sunnudagur 16. juli 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 14. juli 2006
33
vikuskifti 33
– Hóast tey eru farin
av arbeiðsmarknað
inum, hava vit og
samfelagið brúk fyri
eldra ættarliðnum
í uppaftur størri
mun, enn nakrantíð
áður, segði Jóannes
Hansen, samfelags
frøðingur, í fyrilestrin
um “Tilvitan um egna
vælveru”, ið hann helt
í sambandi við eldra
átakið “Ábyrd fyri
egnari heilsu”
Eldraár
Jóannes Hansen,
samfelagsfrøðingur
Í
okkara samfelag og sam
feløgum av sama slagi kundu
hugtøkini og vendingarnar, sum
verða nýtt um tey eldru, bent á,
at hesin aldursbólkurin verður
mettur at vera trupulleiki í
samfelagnum, sum kostar nógvar
pengar, og sum er vaksandi og
harvið fer at kosta uppaftur fleiri
pengar og at vera til uppaftur
størri ónyttu.
Tað er gott hjá okkum øllum,
at tey sjúku, veiku og tyngdu
av aldri fáa ta umsorgan, tey
hava uppiborið. Tað er eitt
fátækt samfelag, sum ikki
hevur ráð til ta uppgávuna, og
sum ikki megnar meiri enn
diskountloysnir fyri tey veiku.
Tíbetur er tað soleiðis, at
mong, sum eru farin av arbeiðs
marknaðinum, og sum eru á veg
av arbeiðsmarknaðinum, eru
væl fyri og harvið før fyri at
geva stórt íkast til okkum yngri.
Spurningurin er, nær vit so
spakuliga verða bólkað millum
tey eldru. Ein segði mær fyri
stuttum, at hann hevði fingið
tilfar frá fakfelagnum, har tað
varð tosað um eldrapolitikk fyri
tey, sum vóru 55 ára gomul.
Tað er hugstoytt hjá teim
um, sum eru farin av arbeiðs
marknaðinum og eru væl fyri, at
kenna seg sum eldratrupulleika
og eldrabyrðu. Mín boðskapur
er, at samfelagið hevur brúk fyri
hesum fólkunum, og at tað er
mennandi fyri hesi, tá ið tey eru
tilvitað um, at vit hava brúk fyri
teimum í uppaftur størri mun,
enn vit nakrantíð áður hava havt
tað.
E
ldra ættarliðið aftrar seg
við at seta krøv. Eg kenni
væl typuna, sum heldur tað
vera ófólkaligt at vísa á hol og
manglar. Men tilvitanin um
førleikar og týdning eigur at
skunda undir, at tey eldru kenna
tað sum sjálvsagt og neyðugt
at vera við í at skifta orð um og
skunda undir, at umstøðurnar hjá
teimum verða betraðar. At tey
eru við til at seta dagsskránna
í kjakinum um eldrapolitikk.
Sjálvandi.
Og sjálvandi skulu tey eldru
hjúkla um seg sjálvi. Munnu
tað vera nógv onnur samfeløg,
har eldra ættarliðið kennir
tað sum skyldu í arvi av til
dømis sethúsum at geva næsta
ættarliðnum stóran ágóða í staðin
fyri, í hvussu so er fyri ein part,
at nýta tað, sum er vunnið í
strevnum arbeiðslívi, at ferðast
fyri og á annan hátt at hjúkla um
seg sjálvan?
Hans Andreas Djurhuus yrkir
í Kongaríkinum í Babylon um
dreingin, sum fer avstað og hevur
eydnuna við sær í ríkinum, sum
liggur so langt frá Fjallafonn. Tá
ið hann hevur funnið prinsessuna
og triumferandi kemur aftur av
longu ferðini, er tað abbanum,
sum hann sigur frá um sucessina:
Abbi mín, abbi mín her komi eg!
Hetta vísir natúrliga sam
bandið millum tey eldru og
tey yngstu. Drongurin finnur
beinu leiðina til abban, og abbin
lurtar. At hetta verður varðveitt,
og at hetta verður styrkt er
týdningarmikið. Tað er ikki
minst í hesum leiklutinum, at tey
eldru eiga ein veldugan leiklut,
sum fyri framtíðar føroyingar er
sera týdningarmikil.
E
g eri ikki uppvaksin saman
við ommum og abbum. Tey
vóru farin, áðrenn eg dugdi á at
skyna. Eg minnist væl, hvussu
glaður eg var, tá ið omma
vinmannin eina ferð segði, at eg
kundi gott kalla hana fyri ommu!
Fyri okkara børn hava ommurnar
og abbarnir havt týdning, og
soleiðis fer tað vónandi eisini at
verða í framtíðini. Tað er eisini
ein ábyrgd hjá foreldrunum
miðvíst at verða við til at knýta
sambandið millum teirra foreldur
og børn.
Tíðin ber við sær, at gerandis
dagurin er meiri sundurliðaður
millum ættarliðini, enn hann
hevur verið tað. Meðan ættar
liðini eisini í mínum barnaárum
fyri ein stóran part vóru saman
um gerandisdagin, so er hann í
dag soleiðis, at arbeiðið krevur
tey vaksnu, og tey smáu eru
á stovnum og í skúla. Flestu
foreldur leggja seg nógv eftir
at eiga kvalitetstíð saman við
børnunum, og tað er mín fatan,
at støðið í stovnunum, sum taka
sær av børnunum, er høgt.
Mínar royndir eru, at stovn
arnir royna at inndraga eldru
ættarliðini í teirra gerandisdag.
Tað er frálíkt. Kanska hava
foreldrini ikki altíð umstøður at
møta upp. Men fyri stovnarnar
og ikki minst fyri børnini hevur
tað alstóran týdning, at ommur
og abbar raðfesta tað høgt at vera
við í sovorðnum tiltøkum. Hetta
er heilt víst týdningarmikið fyri
stovnarnar, hetta er stór íløga fyri
børnini, og hetta gevur heilt víst
eldra ættarliðnum nakað. Hvat
kann vera størri, enn tá ið tey
smáu, sum drongurin, ið kom
aftur úr kongaríkinum í Babylon,
fáa høvi at fortelja ommu og
abba um og vísa tað fram, sum
tey hava fyrireikað, ganga uppí
og kenna hava týdning fyri seg?
N
ýggja ættarliðið hevur nógv
fleiri møguleikar at velja
ímillum, enn mítt ættarlið hevði,
og uppaftur fleiri møguleikar
enn tey hava, sum nú eru
farin av arbeiðsmarknaðinum.
Spurningurin er, hvat skal veljast,
og hvat skal veljast frá. Um
tað skal eydnast børnunum og
teimum ungu at fóta sær og liva
við støðugum valum og frávalum,
so er grundleggjandi førningurin
frá fyrstu barnaárunum ógvuliga
týdningarmikil.
Her haldi eg, at tey eldru eiga
at vera tilvitað um, at tey eisini
kunnu vera við. Eg sigi ikki, at
tey skulu troka foreldrini av. Øll
foreldur treingja til, umframt
at slappa av frá arbeiðinum,
eisini at hava fríløtur saman við
hjúnarfelagnum og vinum og
uttan børn. Tá eru ommurnar og
abbarnir ofta hent sum daddur.
Innanfyri rímiligar karmar
munnu tey flestu kenna tað at
vera saman við barnabørnunum
at vera ein forrætt. Tilvitanin
um hetta sum týdningarmikla
íløgu er góð. At sáa treytaleysan
kærleika og grundleggjandi
álit í tey smáu ber frukt, tá
ið hesi verða vaksin og skulu
taka nógvar avgerðir. Hetta at
nina ella sita undir er kanska
ikki so útbreitt, sum tað var. Í
sovorðnum løtum kenna børnini
vælveru, og tey elska at hoyra
um Kongaríkið í Babylon og
meiri av tí slagnum.
Tað, sum tey eldru kenna at
vera vælveru, verður vælvera hjá
teimum smáu. Foreldraættarliðið
fær ágóða burturúr tí, og harvið
samfelagið alt, sum tað er. Tey
eldru eru gráa gullið, og tað
er sera týdningarmikið, at tit
eru tilvitað um tað og lyfta
leiklutinum. Tað hava vit øll brúk
fyri.
Ábyrgd fyri egnari heilsu:
Gráa gullið er krúnan
í samfelagnum
Greinarøðin, “Ábyrgd fyri egnari heilsu”, tekur støði í átta fyrilestrum, sum vórðu hildnir í Tilhaldinum í Tórsgøtu
í fjør og fyrrárið. Út frá ymsum sjónarhornum viðgera fyrilestrarnir spurningin: “Hvat kanst tú sum eldri sjálvur
gera fyri at varðveita eina góða heilsu so langt upp í árini, sum gjørligt?”
GREINARØÐ
Teir átta fyrilestrahaldararnir eru:
■ Eyðun Joensen, sálarfrøðingur
■ Leila á Lofti, fysioterapeutur
■ Jógvan Róin, lækni
■ Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur
■ Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslufrøðingur og kostráðgevi
■ Jógvan Fríðrikson, prestur
■ Elsa Zachariassen, sjúkrarøktarfrøðingur og ráðgevi
■ Anna Jacobina Ellingsgaard, mentanarberi á Eiði
– Tey eldru hava alstóran týdning, tá tað ræður um at geva yngra
ættarliðnum grundleggjandi førningin við sær víðari fram í lívinum, segði
Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, millum annað í fyrilestrinum ”Tilvitan
um egna vælveru”