týsdagur 19. desember 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 244 - 19. desember 2000
Nr. 244 • t‡sdagur • 19.desember 2000 • 74. árgangur • www.sosialurin.fo
Toppskjúttin í
fremstu kvinn-
udeildini, Simona
Dziugyte, fer í dag til
Klaksvíkar, har hon
ætlandi skal spæla vi ›
Stjørnuni
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk/Ivan Eginsson
Kanska besti leikarin, sum
var í Ítróttahøllini á Gilja-
nesi leygardagin, mátti taka
til takkar vi› einum plássi
millum ásko›ararnar.
Simona Dziugyte hevur í
tíggju dystum skoti› 103
mál fyri Sóljuna, men leyg-
ardagin var hon so ikki á
vøllinum.
Á veg til Stjørnuna
Orsøkin var› søgd at vera
tann, at litaviski stórskjúttin
hev›i bo›a› li›feløgum
sínum frá, at hon ætla›i sær
at spæla vi› Stjørnuni rest-
ina av kappingarárinum.
Tá vit sunnudagin royndu
at fáa vi›merkingar til hesi
tí›indi, var svari› alla
sta›ni hitt sama, nevnliga at
einki var at vi›merkja, men
tá vit loksins fingu fatur á
spælaranum sjálvum, vátt-
a›i hon hesi tí›indi.
Sjálv sigur Simona, at
hon fyri stuttum bo›a›i
nevndini í felagnum frá, at
hon ynskti at sleppa úr
felagnum. Serliga tí at
ítróttarligu vónir hennara
ikki kundu røkkast vi›
li›num.
Onkursvegna kom hetta
klaksvíkingum fyri oyra, og
tá hon fekk tilbo› um at
koma nor›ur at spæla, tók
hon av hesum.
Krevja pengar
Ta› sum sí›ani er hent í
málinum, tykist vera, at
Sóljan vil hava okkurt slag
av sams‡ning fyri at lata
spæliloyvi frá sær. Millum
anna› skal talan vera um
tær útrei›slur, sum felagi›
hevur havt av at fáa spælar-
an til landi›, men Simona
sigur annars, at ta› ikki er í
strí› vi› felagi›, at hon
gevst hjá Sóljuni.
Sambært hondbóltsreglu-
num er heldur eingin for›-
ing fyri, at Simona Dziu-
gyte ver›ur á li›num hjá
Stjørnuni, næstu fer› tær
skulu í eldin.
Seinasti dystur hennara
fyri Sóljuna var 10. de-
sember, og tá fyrstkomandi
dystur hjá Stjørnuni er 14.
januar, er kravi› um 30
dagar leikste›g uppfylt.
Skuldi nor›ur í gjár
Hóast tey í Klaksvík ikki
vilja gera stórvegis av vi›-
merkingum til máli›, so
tykist ta› at kalla greitt, at
litavin nú ver›ur at síggja á
li›num hjá teimum.
Mánamorgunin seg›i Si-
mona í øllum førum, at hon
eftir ætlan flutti til Klaks-
víkar sama dag, og í Klaks-
vík ver›a hesi tí›indi ikki
avsanna›i.
Sum sagt, so fæst ikki
stórvegis at vita um máli›
úr Klaksvík, men tey
ásanna tó, at Simona ætl-
andi skal vera á li›num, tá
Stjørnan 14. januar skal til
Vágs.
Simona fer til
Klaksvíkar
Simona Dziugyte sat leygardagin á heldur óvanda plássinum millum ásko›ararnar. Næstu
fer› hon ver›ur í høllini á Giljanesi, ver›ur ta› helst í rey›a Stjørnubúnanum
Mynd: Edvard Joensen
Sóljan-Neistin 14-24 (5-12)
Uttan litaviska stór-
skjúttan megna›i
Sóljan ikki at gera
stórvegis vi› Neistan,
sum avgjørdi alt inn-
an eitt líti› korter í
fyrra hálvleiki
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Sum nevnt a›rasta›ni á
hesum
bla›sí›um,
so
noyddist Sóljan at vera
mest ey›s‡nda leikaran
hetta kappingarári› fyri utt-
an, tá tær leygardagin fingu
vitjan av Neistanum.
Framman undan hesum
var› rokna› vi›, at ta› fór
at vera sera torført hjá Sólj-
uni at gera naka› vi› Neist-
an, og uttan Simonu Dziu-
gyte var so at siga einki at
gera.
Hevur ávirka› li›i›
Albert Ellefsen, sum tekur
sær av vágagentunum, sig-
ur vi› Sosialin, at har var
ikki so nógv hjá teimum at
gera.
– Alt hetta, sum er fari›
fram í vikuni, órógva›i
sjálvandi spælararnar, men
ta› er greitt, at Neistin hev-
ur eitt sterkari li› enn vit.
Eisini um Simona er á li›n-
um, seg›i hann, uttan tó at
vilja gera a›rar vi›merk-
ingar til máli› um júst Si-
monu.
Um dystin sjálvan seg›i
Albert annars, at ta› leika›i
nóg so javnt á fyrstu løtuna,
men eftir at Neistin mi›-
skei›is í fyrra hálvleiki
leyp avsta›, var alt so at
siga avgjørt.
Vi› at hyggja at dómara-
se›linum sæst eisini, at
Neistin hesa løtuna skeyt
átta mál á ra›, og ta› sigur
kanska eisini naka› um
munin á li›unum.
Skulu verja borg
Nú Sóljan í nakrar mána›ir
hevur roynt seg í bestu
deildini, er kanska eisini
náttúrligt at spyrja, hvørt
tær hava vant seg vi› fer›-
ina í deildini.
Til hetta svarar Albert, at
enn restar sjálvandi nógv í,
men at tær so avgjørt eru
vor›nar betri fyri.
– Ta› at gerast betri, má
sjálvandi vera a›almáli›,
umframt at vit so eisini
mugu royna at halda Tjaldri
undir okkum, tá ári› er
runni›, heldur hann.
Tá vit at enda spurdu,
hvørjar møguleikar hann
rokna›i vi›, at Sóljan hevur
fyri hesum seinasta, svara›i
Albert, at ta› kann kanska
ver›a ringt at gita um.
–Ta› veldst um so nógv,
millum anna›, hvat hendir
vi› øllum hesum, sum nú er
fari› fram.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Sóljan: Marjun Jørgensen
8(5), Sólja Nielsen 3,
Hertha Simonsen 3
Neistin: Birita Wardum 7,
Súna Mørk 5(2), Annika
Thomsen 4(2), Gunvør
Hofgaard
3,
Mildrid
Jacobsen 2, Susan Brockie
2, Bjørg Patursson 1(1)
Brotskøst: Sóljan 5, Neistin
6
Útvísingar:
Sóljan
1,
Neistin 2
Dómarar úr VÍF: Erling
Heinesen og Agnar Joensen
Avgjørdu í fyrra hálvleiki
Birita Wardum fekk saman
vi› li›feløgunum gó›ar
fortreytir leygardagin, og tær
vunnu eisini ein tryggan
sigur á Sóljuni
Mynd: Edvard Joensen
Palli Dalsgaard
Tað sær ikki væl út við
okkara stoltleika á havin-
um, »Norrønu«. Hvat verð-
ur av skipinum? gleppur
tað okkum av hondum? um
tað ólukkuliga skuldi hent,
hvat so? Eg havi ikki skil
fyri skipum og skiparakstri,
men ein og hvør dugir at
síggja, at skipið hevur ein
ómetaligan týdning fyri
okkum í so mangar mátar.
Alt tað fólkið sum har siglir
við um summarið og øll
uppi á landi sum hava til-
knýti til skipið, bæði á ein
og annan hátt. Allur tann
ungdómur, ið har kann
tjena sær nakrar krónur í
summarfrítíðini, og ikki at
forgloyma øll turisman sum
nú er komin væl í gongd, og
hevur givið eitt gott úrslit.
Tað eru fólk, sum hava hug
at seta seg afturá í stólinum
og siga, ella ugga seg
sjálvi, at tann tíðin er farin,
tá landið hjálpti til. Tað er
púra rætt, men vit mugu
ikki gloyma, at tann tíðin
ikki var einans av tí onda,
nakað annað er, at tá var
farið út um alt mark við
játtanum.
Sjálvandi skulu vit læra
av mistøkum ið gjørd eru,
men tann stóri spurningurin
sum nú leikar á er, hava vit
ráð at lata vera. Gleppur
Norrøna okkum av hond-
um, hava vit nakað at seta í
staðin? Hvaðar skal alt tað
fólkið fara, ið har hevur
haft sína úrtøku av skipin-
um. Salgið av Teistanum
var eitt stórt mistak, eru vit
í ferð við næsta mistakið?
Hesin spurningur gevur
okkara ráðandi fólkið nógv
at hugsa um: Hvat vinna
vit? Hvat tapa vit? Eitt er
púra greitt, vit tapa nógv
um vit lata alt fara.
Norðmenn, íslendarir og
amerikumenn eru í ferð við
at fara við stórum parti av
okkara vinnulívið. Tað vísir
seg ikki at nakar gevur sær
stórvegis far um, at so er.
Norrøna skuldi ikki farið
sama veg, hon hevur tvær
ferðir fingið fíggjarliga
hjálp úr landskassanum,
men hevur goldið tað hjálp-
ina aftur.
Latið Norrønu fáa 100
milliónir av teim uppspardu
fullveldis milliónunum, tær
fara ikki betur.
Norrøna
VIÐMERKINGAR
Steinbjørn B. Jacobsen
Tað eru komnar nógvar
góðar, vakrar og nyttugar
bøkur í hesum árinum, men
eg má vísa á eina lítla bók
burtur úr rúgvuni, sum er
100 síður stór og kostar 140
kr. við ongari mynd á
permuni.
Flest munnu halda, at tey
hava lisið alt, sum Jørgen
Frantz
Jacobsen
hevur
skrivað ella vistu um tað.
Nú kom upprunahand-
ritið til Barbaru, og sam-
stundis kemur henda fitta
bókin: Vit skulu sjálvir,
nítjan greinar ella lesara-
brøv har meir enn helming-
urin er skrivaður á føroysk-
um, tær flestu hava staðið í
Tingakrossið
Tað er Turið Sigurðar-
dóttir, sum hevur savnað
bókina og skrivað ein góð-
an inngang, og Fannir gev-
ur bókina út.
Tað kennist so løgið at
lesa hesar 70-75 ára gomlu
greinar eftir Jørgen Frantz.
Ikki bara tí, at tú sær hesa
síðuna av Jørgen Frantz, og
at tær eru so væl skrivaðar,
sanniliga eisini tær á før-
oyskum, men greinarnar
kudnu tíverri verið skrivað-
ar í dag. Hann skrivar ikki
bara um sambandi millum
Danmark og Føroyar og
danskt mál í Føroyum og
harvið eisini um tað før-
oyska málið, men um vegir
og vinnulív. Tað er sum at
hoyra nútíðar búskapar-
frøðingar, tá ið hann skrivar
um: »Okkara fíggjarviður-
skifti« og »Statshjálp til
vinnulívið« har hann t.d.
sigur: »Men alt tað, sum
staturin fekk upp í lag datt
niðurfyri. Tað kostaði stór-
an pengar og kastaði líðil
av sær« . Í røðuni »Vit skulu
sjálvir« , sum varð hildin í
Mannafellsdali í 1927 vísir
hann á, at stórur framburð-
ur er í Føroyum aftaná
1889, tí tá trúðu vit uppá, at
vit kundu vera sjálvbjargn-
ir, »men so hendi vanlukk-
an, at føroyingar fóru at
ivast, um teir kundu vera
sjálvbjargnir« .
(1906).
Røðan endar tó við teimum
eggjandi
orðunum:»Vit
skulu sjálvir« .
Hetta er ein logiskur endi
av røðuni, tí sum hann
sigur: »Henda hugsanin, at
vit ikki skulu vera sjálv-
bjargnir, kann spilla eitt
fólk.«
Hann loypir ikki lætt um
pengarnar, sum koma úr
Danmørk, umleið ein milli-
ón krónur, men hann vísir
eisini á, at vit høvdu kunna
goldið hetta sjálvir, um
vinnulívið var sunt, og vísir
til tað íslenska vinnulívið.
Kjarnuna í øllum málun-
um er trúgvin á egnan før-
leika og viljin til sjálv-
bjargni mótvegis bara at
dúva uppá statshjálp.
Chr. Matras segði, at teir
vantaðu so víst, at Jørgen
Frantz bleiv politikari.
Óivað tað, hann hevði
gávurnar til at blíva so
nógv. Vit mistu nógv við
deyða hansara, men hann
gav okkum sannuliga nógv,
áðrenn hann andaðist.
Tað er so løgið við tekst-
inum í hesi lítlu bókini,
sum hevur ligið burtur-
goymdur fyri almenningin-
um til nú, men hon kemur í
tøkum tíma. Jørgen Frantz
luttekur beinleiðis í nútíðar
kjakinum.
Hoyr bara, hvat hann sum
ein annar profetur sigur í
1936, tað árið Javnaðar-
flokkurin av álvara vann
fram;»Alt valdast, hvussu
føroyskir
javnaðarmenn
fara at roynast. Við teirra
stóra atkvøðutali og teirra
politiska tilknýti til stjórn-
ina hava teir eina valdstøðu
sum eingin annar føroyskur
flokkur. Teir kunnu lata seg
freista at gera somu mis-
tøkini sum Sambandsflokk-
urin.«
Bæði so og so rúmar
hendan lítla bók eina
mongd, sum tú vildi tikið
fram, men hon skal lesast
og njótast í heilum líki.
Andras Miðskarð
Alt bendir á, at sitandi
landsstýri má brúka mán-
aðir, fyri at fáa loyst eitt so
átrokandi mál, sum tað at
fáa Vaktar- og bjargingar-
tænastuna at virka. Tí vil
undirritaði so staðiliga taka
undir við okkara andstøðu-
flokkum, tá teir siga, at
nýval átti at verið útskriv-
að.
Landaskomm
Nú er ein góður mánaði
farin, síðani landsstýris-
maðurin í fiskivinnumálum
fekk handað hetta stásiliga
far »Brimil« . Men enn
liggur skipið í Noreg vegna
reinan
kleyvarskap
av
landsstýrinum.
Bæði Karsten Hansen og
fíggjarmálastýrið hava vit-
að leingi, at áðrenn yvir-
menn, bæði á brúnni og í
maskinrúminum yvirtóku
skipið, skuldi nýggjur sátt-
máli fyriliggja. Men hvørki
Karsten Hansen ella fíggj-
armálastýrið hava vilja
vitað av einum sáttmála,
sum svarar til skipastødd-
ina.
Seinast vit frættu, skuldi
trætan loysast við semings-
monnum, ella skuldi farast
í tingið at fáa steðgað hesi
ósemju, sum teir sjálvir
hava skapt. Teir vilja við
øðrum orðum ikki kennast
við sítt egna barn.
Hækkaðu
sína egnu løn
Tá trætan tók seg upp um
lønarkrøvini hjá hesum
omanfyri
nevndu
yvir-
monnum, segði fíggjarmál-
aráðharrin, at eingin hevði
hoyrt um slíka lønarhækk-
ing áður, men eg fari at
loyva mær at rætta uppá
landsstýrismannin. Tí hvør
var tað, sum játtaði sær
sjálvum 60% í lønarhækk-
ing? Jú tað gjørdu politik-
ararnir.
Hvør ansar nú
fiskiveiðutjóvunum?
Líka síðani vaktarskipið
»Gorm«
var
tikið
úr
tænastuni,
hevur
bert
Tjaldrið røkt hesa tænastu
saman við donsku sjóverj-
uni. Hvussu effektivt hetta
vaktarhald hevur verið (við
»Brimli«
liggjandi
við
bryggju í Noreg), kann bert
hin einstaki meta um.
Toska- og hýsuprísirnir
eru teir bestu, sum menn
vita um. Tí er freistandi fyri
allar fiskimenn (bæði okk-
ara egnu og útlendingar) at
royna á stongdum leiðum.
Fiskimenn eru jú ikki óvit-
andi um óskilið á okkara
havleiðum.
Spurningurin
er
tí:
Hvussu stórt virði hava vit
mist av berum kleyvarskapi
frá okkara loysingarlands-
stýri?
Í Felagsskúlanum á
Oyrarbakka hava næm-
ingar og lærarar lagt
niður ta vanligu tíma-
talvuna og hava í tríggj-
ar dagar fingist við
ymist, ið hevur við fisk
at gera.
Mánadagin
lærdu
næmingarnir seg at
knýta knútar. Eisini
varð vitjað á virkinum á
Oyrarbakka, Netamont-
ering, ið ger gørn.
Henda dagin høvdu vit
eisini vitjan av fiski-
frøðingi frá Fiskirann-
sóknarstovuni,
ið
greiddi okkum frá um
tey ymisku fiskasløgini
undir Føroyum.
Seinni um dagin varð
vitjað á Uppboðssøluni
á Toftum, har vit eisini
keyptu fisk, ið skuldi
verða nýttur til mat-
gerðina dagin eftir.
Týsdagin
vórðu
næmingarnir býttir í
bólkar og fingu møgu-
leika at royna seg á
ymsum økjum.
Tey fingu møguleika
at royna seg at skera
kjálkar, flekja, skrædla,
gera
frikadellur
og
knetti, steikja flak og
kjálkar og at gera ymisk
sløg av sildasalati.
Eisini vórðu filmar
vístir.
Næmingarnir
gjørdu eisini borðprýði,
ið sjálvsagt vóru fiskar
í alskyns litum.
Mikudagin
vórðu
skúlastovurnar pyntað-
ar, og á middegi settust
øll til borðs at njóta
tann góða matin, ið
smakkaði sera væl.
Tríggir góðir, læru-
ríkir dagar vóru at enda
komnir.
Hósdagin 7. desember
lat upp framsýningin
»Á ferð gjøgnum søg-
una ár 0-2000« .
Næmingar í fólka-
skúlanum hava arbeitt
við eini evnisviku undir
heitinum
»Føroyar
kristnar í 1000 ár« , og
er tað hetta arbeiðið,
sum verður víst fram,
og kunnu fólk sostatt
síggja, hvat ið børnini
hava fingið burtur úr.
Á
framsýningini
kunnu síggjast tekning-
ar, klæði o.s.fr., sum
børnini hava gjørt.
Landsmiðstøðin hev-
ur staðið fyri evnisvik-
uni og hevur lagt til
rættis framsýningina.
Ætlanin er, at fram-
sýningin verður í Norð-
urlandahúsinum til og
við 9. januar 2001,
sigur Norðurlandahúsið
í tíðindaskrivi.
Vit skulu sjálvir
Fingust við ymist,
ið hevur við fisk at
gera í tríggjar dagar
Á ferð gjøgnum
søguna ár 0-2000
Loysingarlandsstýrið og »Brimil«