Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-16, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 16. juli 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 14. juli 2006 35 vikuskifti 35 Rotem Avni, 28 ár Rotem er jødiskur ísraeli og gongur saman við eini miðvágsgentu, saman eiga tey eina tríggjar mánaðar gamla dóttir. Rotem hitti unnustu sína í Ísrael í 1998, tey gjørdust góð og eftir 2000, tá ið Rotem hevði gjørt sína hernaðarskyldu, kom hann til Føroya at vera saman við unnustu síni, her hevur hann síðan arbeitt m.a. á Hotel Hafnia. Í 2004 fóru tey bæði niður til Århus at lesa, hann lesur á handilsháskúlanum. Men hví er Rotem komin higar at lurta? – Sum ísraelskur borgari so vil eg gjarna hoyra um hesa áhugaverdu søguna, sum Menakhem hevur sagt frá. Eg las um tað í bløðunum í vikuni og helt tað vera áhugavert. Og tað sama við unnustu míni, sum eisini gjarna vildi hoyra meiri um Ísrael og um lívið hjá hesum báðum. Rotem livir upp til orðatakið um, at jødar altíð og í minsta lagi hava fleiri enn eina meining. - Men eg vil siga, at eg var ikki samdur í øllum, sum bleiv sagt um tað politiska stríðið og um ísraelska herin. – – – Jógvan Poulsen 26 og Astrið Breckmann 24 ár – Vit bæði lósu um tað í Sosialinum fyrr í vikuni og hetta er altíð spennandi fyri okkum. Okkara persónligi frelsari kemur frá jødum, leggja tey afturat. Teirra samband við Ísrael hevur soleiðis týðuligt tilknýti til teirra persónligu trúgv. Tey bæði vóru enntá á brúdleypsferð í Ísrael. Hetta var ein túrur, ið varð gjørdur í einum føroyskum ferðalagi, stutt eftir brúdleyp teirra. Áhugi teirra fellur á tað søguliga og støðu Ísraels í trúgv teirra, fortelur Astrið, sum er nevndarlimur í Ísraelsvinum – Einki land hevur eina líknandi søgu sum Ísrael. Tað er neyðugt at ein hoyrir um tað sonnu søguna um Ísrael. Í dag fer landið ígjøgnum stóra mótgongd serliga í fjølmiðlunum. Í teimum størru fjølmiðlunum sum BBC og CNN verður palestinska síðan av stríðnum nógv oftari lýst. Ísraelar hava jú eisini loyvi til at vera til, hóast teir eru í undirlutan, tá ið ein hugsar um fólkatalið í økinum. – Einaferð varð allatíðina tosað um Kalda Kríggið, men nú er tað hetta stríðið í Miðeystri og stríðið ímóti yvirgangi. Og ofta er tað so, t.d. í fjølmiðlunum og altjóða samfelagnum, at vit gloyma at standa upp fyrr enn tað er ov seint. Dømi eru Darfur og Rawanda, sigur Jógvan. – Ísrael er, so gott sum, umringað av fíggindum. Tey bæði er samd um, at kvøldið var stak gott. – Jú, avgjørt eitt gott kvøld. Ógvuliga realistiskur, hann livir jú dagliga við tí og hann dugdi væl at siga frá. Maðurin er eisini livandi leksikon og kennir støðuna hjá øllum pørtunum – jødum, kristnu og arabarum. tosað varð um nógv ymiskt, sum hevur við ísraelska samfelagið at gera. Men hóast vit hvønn dag í tíðindunum hoyra um stríðið har niðri, so høvdu flestu spurningarnir tó ikki endiliga beinleiðis samband við stríðið at gera – arbeiðsloysi, Kibbutz- skipanina, eldrarøkt, um hvussu ísraelar bera seg at við heiligdøgum og kríggi, tilflytarar og fremmandaarbeiðarar, og so var eisini nógv tos og spurningar um ættarbólkar í økinum kring landið og ísraelsku ættarbólkarnar. Sum í Kalifornia Men fyrst skuldi líkasum glið koma á teir mongu spurningar, sum fólk sótu inni við, eftir at hava sitið og hoyrt Menakhem siga frá. Fyrst setti Óli Jacobsen spurningin um ikki støðan var í dag var serliga ring. Men Menakhem, ið hevur búð í Ísrael síðan 1947, helt støðuna ikki vera nakað serliga óvanliga og greiddi róliga frá. – Tað er sum í Kalifornia. Har er rættiliga friðarligt í nøkur ár, men so brestir tað brádliga á við jarðskjálvta. Og so aftaná eina tíð so er friður aftur. Menakhem heldur, at friður í Miðeystri er møguligur, hóast tað ikki sær so bjart út. Ein spurningur, ið varð settur snúði seg um, at fleiri arabiskir politikarar tosa um at herða stríðið ímóti í Ísrael og til hetta finna íblástur í teirra átrúnað. – Eg tosaði einaferð við ein granskara í Islam, hann segði við meg, »gev mær teir politikararnar, ið ynskja frið, so skal eg vísa teimum á tey vers í Koranini, sum skulu sannføra teir um frið«. Fleiri spurningar um ættarbólkar Ísraels – Tann ættarbólkabygnaðurin, sum vit lesa um í Bíbliuni, er við tíðini oyðilagdur, greiðir Menakhem frá og svarar einum av fleiri spurningum, sum snúgva seg um ættarbólkar Ísraels. Ein vinkona hjá einum av áhoyrarunum kom úr Ný Sælandi og er av mauri-fólkinum. Hendan vinkonan sigur seg hava rætt, sum limur í einum av ættarbólkum Ísraels, til at venda aftur til Ísraels. Hetta hevði Menakhem ongantíð í sínum 76 ára langa lívi hoyrt um, hóast hann hevur verið saman við maurafólki. – Sum við øllum í Miðeystri, so er tað fløkt. Tvey viðurskifti gera seg galdandi, tað fyrra er lógin um tey, ið kunnu venda aftur. Tað seinna er tað, at har eru ymisk fólk úti í heimi, ið siga seg hava jødiskan uppruna. Lógin sigur at einhvør jødi kann venda aftur og blíva borgari har – ein sum hevur jødiskan uppruna aftur í 3. ættarlið, verður roknaður sum jødi. Menakhem sigur frá umstøð­ unum í Afrika, har fólk hoyra frá vísindafólki, sum vitja tey, siga at summir afrikanar eru av jødiskum uppruna. Síðan blívur ein rúgva av fólki brádliga jødar. Ein skemtilig søga var, at ein vinmaður Menakhems, ið var ísraelskur sendimaður í Tanzania, hitti ein afrikana í stórum hatti har tað stóð “Ísrael”. Hesin spurdi mannin við hattinum, hví hann hevði ein hatt við “Ísrael” á, hesin segði seg vera ísraela. »Men tað eri eg eisini, segði sendimaðurin«, afrikanin svaraði aftur, – tú líkist í hvussu so er ikki einum! Tað verður annars mett av granskarum, at ein fólkabólkur í Etiopia er av jødiskum uppruna. At fleiri jødar kring heimin velja at flyta til Ísraels er ein sannroynd og ein avbjóðing hjá ísraelska samfelagnum. Fleiri jødar úr fyrrverandi Sovjet Samveldinum eru komnir til Ísraels gjøgnum 90ini. Fleiri líknandi tiltøk Stríðið millum palestinar og ísraelar er eitt álvarsmál, og í einum stríði er tað jú altíð í minsta lagi tvær síður. Hetta málið fekk náttúrliga sína umrøðu á kvøldinum. Dánjal Poulsen, formaður í Ísraelsvinum, fortelur aftaná tiltakið frá, at endamálið við einum slíkum tiltaki er at siga frá veruligu støðuni hjá Ísrael. – Ísrael er dagliga úti fyri fleiri atfinningum á stórum tíðindarásum sum BBC og øðrum. Vit meta hetta vera neyðugt og vit fara at hava fleiri líknandi kvøld í juli-mánað. Hetta var eitt áhugavert kvøld, ið segði nakað um stóra áhugan hjá fleiri fyri landinum og søguni hjá tess fólki. – Ísrael er dagliga úti fyri fleiri atfinningum á stórum tíðindarásum sum BBC og øðrum. Vit meta hetta vera neyðugt og vit fara at hava fleiri líknandi kvøld í juli-mánað Tann ættarbólkabygnaðurin, sum vit lesa um í Bíbliuni, er við tíðini oyðilagdur, greiðir Menakhem frá og svarar einum av fleiri spurningum, sum snúgva seg um ættarbólkar Ísraels ”