Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 20. desember 2000 11 10 Nr. 245 - 20. desember 2000 Løgreglan Við hvørt koyra løgreglu- bilar rættiliga óstortliga - bæði í neyðsendarørindum og ikki. Hvat leggur løg- reglan innanhýsis dent á, tá talan er um koyring? Innanhýsis leggur løg- reglan stóran dent á, at ferðslulógin verður fylgd og somuleiðis, at tað altíð verður koyrt eftir umstøðu- num, hava fyrilit og vera ansin. Reglur um neyðsend- arkoyring um brúk av ljóð- og ljóssignalum er í ferðsl- ulógini. Annars er løgregluni loyvt at koyra neyðsendara- koyring uttan at nýta ljóð- og ljóssignal, har hetta verður hildið neyðugt av umhugsni fyri endamáli- num, og umstøðurnar ann- ars ikki tala ímóti tí. Síðst nevnda kann helst setast í samband við óstortliga koyring, sum nevnt í spurn- inginum. Læknin Hvat kann gerast við kron- iskt krím? Kroniskt krím er, tá ein í fleiri mánaðar hevur typta nøs, rennandi flot í svølgi- num og ofta eisini eina lætta høvuðpínu. Tey harka og hosta og hava eina brennandi ella turra kenslu í hálsinum og kenna tað onkuntíð eisini, sum um ein klumpur situr har. Symp- tomini eru hjá nøkrum kon- stant og hjá øðrum varier- andi við góðum døgum í- millum. Orsøkirnar kunnu vera: 1. At viðkomandi so ofta hevur havt afturvendandi akutt krím, at tað so við og við hevur ført til varandi broytingar í rovuni. 2. Sjúka í nøs og hjáholum við trongum plássviðurskiftum, soleiðis at viðkomandi alla tíðina andar gjøgnum munnin, og flotið frá nøs og hjáholum rennur aftur í hálsin. Hetta turkar rovuna og oyðileggur náttúrligu verjuna móti infektiónum. Tað sama kann henda, um ein arbeiðir ella býr í um- hvørvi við turrari luft. 3. Allergi og at innanda støv og irriterandi evni. 4. Stór tubbaks- ella alkoholnýtsla. 5. At viðkomandi hevur tik- ið mandlurnar. 6. Illkynjað sjúka. 7. Nýrasjúka og suk- ursjúka. 8. Hjá børnum og ungum eigur ein sjálvandi at hugsa um sokallaða cili- edysfunktiónssyndromið. Og síðani eru eisini aðrar grundsjúkur, har kroniskt katar í hálsinum bert er eitt millum mong onnur sym- ptomir. Seinnu árini eru áhuga- verdar kanningar gjørdar av slíkum sjúklingum, og tað vísur seg, at ein ikki so lítil partur av teimum hevur eina evarska lítla bakteriu í hálsinum og/ella hjáholu- num. Hendan eitur chlam- ydia pneumoniae. Hon letur seg ikki framdyrka á traditionellum vakstrar- subtstratum og smokkar tí sjálvandi burturímillum í vanligu kanningunum. Viðgerðin rættar seg eftir, hvør orsøkin er. Sum skilst av frágreiðingini omanfyri er kroniskt krím bert eitt felagsheiti fyri nøkur sym- ptomir frá ovaru andleið- ini, har orsøkirnar kunnu vera so ymiskar. So her er einki einkultstandandi svar. Men nøkur fá dømi kunnu takast fram. Um rúmið í nøsini er ov trongt, og t.d. dropar ikki hava hjálpt, ja, so kann tað verða neyðugt við eini minni operatión. Tað kundi verið nasaskilaveggurin, sum skal rættast upp. Po- lyppir og/ella sjúk rova tak- ast burt antin í nøsini ella inni í hjáholunum. Hjáhol- urnar punkterast og tømast fyri vág. Roykir tú, so legg av ella minka niður í einki, og tað sama er galdandi fyri alkohol. Kanna eftir um tað er nakað, tú kanst gera við luftina í heima- og/ella arbeiðsumhvørvi- num. Lat teg kanna fyri di- abetes ella nýrasjúku. Tað kann verða neyðugt við permanentari viðgerð við nasadropum innihaldandi kortikosteroidir. Um mangt av hesum er roynt og symptomini kortini ikki eru horvin, skuldi tú verið kannaður fyri oman- fyri nevndu bakteriu, tí hon letur seg identificera, um ein bara biðjur um røttu kanningina, evt. supplerað við eini blóðroynd. Og við- gerðin er løtt: erythromy- Bergur Hansen, djóralækni Heri Joensen, prestur Heri Krage- steen, sálar- frøðingur Ingi Højgaard, løgfrøðingur Jens Andre- assen, lækni Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslu/húsar- haldsfrøðingur Jón Klein Olsen, politistur Jón Krage- steen. Ferðslu- trygd Julianna Næs, pedagogur Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi Turid Thom- sen, lestrarveg- leiðari Marius Staksberg, málfrøðingur TIT SPYRJA VIT SVARA VIÐMERKING Spurnarkassin - tit spyrja vit svara Hvønn mikudag í Sosialinum Spurningar kunnu senda til: Sosialin postsmogu 76 110 Tórshavn fax. 314720 ella teldupost: spyr@sosialurin.fo Minnist til at merkja, hvørjum tit seta spurningin. Næsti spurnarkassi kemur mikudagin 10. januar 2001. Frits Johannesen Skaldið og fyrverandi lær- arin, Jens Pauli Heinesen hevði eina rættlætis grein í Sosialinum fyri stuttum (5. des.). Jens Pauli er skald. Hann dugur sera væl at skriva og er ein ediligur skaldavinur. Meðan greinin varð lisin, varð hugsað um moralin hjá núverandi tjóðveldis- politikarunum, sum sita í Løgtinginum. Jens Pauli skald, hví fert tú ikki í holt við henda moral, sum ligg- ur sum skúlvur yvir henda flokk? T. d. kundi tú farið holt við Hergeir Nielsen og hansara skriving um Vinnu- ráðið í Suðuroy. Heldur tú ikki Hergeir skuldi stungið sítt politiska skart og skrúð í pjøkan og slept hunda- vaktini í Løgtinginum og fari av skútuni? Henda skriving var lítillátað av honum. Hvat heldur tú um tað?… Skriva Jens Pauli Heinesen… skriva! Hvat heldur tú um vakt- arskifti í Tinganesi, tá ið Signar á Brúnni fekk sekk- in, sum einki skeift hevði gjørt, og Torbjørn Jacobsen kom ístaðin, sum hevur lagt Løgmann undir líkt og ó- líkt? Hann slapp burtur úr hesum bara við at biðja um- skylda. Tað er lætt. Hann kundi bara havt skotið Løg- mann og biðið umskylda aftaná, og so var alt við tað sama. Hetta er serliga gald- andi fyri tjóðveldis-politik- ara. Guð náði meg , um hetta ístaðin var ein javnað- arpolitikari, sum hetta hevði gjørt. Skriva Jens Pauli Heinesen… skriva! Tú kundi tikið núverandi tjóðveldispolitikararnar og granska teirra leiklut í áttati árunum. Her hugsi eg ikki um Høgna Hoydal, tí hann er sosialistur, men teir, sum eru kring hann. Kunnu teir frelsa nakran? Eg meini so við, at føra landið milliardir eftir reyv og so standa fram sum politiskir, tjóðskapar- ligir, frelsandi sjálvstýris frælsisieinglar? Heldur tú ikki tað er løgið Jens Pauli? Skriva Jens Pauli Heinesen… skriva! Til seinast kundi tú tikið bókhaldið hjá Løgmanni norðuri í Sundinum og samanborið tað við rokni- skapin hjá Jan P. Syse, fyrr- verandi norskur forsæti, Tamilsakina og Poul Schlüter. Skriva Jens Pauli Heinesen… skriva! Kanska er tað soleiðis, Jens Pauli, at vit við einum tjóðveldispolitikara amor- ali skulu moralisera okkum fram til eitt fullveldi, men eg haldi bara tað, at tað ed- iligasta sum er, er eitt reint frælsi. Skoytir tú sjálvstýrið uppí, er tað uppaftur betri, men fyri mær sær tað so- leiðis út, at tjóðveldispol- itikarar eru friðaðir í flokki 1. Fullveldisdreymurin liggur sum eitt skjól yvir syndir og mistøk teirra. Teir kunnu liva og láta, sum teir vilja, og hann komi til mín, nertur nakar við teir, ja, hann ella hon fáa ongantíð nakra fyrigeving. Tað er sanniliga rætt, tá ið Høgni Hoydal, landsstýrismaður, talar um fullveldið, at tað ber frælsi og ábyrgd við sær. Men er hetta galdandi fyri tjóðveldispolitikarar? Skriva Jens Pauli Hein- esen… skriva! Skríggið hjá Edvard Munch, listamanni, er greinsan millum kroppin, og tað sum uttan fyri er. Hetta er í einum rópi. Edv. Munch hevur sett mark millum menniskja og verð- ina (heimin) í einum skráli. Amoralska skrýggið hjá tjóðveldispolitikarunum er mark ímillum amoral ella einki. Skriva Jens Pauli Heinesen… skriva! Eitt sindur um tjóðveldispolitikaramoralin og Jens Paula Heinesen Kaj Olsen Nólsoy Seinastu árini hevur fólkavøkstur verið í Nólsoy. Hetta kemur millum annað av høgum húsaprísum í Tórshavn. Eisini av tí at væl ber til at búgva í Nólsoy og arbeiða í høvuðsstaðnum og tí er tað, at eitt gott ferðasamband er so av- gerandi. Strandferðslan hevur víst stóra vælvild at laga túrarnar hjá teimum í brúka leiðina. Stóra tøkk havi tit fyri tað. Nú ein dagin hoyrdist í útvarpinum at landsstýrið ætlar at Nólsoyar- og Skálafjarðar- leiðin skulu leggjast saman. Álvaratos skal nú ein góð leið nú gerast til tvær vánaligar leiðir, ið nóls- oyingar ikki verða nøgdir við og neyvan eyturoyingar heldur. Tað er ein andsøgn í hesum landsstýrið ætlar. Og at landsstýrið hevur sett eina útoyggjanevnd, ið skal koma við einum álitið um hvussu útjaðarin skal mennast og fjálgast – mein- ar landstýrið nakað við has- um so latið nólsoyarleiðina hava frið. Plátufelagið Tutl er virkið og er eisini í ár við, tá tað snýr seg um at geva út før- oyskar fløgur. Og úrvalið er fjølbroytt og spennandi TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Árið í ár er kanska ikki árið, ið setir met, tá um nýggjar føroyskar fløgur ræður. Men tó eru fleiri nýggjar fløgur á markn- aðinum, nú tað stundar til jóla. Plátufelagið Tutl, ið eisini hevur sølubúðir kring landið, hevur givið út nakrar fløgur í ár og nú undan jólum eru nakrar komnar afturat. Millum teirra er fløga við Rúna Brattaberg, ein fløga við Jette Johannesen úr Grønlandi, ein fløga í røð- ini Tutl 2000, har tað hesa- ferð snýr seg um fólka- og etniskan tónleik, og so er eisini ein fløga komin, ið ber heitið Nina, Nina, Nái. Henda síðst nevnda tykist vera eitt satt stórverk, men hetta venda vit aftur til. Lat okkum taka fløgurnar fram í somu raðfylgju, sum nevnt omanfyri. Her skal í stuttum vera sagt frá um fløgurnar. Rúni Fløgan við føroyska bass sangaranum Rúna Bratta- berg ber heitið Brotið, eftir verki á fløguni, ið brøður- nir Rasmussen eru uppruni til. Oddfríður M. Rasmus- sen eigur orðini og Sunleif Rasmussen tónleikin. Hinir tónasmiðirnir, ið Rúni hev- ur valt at taka við, eru Sibelius, Schubert, Mussorgsky, og so okkara egnu Dahl og Rassmussen. Hinir umboðaðu føroysku høvundarnir eru Poul F. Joensen og J.H.O. Djur- huus. Hetta er klassisk fløga. Ein tung fløga, er bassur og tyngd, so ein ikki ivast í, at ein hevur sett eitt verk í , ið verður sungið frá hjartan- um. Mergjað. Ein fløga, ið skal spælast nakrar ferðir, helst tá ein hevur góðar stundir og hevur sett sær fyri at njóta okkurt gott og inniligt. Er tað so, at hug- urin stendur til tað klass- iska, so er hetta fløgan. Gunnar Hoydal hevur forvitnisligan tekst í fløg- uni, har greitt verður frá leiðini, ið hevur ført Rúna Brattaberg ta longu leið úr Fámará til Vágs, til Havnar og út í stóru verð, har hann hevur fingið viðurkenning, so at hann at enda gjørdist ein av okkara fáu yrkis sangarum. Og samstundis ein av teim fáu - av annars mongum føroyingum við náttúrugivnum gávum – ið hava fylgt dreyminum og listarligu áneyðugnum. Og við góðum úrslitið. Gunnar Hoydal sigur m.a.: ”… Henda røddin, full av náttúru, sum eingin skúling í heimsins meginlondum fær kámað burtur. Hetta er maður og rødd úr øðrvísi heimi”. Hans-Otto Ehrstrom leik- ar piano, meðan Rúni syng- ur bass. Systir Rúna Bratta- berg, Durita, hevur verið framleiðari, hevur produ- serað og tikið sær av at gera fløguna til veruleika. Fløg- an er tikin upp í Kuusan- koski konserthøllini í Finn- landi í oktober í ár. Megin- felag Búnaðarmanna er sponsorur, men eisini mong onnur hava stuðlað útgáv- uni. Jette Jette Johannesen kom rætti- liga fram, tá hon spældi inn ein sang til vinkonuna. Báðar búgva í Føroyum og eru tær úr Grønlandi og somuleiðis sangurin, ið varð leiktur nógv í Útvarpi Føroya. Nú hevur Jette savnað nakrar sangir á eini fløgu, ið nevnist Savalimmiut. Fløgan er prýdd við vakrari mynd av Tvøroyri og eisini síggjast Jette og børn. Fimm løg eru á fløguni og eisini sangurin Alma, sum eisini hevur sess á føroyska poptopp listanum. Jette hevur skrivað orð og løg. Knút H. Nielsen hevur lagt fløguna til rættis. Knút leikar eisini tangentar, akk. guitar, bass og rútmur og hann hevur eisini tikið upp og ljóðblandað í Mol-Dur Studio á Tvøroyri í juni og juli 2000. Hjalmar Magn- ussen leikar akk. guitar og el guitar, Árni Joensen hev- ur mastrað, ella staðið fyri ljóðbót, sum tað eisini verður rópt, og Leivur Ny- gaard hevur tikið myndina á húsanum, sum Niels Arge Galán og Uni Árting hava lagt til rættis. Tutl 2000 – Folk/Ethnic Plátufelagið Tutl er farið undir eina røð, ið nevnist Tutl 2000, har savnað verður nakað av tí, ið fe- lagið hevur givið út, síðan felagið byrjaði í 1977. Fløgurnar eru býttar upp í tónlistasløg, og nú er fløgan komin, ið ber heitið Folk/ Ethnic. Heitið fevnir víða og tað ger henda fløgan eisini við sínum 16 útvaldu ljóðspor- um. Vit fáa gloypibitar frá Anniku Hoydal, Enekk, kára p, Haldurs Café, Jógv- an Andrias, Hanus Johan- sen, Safir og Glataðu Spælimonnunum og øðr- um. Men umframt er eisini kingosangur, skjaldur og kvæði at hoyra á hesi fjøl- broyttu fløgu, ið er ætlað at geva eina bráa heildarmynd av føroyskum tónleiki inn- an júst hesi sløg av tónleiki. Nina, nina, nái – til lurtara og lesara Tvífløga. Lat tað verða sagt beinanvegin, at tað tykist, sum er her talan um stór- verk. Bæði so og so. Fløgan nevnist Nina, nina nái og hevur undirheitið Skjaldur, remsur og rímur. Ein bók- lingur fylgir við stásiliga húsanum, ið randar hesa fløgu, har lurtarin fær 69 ymisar upptøkur á fyrru fløguni og 76 á seinnu fløg- uni. Tað er Kári Sverrisson, sum her hevur framt nakað av tí sama, sum onnur evna til siðsøguligar bøkur og/ ella doktararitgerðir. Her er savnað siðsøguligt tilfar um tað, ið vit nevna skjaldur. Her eru myndir og upp- tøkur . Umframt tær upptøkur, ið Kári sjálvur hevur gjørt, so eru eisini upptøkur, ið onnur hava gjørt. Bæði yngri og eldri upptøkur. Nakrar av hesum eru á sinni gjørdar fyri Dansk Folkemindesamling og eru nýttar við loyvi frá hesum stovni. Somuleiðis er tilfar og loyvi fingið frá Fróð- skaparsetri Føroya. Ein áhugaverd og kær- komin fløga, sæð í søgulig- um ljósi. Ein fær kenslu av at sita við væl frágingnari bók í hondini, tá ein situr og lesur bóklingin, ið er við fløguni. Men av tí, at talan er um tónar, so liggur stórur partur av hesum verki sjálvsagt á teimum báðum fløgunum, ið eru í húsan- um. Óivað eitt verk, ið hevur áhuga hjá mongum - vit mugu siga lurtarum og les- arum. Og óivað eitt verk við søguligum virði, sum er komið í tøkum tíma, tí skjaldur og rímur hava ikki átt rúmar ræsur í nútíðar mentanini, tó at ein glotti hevur verið við væl um- tóktu sendingunum Likku likku leia í Svf. Men nú er lagt afturat og tað so dyggi- liga, at Kári Sverrisson eigur heiður fyri arbeiðið. Kári Sverrisson legði til rættis fyri Tutl, hann greiddi húsa, tók myndir, eigur blýantstekningar og skrivaði tekstin. Aðrar fløgur, umframt tær her nevndu, ið Tutl hevur givið út undan jólum, eru t.d. fløgan Debazz hjá Edvardi Nyholm Debess og nýggj fløga við Eivør Pálls- dóttir. Nýtt og fjølbroytt frá Tutl undan jólum VIÐMERKING Nólsoyar leiðin