sunnudagur 16. juli 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 14. juli 2006
36 vikuskifti
Regatta
Orð: Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Myndir: Edmund S. Jacobsen
Rættiliga fitt av fólki var komið
saman í Ishøj seinasta leygardag,
tá Róðrafelagið Neystið skipaði
fyri 19. Færø Regatta, ið nú á
døgum eitur Atlantic Airways
Færø Regatta. Veðrið var gott,
hóast eitt sindur av mjørka
lá yvir Ishøj Havn. Hetta
órógvaði sjálvandi eitt sindur,
tí Kappróðurin er nú sum áður
høvuðsparturin av regattaini. Har
var so tjúkt, at bátarnar sóu ikki
mál, tá starturin fór. Fólk fekk tó
fylgt rættiliga væl við av landi.
Líkindini vóru annars sera góð,
eingin streymur var, og tí gekk
væl at leggja bátarnar, soleiðis
at kappróðurin varð avgreiddur
skjótari enn vanligt.
Tó mundu fleiri av limunum
í Neystinum hava hug til at
gerast eitt sindur skuffaði, tá
bátarnir hjá Neystinum vóru
við undirlutan fyri bátunum hjá
hinum kappróðrarfelagnum í
Keypmannahavn. Knørrur vann
bæði hjá kvinnum og monnum.
Old Boys manningin á
Tvøroyrabátinum, var ikki
skuffa. Seinastu sjey árini
hevur Havnarbáturin vunnið
í 10 mannaførum fyri Old
Boys, men í ár megnaðu
manningin á Tvøroyrabátinum,
ið millum annað taldi leiðaran í
Føroyahúsinum Martin Fjallstein
og Dánjal Petur Thorssteinsson
eigara av Skarv, at koma á mál
framman fyri Havnarbátinum.
Hetta fegnaðust teir óført um, og
lótu teir eisini Havnarbátin vita
av hesum, tá steypið varð handað.
Regattain hevur øll árini
havt tvær høvuðshendingar,
kappróðurin tíðliga seinnapartin
og so dansin um kvøldið. Vanliga
er nógv fólk fari heim ímillum
kappróðurin og dansin. Nógv
eru so ikki komin aftur. Tí gjørdi
Neystið í ár nógv fyri, at gestirnir
skuldu vera verandi.
Barnafamiljurnar vóru í hásæti
við undirhaldi við klovninum
Hannibal og vinkonu hansara
Angelu. Harumframt var
andlitsmáling, har børnini vórðu
málaði sum flogmýs og annað
vandamikið og spennandi.
Skipað var eisini fyri livandi
tónleiki í teltinum, umframt
at íslendski kokkurin Stina,
ið vanliga matgerð í Føroya
Húsinum, bjóðaði gestunum
góðan mat. Millum annað
breyð við føroyskum viðskera
sum rullupylsu og skerpikjøt.
Hetta fall í góða jørð millum
útisetarnar, ið ikki allir fáa
tílíkan mat í gerandisdegnum.
Diana Reynstind nevndarlimur
í Neystinum sigur við Sosialin,
at tað eydnaðist væl hjá teimum
at fáa fólk at vera verandi. Tað
tyktist, sum um fólk vóru glað
fyri tónleikin í teltinum, og nógv
av eldra fólkinum fór ikki fyrr
enn um tíggjutíðina, sigur hon.
Diana greiðir frá, at tey hava
roynt at endurnýggja regattaina
eitt sindur. Men arbeiðsorkan hjá
felagnum er lítil, og tí eru eisini
avmarkingar í, hvat tey kunnu
gera. Tí hava tey rationaliserað
eitt sindur, eitt nú hevur Neystið
latið søluna av mati frá sær,
men fáa so prosentir av søluni.
Hetta hevur lætt eitt sindur um,
og riggar øgiliga væl. Hetta er
annað ár á rað at Stina stendur
fyri hesum, og hon er dugnalig
og von at gera mat til nógv fólk.
Hon hevur fingið rættiliga fríðar
teymar, tó var ein av treytunum,
at føroyskur matur, sum
skerpikjøt og rullupylsa vóru á
skránni. Hetta er fólk von at fáa
á regattaini, og tí høvdu tey verið
skuffa, um tað ikki var til sølu.
Hóast veðrið var gott, og
rættiliga fitt av fólki var savnað,
var talið lægri enn í fjør, sigur
Diana. T.d. vóru bara 200 fólk til
dansin við Take Off, og hetta er
munandi færri enn í fjør, sjálvt
um verðrið var ringt í fjør. Men
dansurin riggaði annars sera
væl. Take Off spældi væl og
dugdi væl at undirhalda gestirnar,
greiðir hon frá. Kvøldið spældi
friðarliga av, onkuntíð fyrr
hava bardagar verið, men í ár
skikkaðu øll sær væl.
Fyrireikararnir vóru væl nøgdir
við dagin, tó at tað var irriterandi,
at Neystið ikki vann, sigur Diana,
ið sjálv róði við Old Girls.
Dagurin byrjaði við, at
Løgmaður Jóannes Eidesgaard
helt setanarrøðuna. Diana sigur,
at hon helt røðuna vera góða,
og vera ein góðan hátt at seta
hátíðarhaldið. Tó var røðan
kanska eitt sindur ov politisk,
heldur hon.
Manglandi limir
Komandi ár verða 20 ár síðan
Neystið var stovnað, og felagið
tók yvir fyriskipanina av Færø
Regatta. Tí er nógv á skránni
til hetta árið. Men ætlanin var
upprunaliga eisini, at fleiri onnur
tiltøk skuldu vera á regattaini í
ár. Tildømis rógvikapping við
róðrarmaskinum og beach volley,
men tíanverri var ikki fólk til at
taka sær av hesum.
Diana greiðir frá, at minkandi
limatalið hjá Neystinum er
ein stórur trupulleiki, alsamt
færri fólk meldar seg sum
lim. Í ár hevði felagið t..d.
ongan gentubát, og í Old Boys
róðrinum hevði felagið bert ein
bát, í fjør hevði Neystið tveir, og
áður plagdi talið at vera tríggir.
Hugnalig Regatta
Góða veðrið
og karmarnir í
Ishøj gjørdu 19.
regattaina hjá
Róðrarfelagnum
Neystinum
eina hugnaliga
uppliving fyri ung
og gomul.
Mjørkin var so mikið nógvur, at bátarnir sóu ikki málið, fyrr enn teir nærkaðust tí
JensinaSelur Tað vóru ikki
einans børnini, ið vórðu málaði,
Jensina Olsen varð eisini pyntað
til henda festliga dag