Jónsson hava áður spælt saman
í FCK, og hóskvøldið kom David Nielsen inn fyri Toda
miðskeiðis í senna hálvleiki.
Ferðin var lítil,
teir dugdu ikki at
fáa nyttu burturúr
Toda, og fram móti
dystarenda megnaði
Skála at styrkja um
sína støðu
SKÁLA-START
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Talan verður ikki um stór
vegis europeiskt ævintýr
hjá Skála, sum fyri fyrstu
ferð luttekur í UEFA Cup.
Tepri sigurin á útivølli ger
tað sera sannlíkt, at Start
um tvær vikur fer at tryggja
sær samantalda sigurin.
Men tað var torført at
sannføra tey 720 eygnavitn
ini um, at mótstøðuliðið
hjá skálamonnum í fjør var
um reppið at vinna norska
meistaraskapin.
Start spælið var avgjørt
einki at reypa av. Fyrstu
løtuna, tá ið tað var stórur
fjáltur á Skála spælarunum,
spruttaðu
gestirnir
eitt
sindur. Tá var tað, at teir
fingu sigursmálið. Alex
Valencia sendi horna inn
fyri úr høgru, og vinstri
vongverjin og toppskjúttin
Marius Johnssen smekkaði
høvdið undir bóltin.
Sum 1. hálvleikur leið
og serliga fram móti end
anum av 2. hálvleiki, var
norska avrikið einki at
reypa av. Tom Nordlie, sum
avgjørdur gav til kennar, at
hann var ikki nøgdur, og
hansara menn vórðu undan
kappingarbyrjan roknaðir
millum favorittarnar at
vinna NM. Nú eru teir
niðarlaga á stigatalvuni, og
tað er einki at undrast á,
at hetta liðið er í tunga
endanum. Heldur er tað at
undrast á, at umleið teir
somu spælararnir inntil
síðsta bríksl í landskapp
ingini í fjør vóru við í NM
stríðnum.
Gamaní vóru teir skjótari
og kropssterkari enn Skála
spælararnir. Men teir kend
ust dovisligir, teir fluttu seg
lítið, hugflogið var lítið og
einki, teir megnaðu so at
siga ikki at bróta ígjøgnum
í borðunum, og tá ið tað
endiliga eydnaðist, so vóru
innleggini illa timaði og
óneyv.
Brúktu ikki
styrkirnar hjá Toda
Øll eygu fylgdu Toda Jóns
son. Í 4-3-3 álopsskipan,
sum varð broytt til 4-5-1,
tá ið Skála hevði bóltin, var
hann miðframherji. Høv
uðsdygdirnar hjá Toda hava
altíð verið eksplosiviteturin,
gjøgnumbrotsstyrkin
og
skotroyndir
við
høgari
ferð.
Tað sást einki til nakað
av hesum. Spælkonseptið
hjá Start er ikki soleiðis,
Tað var lítil futtur
Ventspils-GÍ 2-1 (1-1)
UEFA Cup, 1. innleiðandi umfar, fyrri dystur
1-0: Ndeki, 24.
1-1: Símun Louis Jacobsen, 29.
2-1: Ndeki, 66.
GÍ: Geza Turi – Sam Jacobsen, Niclas Niclasen, Kaj
Ennigarð, Magni Jarnskor – Símun Louis Jacobsen
(Sverri Jacobsen), Pól Ennigarð, Sámal Joensen, Hanus
Jacobsen (Erling Jacobsen) – Gunnar Nielsen – Pól
Arni Jacobsen (Áslakur R. Petersen)
FAKTA
GÍ kann spæla
seg víðari
Donadoni veður
landsliðsvenjari
Marcello Lippi boðaði stutt eftir sigurin hjá Italia í HM-finaluni
frá, at hann gevst sum landsliðsvenjari hjá Italia. Lippi var nógv
avhildin sum landsliðsvenjari, men hann valdi at gevast, nú hann
hevði sent Italia upp á heimstindin. Italska fótbóltssambandið hevur
gjørt skjótt av við at finna ein avloysara, og nýggjur landsliðsvenjari
verður fyrrverandi stórspælarin Roberto Donadoni. 43 ára gamli
Donadoni spældi fyri Milan, og seinastu árini hevur hann verið
venjari hjá felagnum Livorno.