sunnudagur 16. juli 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 134 - 14. juli 2006
Starvsfólk til Slóðina
www.almannastovan.fo
Slóðin er bústovnur í Tórshavn, nor-
meraður til 5 ung fólk undir 18 ár
við sosialum, kensluligum ella sálar-
ligum trupulleikum. Endamálið við
stovninum er at geva teimum ungu
umsorgan og mennandi umstøður, so
tey í framtíðini við treysti megna at
taka ábyrgd av egnum lívi.
Í løtuni starvast umframt leiðari 7
starvsfólk á stovninum.
Trý størv eru leys at seta við byrjan
7. august 2006.
Starvsfólk/pedagogur
Starvið er eitt fulltíðar farloyvisstarv í
tíðarskeiðnum frá 7. august 2006 til
31. januar 2007. Vit vænta at við-
komandi, ið verður settur, er førur
fyri at arbeiða sjálvstøðugt og í tøtt-
um samstarvi við bæði vaksin og
ung, og er opin fyri nýggjum peda-
gogiskum avbjóðingum. Tann, ið
settur verður, skal hava viðkomandi
útbúgving/royndir og tað er ein fyri-
munur at viðkomandi hevur koyri-
kort. Starvið verður lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi yrkisfelag.
Vakjandi náttarvakt
Arbeitt verður tríggjar nætur á átta
tímar og síðan seks nætur frí. Vit
vænta at viðkomandi, ið settur verður,
er førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og í
tøttum samstarvi við bæði vaksin og
ung, og er opin fyri nýggjum pedagog-
iskum avbjóðingum. Tann, ið settur
verður, skal hava viðkomandi útbúgv-
ing/royndir. Starvið verður lønt sam-
bært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi yrkisfelag.
Reingerðarfólk
Starvið er 10 tímar um vikuna, og
verður lønt sambært sáttmála hjá
avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um størvini við at
venda sær til Terja Rasmussen, leiðara,
á tlf. 31 50 30 ella 22 81 30.
Umsóknarfreistin er 24. juli 2006.
Umsóknir við avriti av prógvum,
viðmælum v.m. skulu sendast til:
Almannastovuna, Smyrilsvegur 20
Postboks 3096, 110 Tórshavn.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
K R E A . F O . TEL 47 80 80
Frá mánadegi 14. august verður opið
aftur sum vanligt allar yrkadagar
frá kl. 9 til kl. 15.
Sí annars www.almannastovan.fo
www.almannastovan.fo
Rætting til avgreiðslutíðir í summar
Frá 17. juli til 11. august eru avgreiðslutíðir
okkara broyttar. Móttøkurnar hava opið og
telefonirnar verða tiknar:
Mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til kl.12
(Ikki sum áður lýst, frá kl.10 til kl.13)
lysingar