sunnudagur 16. juli 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 134 - 14. juli 2006 ]
Dysturin var strævin
Alexandur Johansen var ein av bestu spælarunum hjá Skála
í dystinum ímóti Start hóskvøldið, og hann var útlúgvaður
eftir dystin.
– Hetta var strævið. Teir eru nógv betur fyri kropsliga enn
vit, so tað er tungt at spæla ímóti teimum. Serliga í seinna
hálvleiki, tá ið teir høvdu bóltin nógv, var tað strævið at
renna aftaná teimum, segði hann.
– Úrslitið er á góðari leið. Teir høvdu greiða yvirvág, og eg
haldi, at tað hevði verið eitt sindur órættvíst, um vit høvdu
fingið javnleik.
Leikluturin hesa ferð
var øðrvísi, enn hann
áður hevur verið
hjá føroyska Start
spælaranum, sum ikki
roknar við aftur at
spæla á høgum støði í
Føroyum
FARVÆL
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Todi Jónsson segði farvæl
við føroyskan fótbólt á
hægsta støði hóskvøldið.
Áskoðararnir fagnaðu hon
um, tá ið hann miðskeiðis í
2. hálvleiki varð skiftur út.
– Eg havi glett meg at
koma til Føroya við Start.
Leikluturin hjá mær var
øðrvísi hesa ferð, enn hann
plagar at vera. Eg havi altíð
verið á føroyska liðnum, og
havi havt áskoðararnar við
mær, tá ið eg havi spælt her.
Nú var eg á mótstøðuliðnum.
Vit vunnu 1-0, og vit eiga
at hava góðar møguleikar
at fara víðari í kappingini,
men avrikið var ikki gott.
Skála stríddist væl, og tað
er hugaligt, at føroysku
feløgini hava staðið seg so
mikið væl í Europa Cup
higartil, staðfesti Todi Jóns
son, sum gekk ímillum
mongu rásirnar, ið vildu
hava prát við hann.
Fyrsta ferðin Todi var
við í Europa Cup dysti
var í august 1992, tá ið
KÍ tapti 3-1 móti Skonto
Riga á Svangaskarði. Ta
ferðina hevði Todi langt úti
frá dundur skot, sum brast
í tvørtræið. Síðani hevur
hann spælt nógvar Europa
Cup dystir, og hann hevur
skorað mál í europeisku
kappingunum fyri bæði
Lyngby og FC:
Liðugur á
landsliðnum
Tað hevur ikki verið heilt
greitt, um Todi aftur fer
at spæla við landsliðnum,
ella um hann heilt er givin.
Hóskvøldið staðfesti hann,
at tíðin á landsliðnum er
liðug:
– Eg eri 34 ára gamal,
og tá ið nýggja EM undan
kappingin verður liðug,
verði eg 36. Tá er man ov
gamal at dúva uppá. Støðan
hjá mær er soleiðis, at tað er
sera týdningarmikið at vera
í Keypmannahavn saman
við familjuni, tá ið eg havi
frí frá Start. Eg haldi ikki,
at tað hevði borið til at nýtt
tíð upp á landsliðið.
Tá ið Todi fer av Svanga
skarði fyri síðstu ferð standa
fleiri hugaligar løtur eftir
í huganum. Ivaleyst mest
spennandi løtan mundi
tað vera, tá ið Føroyar 6.
september í 1995 høvdu
vitjan av Russlandi. Tíggju
minuttir eftir steðgin stakk
Kurt Mørkøre bóltin fram á
miðjuna, har Todi setti ferð
á. Tað eydnaðist honum at
halda
mótstøðumenninir
aftanfyri seg, meðan hann
spurtaði einar fjøruti met
rar og síðani setti bóltin
framvið russiska málverj
anum. Føroyar vóru harvið
á odda 2-1. Tá var rómur á
Svangaskarði!
at nytta kann fáast burturúr
Toda. Fyri tað mesta hevði
hann ryggin móti málinum,
tá ið hann fekk bóltin. Hann
var lættur at finna og spæla
á, og hann dugdi at varðveita
bóltin. Trupulleikin hjá
Toda var, at tá ið hann
hevði fingið bóltin, so
vóru viðspælararnir tor
førir at finna, og tað bar
føroyinginum illa til at gera
nakað einsamallur, tá ið
fyritreytirnar vóru so vána
ligar.
Todi lúrdi eftir møguleik
um í deyðbóltsstøðum. Átta
minuttir undan hvíldini
royndi hann við saksisparki
afturum seg sjálvan. Bólt
urin streyk framvið stólpan
um, og so gjørdist tað ikki
málið, sum hevði verið evni
til vakrasta málið nakrantíð
á Svangaskarði.
Luftin fór ongantíð úr
Ofta hevur tað verið soleiðis,
tá ið føroysk lið hava roynt
seg í altjóða kappingum, at
mótstøðuliðini hava fingið
eitt mál beinanvegin, og at
tey fram móti dystarenda
hava fingið fleiri mál. Start
fekk mál beinanvegin, men
Start fekk einki mál aft
urat.
Skála átti avgjørt sín
heiður av, at tapið gjørdist
so tepurt, sum tað kundi
gerast. Eftir trilvandi fyrstu
løtuna fótaðu teir sær fram
ímóti steðginum. Miðvallar
uppstillingin var justerað
soleiðis, at Levi Hanssen,
sum var sera raskur, hjálpti
Paula G. Hansen, ið mundi
vera ein tann eyðsýndasti, á
verjukenda miðvøllinum.
Besta møguleikan í 1.
hálvleiki fingu teir í frí
sparki úr seytjan metrum,
men royndin hjá Alexanduri
Johansen, sum arbeiddi
heilt nógv, fór omanfyri
málið.
Lágt botnstøði
Eftir steðgin var Start
beinanvegin tætt við, tá ið
innskifti David Hansen sendi
í tvørtræið. Hin møguleikin
hjá teimum var, tá ið Stefan
Bärlin beinanvegin, eftir
at hann var skiftur inn, úr
eitt sindur spískum í høgru
sendi bóltin skeivu megin í
síðunetið.
Botnstøðið hjá norska
liðnum var lágt, og Skála
tók fyri sær. Amatørarnir
úr Føroyum vístu sama
fótbóltsspæl sum yrkis
spælararnir úr Kristiansand.
Innskiftu Teitur R. Joen
sen, Debus Danielsen og
blaðungi Erland B. Daniel
sen, sum royndi seg fyri
fyrstu ferð á besta liðnum,
krupu ikki undan mótstøðu
monnunum.
Men tað eydnaðist ikki
at fáa mál. Jónhard Frede
riksberg sleit í tí sum einsa
mallur álopsspælari, Bogi
Gregersen arbeiddi nógv
aftureftir í høgra borði.
Arnhold Berg kom fyri seg
sum 1. hálvleikur leið, og
Rúni Rasmussen, Milan
Curcic og Jóhan Troest
Davidsen
vóru
óførir
framman fyri trygga Vlada
Filipovic. Onkur skotroynd
varð blokerað til horna, og
onkra ferðina var tað nær
við, at Skála spælararnir
rukku fram til innlegg.
Tað gjørdist ikki til meiri
enn nær við og næstan.
Í Skála leguni fegnaðust
teir tó um, at avrikið hevði
verið væl betri, enn tað var
í landskappingardystinum í
Klaksvík. Tað ætlaðu teir at
taka við til avbjóðingina í
landskappingini nú sunnu
dagin, og tá ið teir dagin
fyri ólavsøkuaftan fara at
royna seg í Kristiansand.
r í Start
Nú verður betur at flúgva
Start hevði eina keðiliga flogferð til Føroya mikudagin.
Leiguflogfarið kom í nógvan turbulens, og spælararnir tóktist
verða eitt sindur merktir av flogferðini, tá ið teir komu í land í
Vágum.
– Ferðin var einki serlig. Eg haldi, at fleiri av spælarunum vóru
ræddir, tí vit komu í nógvan turbulens, segði miðvallarspælarin
Fredrik Strømstad eftir dystin á Svangaskarði mikudagin.
Og gleða tit tykkum til at fara á flog aftur í kvøld?
– Ja, í kvøld verður betur at flúgva. Tað er ikki so nógvur
vindur, so tað verður eingin trupulleiki.
Todi segði
farvæl
Skála-Start 0-1 (0-1)
UEFA Cup innleiðandi umfar
Hósdagin 13. juli 2006, kl. 19.00 á Svangaskarði
0-1: Marius Johnsen 3.
720 áskoðarar
Dómarabólkur úr Wales: Brian Lawlor, Michael Jones,
Maldwyn Williams og Simon Lee Evans
Skála: 1. Vlada Filipovic – 22. Arnhold Berg, 5. Rúni
Rasmussen, 11. Milic Curcic, 18. Jóhan Troest Davidsen
– 17. Bogi Gregersen, 5. Pætur Dam Jacobsen (4. Teitur R.
Joensen, 46.), 16. Pauli G. Hansen, liðformaður (14. Debus
Danielsen, 75.), 8. Levi Hanssen, 20. Alexandur Johansen
– 10. Jónhard Frederiksberg (9. Erland B. Danielsen, 88.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Eugen Voda, 3.
Volmar Poulsen, 7. Rói Jacobsen
Gult kort: eingin
Venjari: Johan Nielsen
Hjálparvenjari: Pauli Poulsen
Start: 1. Rune Nilssen – 4. Steinar Pedersen, 17. Lars
Martin Engedal, 20. Bård Borgersen, liðformaður, 15.
Marius Johnsen – 7. Fredrik Strømstad (25. David Hansen,
46.), 28. Bjarte Lunde Aarsheim, 23. Kristofer Hæstad – 8.
Alex Valendia (16. Stefan Bärlin, 78.), 29. Todi Jónsson (19.
David Nielsen, 65.), 14. Bala Garba
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 24. Kenneth
Høie, 9. Benjamin Nright, 3. Kjetil Ruthford-Pedersen,
Kristoffer Paulsen
Gult kort: Lars Martin Engedal
Venjari: Tom Nordlie
Hjálparvenjari: Bård Wiggen
FAKTA
Todi lúrdi eftir møguleikum í deyðbóltsstøðum. Átta
minuttir undan hvíldini royndi hann við saksisparki
afturum seg sjálvan. Bólturin streyk framvið stólpanum,
og so gjørdist tað ikki málið, sum hevði verið evni til
vakrasta málið nakrantíð á Svangaskarði
Mynd: Álvur Haraldsen