Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-16, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 16. juli 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 14. juli 2006 34 vikuskifti Johan Jacobsen johan@sosialurin.fo Tilvitska føroyinga um Miðeystur og Ísrael Tað er eyðsæð, at fleiri føroyingar næstan dagliga fylgja við í støðuni í Miðeystri. Og serliga er tað Ísrael, ið hevur eina serstøðu í tilvitsku føroyinga. Og tað var týðuligt, út frá settu spurningunum at døma, at hesin áhugin hevur sín uppruna í Bíbliuni. Tað er uttan iva á hendan grundleggjandi háttin, at Miðeystur, hevur hugtikið føroyingin – ígjøgnum tað kristnu trúnna. Nærum dagliga – og undir øllum umstøðum, hvørji jól – fáa vit okkurt at vita um hetta økið. Kendu staðarnøvn sum Sýrialand, Egyptaland, Jerusalem, Damaskus, Jeriko osv. hava øll hoyrt. Í dag eru nøkur av nøvnunum broytt, vit kenna økið undir savnandi heitinum “Miðeystur”, og hoyra eisini nærum hvønn dag um Vestara Áarbakka, Gasa, trygdarmúrin millum Ísrael og Palestinsku sjálvstýrisøkini. Ein fær kanska nokk av at hoyra og síggja dagliga tíðindastreymin av ræðuligum myndum frá atsóknum og álopum. Men fyri fleiri føroyingum er landið nakað heilt serligt. Fleiri ungir føroyingar hava verið á kibbutz í Ísrael í nakrar mánaðir. Og tað tykist sum, at alsamt fleiri ferðalið fara úr Føroyum til Ísraels hvørt árið. Og somuleiðis hava fleiri virkin áhugafeløg, sum arbeiða við Ísrael, sæð dagsins ljós. Og fleiri av limunum í hesum feløgunum hava eitt rættiliga persónligt samband við landið gjøgnum sína trúgv. Fyri fleiri hevur Ísrael ein týdningarmiklan leiklut í Bíbliuni og eisini í teimum umtalaðu endatíðunum, sum m.a. Nýggja Testamenti sigur frá. Eitt av hesum feløgum, Ísraelsvinir, skipaði fyri hesum kvøldinum, ið snúði seg í stóran mun um Ísrael og um lívið hjá tveimum ísraelum – Menakhem og Hanna Ben-Yami – sum hava upplivað Holocaust og annars liva dagliga í einum landi, ið er merkt av stríðnum í Miðeystri. At byrja við innleiddi Óli Jacobsen, vinmaður Menakhems, við at siga frá teirra lívi. Hann hevur í trimum greinum skrivað um lívið hjá teimum í FF-blaðnum. M.a. segði hann frá søguni hjá Hannu, sum orsakað av, at hon var illa fyri við lungnabruna, slapp tú úr eini týningarlegu og var seinni send á eina jødiska barnalegu fyri foreldraleys í Bayern. Felagsskapurin Jewish Agency hjálpti henni á veg til Palestina stutt eftir, at 2. Veraldarbardagi var yvir. Ein fekk ein varhuga av, at orsøkin til, at Óli Jacobsen segði frá hesum partinum av teirra lívi, var at hesir tilburðirnir vóru rættiliga tungir at siga frá. Og tað er væl skilligt at ein, tá ið mann hevur verið ígjøgnum slíkar ræðuligar tilburðir og kanska ofta hevur sagt frá teimum, ynskir at sleppa frá. Menakhem fær orðið – Eg eri hvørgan serfrøðingur ella granskari í Holocaust ella í stríðnum í Miðeystri – men tað er innan fiskivinnuna, at eg havi serkunnleika. Hesi vóru fyrstu orðini hjá Menakhem, og soleiðis royndi hann, at fyrireika lurtaran uppá kvøldið. Síðan segði hann í stuttum frá sínum lívi, og hetta var meiri frá sínum tilkomna lívi. Á kvøldinum vóru serliga nógvir spurningar settir. Og Ísraelskvøld – Ísrael er dagliga úti fyri fleiri atfinningum á stórum tíðindarásum sum BBC og øðrum. Vit meta hetta vera neyðugt og vit fara at hava fleiri líknandi kvøld í juli-mánað. Soleiðis segði ein av fyriskiparunum av tiltakinum. Í fyrru viku var Ísraelskvøld í Miðlahúsinum, har heilt fitt av fólki var komið saman, umleið 70 í tali. Menakhem Ben-Yami segði frá sínum lívi og svaraði spurningum frá fólkinum í salinum Menakhem Ben-Yami og Poul Johan Djurhuus, ið tulkaði úr enskum á Ísraelskvøldinum