týsdagur 19. desember 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 20. desember 2000
13
gult cyan magenta svart
12
Nr. 245 - 20. desember 2000
gult cyan magenta svart
Tlf. 312727
Uppskriftin
hesa vikuna
Gjestal Orkide - Superwash Sport
Barnajakkar
Marjus Dam
løgtingsmaður
Um fullveldissamráðingar-
nar hildu fram hevði Sam-
bandsflokkurin uttan iva
fingið eini 35% av atkvøð-
unum (varisliga mett), men
fullveldið er farið til botns.
Sjálvstýrisflokkurin
tað
sama. Niðurtúrurin hjá
Fólkaflokkinum er vorðin
til framgongd, tí fullveldið
er sokkið.
Loysingarsamgongan
hevur í verki ført Sam-
bandspolitikk – vánaligan
fyri tað mesta. Um loysing-
arpolitikkur varð førdur alt
samgonguskeiðið, so hevði
Fólkaflokkurin helst ligið
um tey 3% ini. Tí tá hevði
arbeiðsloysi longu nú eftir
3 árum verið stórt. Nógvar
uppsagnir høvdu verið í
serliga almenna sektorinum
og avleiddum vinnum frá
hesum. Fólkafráflyting og
tvingsilssølur høvdu verið
høvuðsreglan og ikki und-
antakið.
Vánaliga og jánkasliga
støða løgmans ( Um ongin
støða eisini er ein støða)
heldur lív í Tjóðveldis-
flokkinum. Tað tykist sum
hann er bangin fyri hesum
flokki.
Eftir at Fólkaflokkurin
slepti Fullveldinum – og
samstundis fór at tosa um
skattalætta – sum ongin, tí-
verri, hevur sæð nakað til
enn – er aftur farið at
bragda hjá teimum, sam-
bært seinastu veljarakann-
ingum.
Veljarin hevur við hesum
kanningum víst, at tey vilja
• ikki hava loysing
• tey vilja hava skattalætta.
Sambært samansetingini
í Løgtinginum í løtuni er
greitt, at allir flokkar vilja
hava ríkisrættarligar broyt-
ingar. Ein sera stórur meiri-
luti av øllum føroyingum
vil hava hesar broytingar –
innan Ríkisfelagsskapin.
Nevniliga veljarin hjá
Sambandsflokkinum, Javn-
aðarflokkinum, Sjálvstýris-
flokkinum og hjá Fólka-
flokkinum.
Um Fólkaflokkurin hevði
hildið fast við upprunaligu
fullveldisskandaluna,
so
hevði hann helst fingið
minni enn 5% av atkvøð-
unum og nærkast Sjálvstýr-
isflokkinum. Tað er nevni-
liga púra greitt, at eftir
seinasta samráðingarkol-
laps har fullveldið fór til
botns, fór at gangast betri
hjá samgonguni (undan-
tikið Sjálvstýrisflokkinum,
ið er í sorli, tí hann er ov
kvettingarsinnaður). Á ein
hátt sera margháttligt at tað
fór at gangast betri hjá hesi
samgongu tá høvuðsenda-
málið, fullveldið, fór í
knús.
Loysing er skattahækking:
• Fólk vilja hava skatta-
lætta
• Tey vilja hava góð út-
búgvingartilboð
fyri
teirra børn
• Eina góða sosiala skipan.
• Eitt gott vinnulív
• Hesi ynskir torpederar
loysingin totalt.
• Tí sigur ein stórur meiri-
luti av føroyingum NEI
TIL LOYSING. Loysing-
in er ein andsøgn til góð
viðurskiftir á nevndu økj-
um. Tá loysingarsam-
gongan hevur bøtt um
hesi viðurskiftir – so hev-
ur hon ført Sambands-
politikk – ikki loysingar-
politikk. Í løtuni liggur
loysingarpolitikkurin í
toku og ongin veit hvat
samgongan
vil.
Tað
kunna tey ikki vita, tí
samgonga veit tað ikki
sjálv!
Skattalætti:
Veljarin vil hava ein hart
tiltrongdan skattalætta, ið
eisini eigur at lækka 37%
markið, so fólk, ið arbeiða,
hava meira eftir.
Sum er í dag, merkja
flestu fólk hvussu arbeiði
verður straffað í okkara
samfelagi. Tí eigur allur
skattastigi okkara at verða
lækkaður.
Lat meg í somu atløgu
nevna, at fakfelagsrætturin
og frælsið skal varðveitast,
soleiðis at ein skattalætti
ikki skal viðføra lógarásett-
ar skerjingar av lønum. Tí
lønirnar eru ein samráðing-
arspurningur á arbeiðs-
marknaðinum og eigur at
verða tað framyvir. Fakfel-
øgini eiga og skulu taka sær
av hesum.
Hvat eigur at verða gjørt:
Føroyar hava ligið bak
seinastu 3 árini. Fullveldis-
ørskapurin hevur oyðilagt
mangan skilagóðan polit-
ikk. Hóast tað gongur væl
fíggjarliga orsaka av góð-
um fiskaprísum og ríkis-
veitingini, so hava vit
hægsta nettoskatt í heimin-
um – og hendan sam-
gongan hevur bert hækka
teir meira.
Ríkisveitingin ikki skerjast:
Nú eiga stóru flokkarnir á
tingi at gera eina semju um
ríkisrættarligar broytingar
innan Ríkisfelagsskapin.
Ríkisveitingin eigur ikki at
skerjast í fyrstu atløgu, tí
tað eru so mong viðurskift-
ir, ið liggja í órøkt. Og tað
skal nógvur peningur til at
fáa rætta upp uppá nógv av
hesum álvarsøkjum.
Um Tjóðveldisflokkurin
ikki sleppir loysingini, ja,
so eigur hann at fáa dura-
fjórðingin. Fólkaflokkurin
eigur ikki at ræðast Tjóð-
veldisflokkin, tí ræðslan, ið
serliga løgmaður hevur,
heldur lív í hesum Hara-
kiripilotum.
Vit áttu nú at framt
• broytingar innan ríkisfel-
agsskapin
• skattalætta fyri allar inn-
tøkur.
• Bygt Føroyar uppaftur.
Tað átti at verið ein
meiriluti fyri hesum polit-
ikki á Føroya Løgtingi.
Løgmaður eigur, eftir míni
hugsan at hugsa um Før-
oyar og vælferðina, og tí
skipa eina breiða sam-
gongu við Javnaðarflokkin
og Sambandsflokkin.
Tað hevði verið í tráð við
ein sera stóran meiriluta i
Fólkaflokkinum. Tað vísir
nevniliga seinasta veljara-
kanning.
Fullveldisbrotsverki bert
eydnast tí Sambandspolit-
ikkur er rikin í verki:
Fullveldisætlanin
hevur
alla tíðina verið eitt brots-
verk ímóti Føroyum. Hesin
glæntrileikur hevur bert
gingið, tí loysingarsam-
gongan í verki hevur ført
ekspansivan
Sambands-
politikk. Um loysingar-
politikkur varð framdur
høvdu skerjingar verið á
øllum økjum og serliga í
Tórshavn har almenni sekt-
orurin er størst. Og skatta-
hækkingarnar øðiligar.
Um Tjóðveldið og Fólka-
flokkurin høvdu havt fram-
gongd um neyðugar loys-
ingar skerjingar, uppsagnir
og skattahækkingar vórðu
framdar seinastu 3 árini við
útliti til somu OYÐI-
MARKARGONGD kom-
andi 20 árini, fer ein at
ivast í. (Tá høvdu einstakir
rithøvundar uttan iva havt
tilfar nokk at skriva um í
einum kreppuraktum Før-
oyum). Men framgongd tá
teir fremja Sambandsfloks-
politikk, stórt sæð, tað vís-
ir, at vit í Sambandinum
eru á rættari kós.
Nýskipanaruppskotið
neyðugt:
Á ríkisrættarliga økinum er
nú neyðugt at taka undir
við komplettum Sambands-
politikki og seta í verk Ný-
skipanaruppskot
Sam-
bandsfloksins.
Tað er nevniliga trygt fyri
allar føroyingar og Føroyar.
Tað kunnu vit liva við –
øll.
Vit siga nei til at høvuðs-
rættur okkara verður tara-
bløð.
Sambandspolitikkur hjá loysingar-
samgonguni er orsøkin til framgongd
hjá Fólkaflokkinum
VIÐMERKINGAR
Súsanna Dam
Eg var sera fegin at lesa
leiðaran í Sosialinum
ídag 6. des. 2000 Endi-
liga hevur ein miðil tikið
seg saman til á ein
sámuligan hátt, at gera
vart við, hvussu álvars-
ligar fylgjur tað hevur
fyri samfelagið, at alt ov
fáar kvinnur eru við til
at mynda menningina
og taka avgerðir.
Spurningurin
er
hvussu væl fólkaræðið
virkar, ella um tað í
heila takið kann virka i
einum samfelag, sum er
so totalt mansdominer-
að, eins og Føroyar eru.
Men hvussu kunnu vit
vænta at kvinnur skulu
vera roknaðar sum skil-
vísar verur, tá vit dag
um dag lata ein stovn
sum Útvarp Føroya hó-
reiggja sær, sum teir
gera. Skráin er at vísa
seg gjørd av monnum
um menn, til menn at
lurta eftir. ÚF kundi fyri
tað havt yvirtikið skip-
anina hjá gomlu spartan-
arnum. Púra rætt, hús-
faðirin er eisini hann, ið
fær rokningina fyri út-
varpsgjaldið.
Í morgum tosaði út-
varpið við eina lista-
kvinnu, sum í hesum
døgum vísir fram list
sína í New York, men út-
varpsmaðurin lýsti hana
sum frú Tordur Nicla-
sen!!!
So kemur næsta send-
ing, Jógvan Arge lesur
16 part av tí sera
kvinnudiskriminerandi
Tættir úr Kirkjubøar
Søgu.
Endursending
minst einaferð afturat,
um ikki øll skuldu havt
fingið við, hvussu lítið
virdar
kvinnurnar
í
Kirkjubø vóru.
Fríggjakvøld og leyg-
arkvøld í ÚF eru rein
mannfólkadyrkan, so at
tú nærum ivast í um
prátið er heilt normalt.
Hvussu sjúkt tað er,
hoyrdist seinasta viku-
skifti tá einhvør úrmæl-
ingur – male sjálvsagt –
frambar sínar genialu
hugleiðingar
um
kvinnuligar bilførarar.
Ein hugleiðing, sum út-
varpsverturin framman-
undan hevði lýst við-
komandi og beinrakna at
vera.
Og hvør minnist ikki
blondinusøgurnar sum
plágaðu okkum hvønn
einasta seinnapart eitt
heilt summar.
Okkurt skilafólk mátti
starvast í útvarpinum,
kundu vit ikki hjálpt
teimum
at
skumpa
ítróttarbýttlingarnar ella
onnur líka fjantut og
týdningarleys mannfólk
burtur, so tey í staðin
fyri kundu farið at nýtt
ÚF til at lýsa veruliga
heimin og teir spurning-
ar, sum snúgva seg um
dagligu tilveruna hjá
okkum øllum.
Vit mugu í hvussu so
vera greið yvir, at her
restar nógv í, at kvinnur
fáa sín sjálvsagda lut í
øllum lívsins viðurskift-
um, og tí er tað eitt virð-
ismikið stig, at Sosial-
urin tekur henda spurn-
ingin upp á leiðarastøði.
Jonna Justinussen
Nú tað er jólagávutíð, so er
tað tíð til at minna fólk á, at
tað er eitt ómetaliga ringt
hugskot at geva livandi dýr
í jólagávu. Hvørki ein ella
tveir kettlingar (ella fimm,
sum fólk, ið hava kettufarm
bjóða framm í lýsingunum)
ella ein hundahvølp.
Avgerðin um at fáa sær
eina kettu ella hund, skal
ikki takast av øðrum. Tað er
nakað tú gert, tá tú hevur
hugsað teg gjølla um, tí tað
fylgir nógv arbeiði við.
Hetta er eitt arbeiði, sum
summi gera við gleði, og
onnur ikki kunnu fordraga.
Hesi seinastu eiga sjálvandi
ikki at hava kelidýr.
Tað er eisini tíð hjá mær
at fortelja søguna um ein
lítlan fittan kettling, sum
ikki er til meira. Hann kom
tíverri ikki til tey røttu
fólkini.
Familjan fekk hann í
desember mánaða. Kanska
var hann jólagáva, eg veit
tað ikki. Men hann, kett-
lingurin, vísti seg at vera
ein ketta, og hendan lítla
kettan (lítil, tí hon var ikki
heilt vaksin) fekk kettlingar
í august mánaða, tvs. 8
mðr. gomul. Kettlingarnir
blivu avlívaðir, men fólk
gloymdu at geva mammuni,
tí lítlu kettuni, p-pillarar, so
hon gjørdist upp á vegin
beinanvegin. Har gekk ein
vilstur, heimleysur frensur í
grannalagnum. Tað var iva-
leyst hann, sum voldtók tað
lítlu kettuna. Hann hevði
ikki havt áhuga fyri henni,
um hon hevði fingið p-
pillarar, og so var onki
hent.
Familjan tímdi ikki at
hava stríðið, ongin var
heima um dagarnar, og
kettan gekk úti allan dagin.
Ongin hurð var á gloppi og
ongin lúka, so hon kundi
fara inn, og tí royndi hon at
sleppa sær upp í onkran
heitan barnavogn.
Ja, og hvat halda tit so,
var endin á hesum »lítla
fitta kettlingi«?
Mannarættindi
–Kvinnurættindi
Ein kettling í jólagávu? Nei takk