sunnudagur 16. juli 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 14. juli 2006
23
lýsingar
Tórshavnar kommuna
Serstaka byggisamtykt nr. 7
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um
býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt
kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 29. juni samtykti
broytingar í serstøku byggisamtykt nr. 7.
Ætlaða broytingin er, at ásetingarnar fyri matr. nr. 1306b,
Tórshavn, verður broytt frá at vera A2 øki til stakhús, til
at verða øki E til alment endamál.
Tilfar um ætlaðu broytingina liggur frammi í Snarskivuni
á Vaglinum, frá 17. juli til og við 7. august 2006, frá
mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag
tó til kl. 18.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda
Tórshavnar kommunu skrivliga áðrenn 17. oktober 2006.
Kunngerð
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni
Starvsfólk til Heimið við Vallalíð
Tvey føst størv og tvey fyribils størv vegna barnsburðarfarloyvi eru leys at søkja.
Í fast starv verður søkt eftir
einum sjúkrarøktarfrøðingi í starvsbrøk 0,5 og einum heilsurøktara í starvsbrøk 0,5 at byrja
1. august 2006 ella skjótast til ber.
Í fyribils starv verður søkt eftir
einum heilsurøktara í starvsbrøk 0,75 til setan frá 1. september 2006 til 31. august 2007 og einum
heilsuhjálpara í starvsbrøk 0,75 til setan frá 1. november 2005 til 31. mai 2007.
Vit bjóða
eitt spennandi og mennandi starv, har starvsfólkini eru saman um at skapa eitt gott og hugnaligt
heim fyri 16 búfólk, sum eru minnisveik. Arbeitt verður útfrá eini sosialpsykologiskari tilgongd, sum
er merkt av innliti, umsorgan, nærleika og virðing fyri tí einstaka menniskjanum.
Søkt verður eftir fólki, sum
• hevur hug og hegni at arbeiða við fólki, ið eru minnisveik
• er til reiðar at bróta uppúr nýggjum og ganga nýggjar leiðir
• vil verða við til at byggja upp eitt heim, sum er merkt av lívi og trivna
• dugir væl at samstarva og samskifta við onnur
• er motiverað og fleksibul
• kann arbeiða í skiftandi vaktum
Løn og setunarviðurskifti
Sambært avvarðandi fakfelag
Umsókn
við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal merkjast »Vallalíð« og verða Tórshavnar
kommunu í hendi í seinasta lagi 31 juli 2006.
Nærri fæst at vita
um størvini við at venda sær til Halldis Joensen, deildarleiðara, tlf. 302456 / 213002.
Tórshavnar kommuna
Leyst starv
Summarfrí
Skrivstovan er stongd vegna summarfrí í viku 30 frá 24. juli til 30. juli.
Í átrokandi førum ber tó til at ringja, sí telefonnummar á heimasíðu okkara
www.industry.fo
Vinnuhúsið • Boks 1038 • Smærugøta 9A • FO- 110 Tórshavn
Tlf. +298 30 99 00 • Fax +298 30 99 01 • E-mail: industry@industry.fo
Lesið
- so eru tit við
Avloysari
Eitt fulltíðarstarv sum avloysari fyri roknskapar-,
móttøku- og avgreiðslufólk í farloyvi í tíðarskeið-
inum 1. august 2006 til 1. august 2007 er leyst at
søkja.
Umframt bókhald og vanligt skrivstovuarbeiði,
skal tann, ið settur verður, eisini luttaka í øðrum
útflutningsfremjandi arbeiði, so sum at svara
útlendskum fyrispurningum um møguligar sam-
starvsfyritøkur í Føroyum og at vera við í arbeið-
inum at fyrireika og gjøgnumføra handilsferðir og
framsýningarátøk uttanlands.
Vit hugsa okkum, at tú hevur kunnleika til alt vanligt
skrivstovuarbeiði og eisini dugur at arbeiða við FSL
- Fíggjarstýringsskipan Landsins.
Arbeiðsøkið hjá Menningarstovuni er rættiliga
fjølbroytt við nógvum spennandi uppgávum, ið
seta krøv um góð samstarvsevni. Tí vænta vit, at tú
sum persónur er fryntligur og fyrikomandi og hevur
góðan kunnleika í bæði føroyskum og enskum og
lættliga kann samskifta við bæði føroyskar og
útlendskar fyritøkur.
Setanarviðurskiftini eru sbrt. sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Umsóknir vera at senda Menningarstovuni í seinasta
lagi 27. juli 2006.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Menningarstovan
Faroe Islands Trade Council
Bryggjubakki 12 · Postrúm 259 · 110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
ti Kjartan Kristiansen, 353100 ella 216117.
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo