sunnudagur 16. juli 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 14. juli 2006
27
vikuskifti 27
Samrøða
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hann eigur eyðkendu røddina
í bólkinum Supertramp. Hann
skrivaði stóru hittini, sum
gjørdi bólkin til ein tann størsta
poppbólkinum í heiminum
eitt skifti seint í sjeytiárunum
og tíðliga í áttatiárunum. Og í
summar kann Roger Hogdson
fyri fyrstu ferð upplivast á
føroyskum palli, tá hann fer at
spæla á Summar Festivalinum.
– Eg eri sera spentur at koma
til Føroya. Eg elski at vitja nýggj
støð, og tá eg fekk innbjóðingina
úr Føroyum, svaraði eg beinan
vegin ja. Eg skuldi ikki umhugsa
meg leingi fyri at taka av
tilboðnum. Tað var faktiskt eitt
deiligt yvirraskilsi at fáa eina
innbjóðing úr Føroyum, sigur
Roger Hodgson.
Hann fer at spæla leygar
kvøldið á Summar Festivalinum,
og tá fer hann at syngja allar teir
kendu Supertramp-sangirnar,
sum fólk kenna so væl.
– Eg havi havt ymsar fram
førslur seinastu árini. Summar
hava verið við bólki, onkuntíð
havi eg havt strúkarar afturat,
og uppaftur onkuntíð havi eg
spælt mest sum einsamallur.
Í Føroyum fari eg at hava
eina soloframførslu, og eg
havi saxofonspælaran hjá
mær við. Hesar framførslur
eru heilt serligar fyri meg, tí
eg fái eitt sera tætt samband
við áhoyrararnar, og eg kann
veruliga syngja sangirnar,
soleiðis sum eg vil hava teir at
ljóða, sigur Roger Hodgson.
Gavst á toppinum
Give A Little Bit, Logical Song,
Breakfast In America, Dreamer
og It’s Raining Again.
Eyðkendu poppsangirnir hjá
Supertramp gjørdu bólkin til
ein tann størsta poppbólkin
í heiminum eitt skifti síðst í
70’unum og fyrst í 80’unum.
Útgávan Breakfast In America
varð best seljandi útgávan í
heiminum í 1979, og útgávan
hevur higartil selt 18 milliónir
eintøk.
Supertramp herjaði um hetta
mundið hitlistarnar við sínum
framúr góðu poppsangum, og
bólkurin hevur samanlagt selt
fleiri enn 50 milliónir plátur
kring heimin.
Maðurin, sum skrivaði og
sang flestu av hittunum hjá
Supertramp, er Roger Hodgson.
Hann er sangarin við teirri
eyðkendu og høgu røddini, sum
myndaði Supertramp í stórtíðini
hjá bólkinum.
Best sum Supertramp var í
hæddini fyrst í 80’unum, valdi
Hodgson at gevast. Útgávan
Famous Last Words frá 1982
gjørdist tann seinasta við honum
í Supertramp, og árið eftir gavst
hann í bólkinum.
Rennur ikki undan
Supertramp
Hóast Roger Hodgson ikki hevur
spælt í Supertramp í meira enn
20 ár, verður hann í allar tíðir
óloysiliga bundin saman við
frálíka poppbólkin, har hann var
høvuðsmaður.
– Tað var eingin løtt avgerð at
taka, tí Supertramp hevði havt
so nógv at siga fyri meg og var
knýtt so tætt at mínum samleika.
Men eg haldi, at bólkurin var
komin so langt, sum hann kundi
koma, tí eg valdi at gevast.
– Eg renni ikki undan Super
tramp, tí tað kann eg als ikki.
Mín rødd og mín tónleikur
var ein so týðandi partur av
bólkinum, at tá fólk hoyra
meg syngja nú, so seta tey
meg sjálvsagt í samband við
Supertramp. Tað havi eg einki
ímóti, tí Supertramp hevði sera
nógv at siga fyri meg í nógv ár,
og bólkurin gjørdist ein partur
av mær, sum eg ikki kann sleppa
undan, sigur hann.
– Tað fara fólk eisini at hoyra
á konsertini í Føroyum, tí eg
spæli framvegis mínar sangir frá
tíðini í Supertramp. Sangirnir
eru framvegis míni børn, sum eg
eri góður við. Mær dámar væl at
syngja sangir, hóast tað eru nógv
ár, síðani eg gavst í Supertramp,
sigur Roger Hodgson.
Hugsaði um familjuna
Ein týðandi orsøk til, at Roger
Hodgson valdi at gevast í
Supertramp var, at hann vildi
brúka tíðina til annað enn tónleik
og Supertramp.
– Eg helt, at tað var rætt at
gevast í Supertramp, tí í eini 14
ár hevði eg brúkt meginpartin av
mínari tíð upp á bólkin. Eg vildi
seta meira tíð av til familjuna
hjá mær, og tí gavst eg heilt í
bólkinum. Tað kendist rætt tá, og
eg havi ikki angrað tað síðani,
sigur Roger Hodgson.
– Næstu árini brúkti eg tíðina
til familjuna og at finna meg
sjálvan. Tað var trupult at verða
burtur frá tónleikinum, og tað
var ein stór broyting í mínum
lívi. Tað var ikki bara lætt, men
eg fekk nógv burtur úr hesum
árunum.
Roger Hodgson hevur altíð
verið hugsandi maður, og hann
hevur brúkt nógv tíð til at finna
seg sjálvan og eydnuna í lívinum.
– Eg havi altíð grundað
yvir stórar spurningar. Eg var
rættiliga forvirraður í mínum
ungdómsárum og hevði nógvar
spurningar til mín sjálvan, sum
eg ikki dugdi at svara. Eg leitaði
eftir eydnu og kærleika, og tað
sást aftur í mínum sangum.
– Nú eri eg væl eldri, eg havi
verið ígjøgnum nógv, og eg havi
eisini nógv svar, sum gera meg
meira eydnusaman. Seinastu
árini havi eg aftur fingið hugin
til at spæla tónleik, og tí havi
eg spælt konsertir kring allan
heimin. Eg njóti at fara á
konsertferð, og eg eri sera fegin
um, at eg fái møguleikan at vitja
í Føroyum, sigur Roger Hogdson.
– Eg renni
ikki undan
Supertramp
– Eg njóti at fara á konsertferð, og eg eri sera fegin
um, at eg fái møguleikan at vitja í Føroyum, sigur
Roger Hogdson, fyrrverandi høvuðsmaður í Super
tramp. Í summar kemur hann til Føroya at spæla á
konsert fyri fyrstu ferð, og hann ætlar sær at spæla
allar teir kendu sangirnar, sum hann skrivaði til
Supertramp
– Eg eri sera spentur at koma til Føroya. Eg elski at vitja nýggj støð, og tá eg fekk innbjóðingina úr Føroyum, svaraði
eg beinanvegin ja, sigur Roger Hodgson, sum skal spæla á Summar Festivalinum í august